fríggjadagur 31. mars 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
28
Jákup Nolsøe, stutt ævisøga
Jákup Nolsøe livdi frá 1774
til 1869. Hann man hava verið
sera dugnaligur, tí hóast bróðir
Nólsoyar Páls, hann var yngstur,
gjørdist hann í 1808 bókhaldari
hjá kongaliga handlinum í Havn.
Hann hevði frammanundan verið
krambakallur. Í 1831 gjørdist
hann stjóri á sama stovni.
Hann hevur latið eftir seg
skjal sum greiðir frá fleiri
merkisverdum hendingum í árin
um 1808. Sum tænastumaður
hjá handlinum hevur hann
havt serliga góðar umstøður
at eygleiða tað ið fór fram í
nærumhvørvinum har hann
arbeiddi. Hann sat á fyrsta
beinki! Sjálvur hevur hann
viðhvørt verið uppi í sjálvum
hendingunum.
Ovastin, sum tá var Løbner,
sat ikki væl um satt við Jákup
Nolsøe, men munnu teir
seinni hava sættast, tí í 1817
skrivar Løbner rósandi um
hann til myndugleikarnar í
Keypmannahavn og heldur, at
føroyingar sjálvir við hansara
hjálp kunnu yvirtaka handilin
við útlond, tí hann dugir bæði
siglingarfrøði og handilsskap.
Inngangur
Skjalið, sum her er flutt úr
gomlum donskum máli í nútíðar
føroyskt er ikki dagfest, men kann
tíðarfestast til at vera skrivað
ikki fyrr enn í 1809, helst nakað
seinni, og ikki seinni enn í 1817.
Viðhvørt eru nøvn skeivt
stavað ella eru gloppin burtur
ímillum, tó uttan at skjalið
gerst ólesiligt. Bøtt er um hetta
í umsetingini, men roynt er
samstundis at vera so trúgvur
móti upprunatekstinum sum
gjørligt. Skjalið er sjey og eina
hálva foliusíðu stórt. Fyrsta og
síðsta síða eru avmyndaðar.
Í kassunum við transkribering
úr gotiskari til latínska skrift,
er beinleiðis skrivað tað,
sum í handritinum stendur.
Yvirskriftirnar til brotini eru
mínar.
Vit lata Jákupi Nolsøe orðið.
Tá Skansin varð
tikin av bretum
Hin 1. mai fekk eg bræv frá
bróður mínum Pálli Nolsøe,
skipara, sum tá búði á garðinum
Norðoyri, har hann sigur, at
hann hevði verið til fiskiskap
og hevði havt samband við
eina kutterbrigg, sum var har
á leiðini. Manningin segði seg
vera franska, men tosaði bert
týskt. Teir fregnaðust, hvussu
mannsterk verjan á Skansanum
í Havn var. Bróðir, sum í níggju
ár hevði siglt upp á Frakland,
Ongland og Amerika sá, at
skipið uttan iva var ein vápnaður
onglendingur og svaraði tí, at
hann ikki fyri vissu kundi siga,
hvussu nógvir teir vóru, men at
teir mundu vera einir 100 mans.1
Heimkomin sendi bróðir
beinanvegin bræv til ovastan,
Løbner kaptain við boðum um at
skipið, teir høvdu havt samband
við, var ein ensk kutterbrigg,
sum hevði ilt í huga.
Hin 3. mai sigldi skipið
gjøgnum Nólsoyarfjørð undir
fronskum flaggi og stevndi
beint á Skansatangan, men fall
síðani av aftur. Klokkan fimm
seinnapartin var eitt skip at
síggja sunnanvert Borðuna. Hin
16. legði skipið seg fyri akker
uttan fyri Skansan í stuttum
skotmáli og vant enska flaggið
upp. Loðsbátur fór til skipið
at vita, hvat ið áfatt var. Av tí
at eingin bátur kom afturíaftur,
sendi ovastin ein bát afturat
og seinni ein triðja – við sama
úrsliti. Allir bátarnir við manning
vórðu tiknir. Harímillum
vóru sersjanturin Svendsen
og deknurin Hans á Lag.
Manningarnar vórðu koyrdar
í lastina sum fangar. Hetta fór
fram sama kvøldið.
Á Skansanum vóru fleiri 12
punds kanónir, og uttanfyr
verjugarðin vóru átta løddar 18
punds kanónir, sum vendu beint
ímóti skipssíðuni, men varð
figgindaskipið ikki praiað eina
einastu ferð!
Klokkan tvey um náttina vórðu
fýra bátar við fremmandari
manning sæddir at fara frá
skipinum. Bátarnir løgdu at
undir Trøðni, og manningarnar
fóru í land. Við Hans á Lag, sum
tvingaðum vegleiðara marsjeraði
gongan beina leið móti teimum
tveimum kanónunum á Skansan
um, sum um tær høvdu verið
løddar við brotpettum og latnar
av, uttan iva høvdu rikið gonguna
aftur.
Stríðshugaðir
kaldbaksmenn
Almuen heromkring forvænt
ede at der skulde foranstaltes
en sammenkaldelse af Almuen
for med kraft at kæmpe mod
Fjenden og man hørte at der i
Kaldbak vare støbte Blykuler i
den hensigt, men hvad bestilte
Kommandanten mens alt dette
foregik? Han var rigtignok paa
Skansen og hans Mundering
med, men den laa begravet i
en Sæk., han var derimod en
grov graa Overkappe – hvorfor
den engelske Kaptajn Bough
og hans folk kaldte ham The
Monkey (Abekatten). Hans
kommandoord var “Børn læg
jer ned”.
Fólkið her um leiðir roknaði
við at verða boðsent, við megi at
stríðast ímóti fíggindanum, og
tað frættist, at í Kaldbak vórðu
stoyttar blýkúlur til endamálið.
Men hvat hevðist ovastin at,
meðan hetta fyrifórst? Hann var
vissuliga á Skansanum og búni
hansara somuleiðis, men hann
var undanstoppaður í einum posa.
Sjálvur var hann hinvegin ílatin
ein tjúkkan gráan yvirkappa.
Enski kaptainurin og hansara
menn kallaðu hann tí “the
monkey” (apan). Boðorð hansara
vóru:“børn, leggið tykkum”.
Fíggindin, sum heilt ótarnaður
hevði tikið Skansan, vant beinan
vegin enska flaggið á stong,
brutu ella typtu allar kanónirnar,
tóku av innbúnum tað, teimum
hóvaði, og góvu annars teymum,
sum vildu hava tað, ið teir ikki
sjálvir skoyttu um. At enda
sprongdu teir krúthúsið í luftina.
Fyri okkum var heilt greitt, at
tær átta 18 punds kanónirnar á
verjugarðinum høvdu megnað
at søkt briggina Clio. Tá
Skansin hevði givið seg upp,
vissaði kaptainurin um, at um
bert eittans skot hevði verið
loyst av av Skansanum, hevði
hann beinan vegin havt kvett
akkerstogið og rýmt. Hin 17. á
kvøldi fór Clio av stað, og tók
við sær nýggju lossijaktina.
Brillumaðurin herjar
Hin 1. juni ankraði briggin
Salamina á Eystaru vág.
Høvuðsmaðurin kom í land
og varð nevndur Hompesch
barónur. Hann segði seg vera
franskmann. Hann vitjaði Løbner,
landfútan Hammershaimb og
umsjónarmannin Mørck. Hvat
ið fyrifórst teirra millum er
ikki til at siga, men út á dagin
boðaði Hompesch frá, at hann
var enskur kápari og kravdi at fáa
loðs av staðnum, tí hann segði
seg ætla sær at fara at krússa
fram við norsku strondini.
Henda sama dag var bróðir
komin til Havnar, og tað kann
ætlast, at Løbner og felagar
høvdu peikað á bróður og
Hansen kaptain, ein her búgvandi
skipara, sum nýtiligar loðsar hjá
eingilskmanninum. Men bróðir
hevði avgjørt at fara ein túr til
Keypmannahavnar við tí her
smíðaðu skonnartini Royndini
fríðu, fyri um gjørligt skjótast
at fáa flutt nakað av vøru heim,
tí so lítið var til av matvørum í
Havn, at bert ein áttindapartur
av einum kari kundi lutast út
til hvørt fólkið um vikuna. Tí
kravdi hann pass til ferðina av
Hompesch, sum hesin skrivaði út,
men handaði tað til Løbner.
Nú var Hansen skipari rýmdur,
og øði spann í Hompesch og
hann hóttivið at seta eld á
býin, um ikki var fingið fatur
aftur á Hansen skipara. Meðan
leitað varð eftir Hansen, loysti
briggin trý skarplødd skot
av inn yvir býin, men hetta
var bert fyri at ræða fólkið,
Hendingar í Havn ófriðarárið
Jákup Nolsøe, 1774-1869
Mynd: Fornminnissavnið
Havnin á leið 1800
Mynd: Fornminnissavnið
A. Guttormur
Djurhuus