fríggjadagur 31. mars 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
29
fekk eg at vita av einum av
loytnantunum. Ímeðan ansaði
vakt eftir bróðir at hann varð
verandi, so at hann kundi noyðast
at taka á seg loðstænastuna
á fíggindaskipinum, um ikki
Hansen varð funnin. Móti kvøldi
varð Hansen funnin í haganum,
og varð hann fluttur umborð
beinan vegin og skipið sigldi.
Brillumaðurin rænir
fátækrakassan
Den 6. juni kom Briggen
Salamine igen paa Havnen,
Hompesch kom da med en
armeret Baad iland, gik
ind i Handelsforvalterens
Vaaningshus, fordrede
Pengekassen udleveret og satte
vagt ved samme om Natten,
samt fordrede Nøglerne til alle
Handelens Bygninger. Dagen
efter blev alle Bygningerne
gennemsøgte og i denne og de
følgende dage blev en stor del
Handelsvarer bragte ombord
og tillige ej alene Handelens,
men ogsaa samtlige offentlige
Stiftelsers Penge bortranede,
endog Sølvkrusifikset paa
kirkens alter var nær ved
at gaa samme Vej. Da der
blev gjort erindring imiod at
borttage de fattiges Penge,
afferdigede han vedkommende
med det “beati sunt pauperes”.
Hin 6. juni kom briggin
Salamine aftur á Havnina.
Hompesch kom við einum
vápnaðum báti til lands, fór
innar í bústaðarhúsið hjá
handilsstjóranum og kravdi at
fáa pengakassan og skipaði fyri
vaktarhaldi við hann um náttina
og kravdi at fáa lyklarnar til øll
hús hjá handlinum. Dagin eftir
varð leitað í øllum húsunum,
og vórðu sama dag og fleiri
dagar á rað hópin av vørum
fluttar umborð. Ikki varð bert
peningurin hjá handlinum
rændur, eisini hjá øllum
almennum stovnum, ja sjálvt
silvurkrusifiksið á altarinum
var við at fara somu leið. Tá
mótmælt varð, at peningurin
hjá teimum fatæku varð tikin,
varð tað kveistrað til viks við
orðunum “beati sunt pauperes”.2
Hompesch fór ígjøgnum
allar roknskapir og pappír hjá
Løbner og Mørck og fór avstað
om kvøldið hin 8. Sagt varð til
Íslands. Tveir matrósar vórðu
verandi eftir, annar nevndist
George og var ein hampamaður,
hin var holsteinari og nevndist
Frederik og var eitt bartrog.
Helst er Salamine farin til
Hetlands, áðrenn hon fór til
Íslands, tí tá ið skipið kom
aftur hin 27. í sama mánaði,
var tað undir leiðslu av Gilpin
kaptaini og Hompesch var ikki
við. Gilpin varð seinni fluttur
til Botany Bay.3 Vørur vórðu
fluttar umborð á skipið sama dag
tað kom og dagin eftir. Løbner
og Mørck sluppu av við sínar
hosur o. a. til onglendingarnar
fyri níggju pakkar av tubbaki úr
handlinum! Margreta, gentan
hjá Løbner, bað um tvey petti
av lørifti, sum enski ovastin gav
henni fyri einki. Sambandið
millum okkara embætismenn og
fíggindan kann ikki sigast annað
enn at hava verið vinarligt. Út
á kvøldið fór skipið avstað við
øllum umborð. Hansen skipari
varð seinni settur umborð á
útróðrarbát úr Dali í Sandoynni.
Hin 3. juli doyði Mads Winther,
bókhaldari av krampaherðindum,
sum hann fekk av, at onglend
ingarnir høvdu verið so harðligir,
tá teir herjaðu her, og brutu inn í
bústað hansara á náttartíð.
Handilin illa rikin
Bróðir var komin við skipi
sínum til Havnar hin 27. juni at
gera seg kláran at fara av stað,
og kravdi hann at fáa passið,
sum Hompesch hevði skrivað
honum og sum Løbner hevði í
varðveiðslu, men noktaði hann
at flýggja honum tað. Stiknið
til bróður, segði hann, tá hann
var heimkomin, kom til sjóndar,
við at Løbner hevði sagt við
Hompesch, at best hevði verið,
um bróðir var fluttur burtur, tí
hann var ein vanlukka fyri landið.
Hetta hat gjørdist seinni orsøk
til eina syndarliga vanlukku,
sum eg seinni skal greiða
frá. Høvuðsatvoldin til slíkt
meinfýsni var henda: Ár 1796
játtaði stjórnin (sí fyriskipan
dagfest 13 august s. a.), at um
fimm ár skuldi handilin við
Føroyar gerast fríur. At her
varð drálað við at seta hesa
játtan í verk, høvdu táverandi
handilsstjórn og sjálvsøkni hjá
embætismonnunum her alla
ábyrgdina av. Einki hjálpti
tað, at stjórnin setti nevndir
og kravdi av teimum at koma
við yvirlýsingum og álitum
fyri at koma til eina avgerð.
Yvirlýsingarnar ljóðaðu javnt
og samt, at føroyingar ikki enn
vóru búnir at taka við fríum
handli. Hetta er væl skiljandi tí
embætismennirnir og nøkur fín
húski her fingu ikki bert teirra
neyðsynjarvørur, men eisini
munandi av handilsvørum til
sølu, sendandi, aloftast uttan at
rinda farmagjald, við skiparum,
stýrimonnum og øðrum, sum
komu hendan vegin. Afturfyri
sluppu hesi fólk at smugla
til landið munandi nøgdir av
tubbaki, brennivíni og aðrari
vøru uttan um regluverkið.
Stýrið fyri handilin var tá
Frisch, Martini og Vekselsen. Hin
fyrstnevndi var stýrisformaður
og skal, eftir tí ið sagt verður,
hava verið væl fyri og ognari av
einum ella fleiri av skipunum hjá
handlinum. Hansara partur skal
hava verið 3 markar fyri hvørja
tunnu av vøru og somuleiðis
skal hann eisini hava fingið 3
markar í farmagjaldi fyri hvørja
tunnu, sum varð send hendan
vegin. Við einum slíkum stýri er
tað ikki løgið, at handilin at enda
skyldaði statskassanum 100.000
ríkisdálar, sum eftir fleiri árum
eru endurgoldnar. Hetta lógloysi
og tapið hjá handlinum gjørdu
sjálvandi sítt til at hækka
vøruprísin.
Sendinevnd fer
at hitta kong
Tað var breið semja um, at
bøtast mátti um hesi viðurskifti,
og tí varð avrátt, at fýra av
vitugastu monnum landsins,
saman við bróður, skuldu fara
til Danmarkar at kunna stjórnina
um vánaliga standin í Føroyum.
Teir fýra vóru Jens Jensen úr
Sumba, Jacob Jacobsen úr Vági
í Suðuroy, Daniel J. Johannesen
úr Kvívík og Johannes Poulsen
úr Funningi. Teir hittu í Holstein
hansara kongaliga hátign Fríðrik
hin 7., sum stýrdi vegna faðir
sín, og løgdu fram síni kærumál.
Hann lurtaði í náði eftir, hvat
ið teir høvdu at siga, og boðaði
beinanvegin frá, at prísurin
á byggi og nøkrum øðrum
neyðsynjarvørum skuldi setast
niður. Hetta var sendinevndin
nøgd við, og harumframt kundu
teir uttan minstu forðing frá
handilsstjórnini fáa heim við
sær vøru við teirra føroyska
skipi, eitt nú korn og aðrar
neyðsynjarvørur, sum tá var trot
á í handlinum.
Royndin fríða ferst
Hendingar her er sagt frá, vóru
við til at nøra um stiknið til
bróður, og fór hann avstað, hóast
Løbner hevði noktað at flýggja
honum passið, sum Hompesch
hevði skrivað honum. Skipið
varð tikið av onglendingum á
ferðini og siglt til Gøteborg, men
varð afturtikið frá onglendingum
av norskum hermonnum og siglt
til Noregs.
Nólsoyar Pálli verður
latið annað skip og farm
Í Gøteborg segði bróðir enska
admiralinum, at endamálið
við ferðini bert var at útvega
matvørur til heimlandið og
greiddi honum greidliga frá,
hvussu stórt mattrotið var, og
at nøkur fólk longu vóru deyð í
hungri. Admiralurin hevði slíka
samkenslu, at hann uttan drál
sendi bróðir til London, so at
hann kundi leggja støðuna og
missin av sínum skipi fyri ensku
stjórnina. Við dyggum stuðli
frá heiðursmonnunum harra
Wilbesfores og Joseph Banks,
varð játtað bróður annað skip fyri
tað mista. Ein last av matvørum
til Føroyar, fyri enska rokning,
varð eisini játtað. Mær er latin
nágreinilig frágreiðing um tað,
sum fyrifórst í skrivi frá harra
Wolff, táverandi danska konsli í
London.
Nólsoyar Páll og
manning ganga burtur
Bróðir fór úr London í septembur
mánað.4 Ivaleyst við gleði og
fragd, tí at útlit var fyri at kunna
veita sínum hungurstungnu
landsmonnum lívsneyðuga hjálp.
Men lagnan vildi tað øðrvísi.
Ætlast kann at handilsstjórnin,
sum tá hevði ein samskiftismann
í Bergen, ið nevndist Riber, má
hava boðað tveimum orlogs
monnum at fara út at taka skipið
hjá bróðir undir ferðini á veg
til Føroyar. Soleiðis greiddi
skiparin á “Oslen”, sum var
komin inn á Vág, prestinum
Schrøder frá. Sjálvur havi eg
seinni frætt tíðindini frá honum.
At skipið hjá bróður hevur havt
kanónir kann av røttum ætlast, tí
at ófriðartíðir vóru. Bardagi má
tí hava verið um lív ella deyð,
sum er endaður við, at øll trý
skipini fórust, tí einki av teimum
spurdist aftur. Rótgróna hatrið
til bróðir ger, at omanfyri ætlaða
gongd ikki ger tað óhugsandi, at
vanlukkan stóðst av mannaávum!
1808
Síðsta síða av handriti Jákups
Viðmerkingar
1. Tað vóru 33 mans knýttir at
garnisonini á skansanum.
2.Sæl eru tey fatæku.
3. Botany Bay er í Australia og
fluttu bretar brotsmenn higar, sum
teir vildu sleppa av við.
4. Nósoyar Páll fór ikki úr
London fyrr enn eftir 17
novembur í 1808. Sí Mondul nr.
3, 1975.
TØKK til Fornminnissavnið
fyri myndir og til Annu Sofíu í
Vági fyri hjálp at lesa.
Fyrsta síða av handriti Jákups