Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-31, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mars 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tá sekularisma verður Gud Erik Bjerager, Gud bevare Danmark, Gyldendal, 2006 Ein tann mest umrødda bókin av sínum slag í løtuni er Gud bevare Danmark eftir Erik Bjerager, blaðstjóra á Kristeligt Dagblad. Útgangsstøðið í bókini er, at sjálvt um Gud segðist vera steindeyður fyri fleiri ættarliðum síðani, tykist áhugin fyri átrúna at vera størri enn nakrantíð. Átrúnaður er ikki til at koma uttan um, hvørki globalt, í samfelagnum ella í privatlívinum, og tí er tað ikki sørt av eini andsøgn, at sterkar kreftir her í byrjanini av 21. øld royna at trýsta kristindómin út úr almenna rúminum. Í bókini ger høvundurin upp við tað sekulariseraða sam­ felagið, sum ikki vil viðurkenna ávirkanina, kristindómurin hevur á okkara mentan, men í staðin av øllum alvi roynir at skúgva átrúna út ella inn í privatsferuna. Bókin lýsir tann leiklut, kristindómurin hevur havt søguliga, mentanarliga og í modernaða vælferðarsamfelagum og ger vart við týdningin av, at tey kristnu virðini fáa pláss í samfelagslívinum. Hon tvíheldir um, at tann sekularisering av europeiska samfelagnum, sum einaferð gav meining, tí hon avmarkaði rásarúmið hjá eini alt ov máttmiklari kirkju, nú er farin út um øll mørk. Sambært høvundanum eru vit í staðin í ferð við at gera sekulariseringina til eina ideologi í sær sjálvum, sum hóttir við at oyðileggja okkara samfelag. Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Bøkurnar og eg Drakula gongur aftur Elisabeth Kostova, Historikeren, Gads forlag, 2005 Fyrsta skaldsøgan hjá Elisabeth Kostova, Historikeren, gjørdi tað bragd, at bókin á sjálvum útgávudegnum yvirtók fyrsta plássið hjá Da Vinci Mysteriet á metseljaralistanum hjá New York Times. Men tað er nú ikki tað, sum ger bókina mest forvitnisliga. Heldur eru tað spurningarnir, hon setur sær, longu áðrenn søgan byrjar. Hvat hevur søgnin um Vlad Spidderen, tann søgu­ liga Drakula, við 20. øld at gera? Og hví hava søgufrøðingar gjøgnum tíðirnar vága sítt um­dømi, skil og enntá lív fyri at finna svarið? Tá dóttir ein søgufrøðing sneytar á hillunum hjá pápanum, finnur hon eina støvuta bók við einum træskuri av einum dreka á permuni. Í munninum hevur drekin eitt merki við ræðsluvekjandi orðinum: DRAKULYA. Allar síðurnar í bókin eru blankar, men inn ímillum tær liggja nøkur óunnilig brøv, stílað til: ”Mín kæra og ólukkuliga eftirmann …” Hetta noyðir søgufrøðingin at fortelja dóttrini sítt djúpasta loyndarmál, og saman fara tey nú á eina frásøguferð gjøgnum tað gamla Europa og Balkan fyri at enda tað, søgufrøðingurin ongantíð megnaði einsamallur – at finna sannleikan um for­ tíðarinnar navnframasta og ræðuligasta valdsharra, Drakula greiva. Elisabeth Kostova er út­búgv­ in bók­menta­frøðingur. Hend­an fyrsta skaldsøgan er hæddar­ punktið av meir enn 10 ára kann­ ingararbeiði og einum heilum lívi av heilaspuna um tær søgurnar, hon sum barn hoyrdi um tann ræðuliga Drakula. Elin Heinesen, blaðstjóri   Hvørja bók lesur tú í løtuni? Eg lesi bókina Hvad livet har lært mig – En manual til tilværelsen. Bókin inniheldur 12 samrøður við kvinnur, sum allar eru farnar upp um tey 50 árini – um teirra lívsroyndir – m.a. Lone Dybkjær, Etta Cameron, Anne Marie Helger, Birthe Neumann, Trille, Maria Marcus, Diana Benneweiss o.a. Kenda danska blaðkvinnan Ninka hevur samlað samrøðurnar í bók. Sum blaðstjóri fái eg nógvar bøkur inn á mítt borð – nógv meira, enn eg kann lesa – men hesa helt eg vera serliga áhugaverda, so eg setti skjøtil á, og tað angri eg ikki. Hetta er ein deilig bók at blíva klók uppá lívið av. Tað er áhugavert og okkurt fríandi við at lesa um, hvussu hesar sterku dámurnar avgjørt ikki eru komnar ókeypis til teirra succésir í lívinum.   Er tað onkur bók, tú minnist serliga væl? – Ja, eg las til dømis Zen og kunsten at vedligeholde en motorcykel hjá Robert M. Pirsig fyrst í 80’unum. Bókin var væl umtókt tá. Bókin er ein serstakliga spennandi ferð gjøgnum USA á motorsúkklu, umframt ein ferð ígjøgnum sinni og fortíð rithøvundans og gjøgnum vísind og vísindateori generelt – alt í senn. Hetta var veruliga ein eygaupplatari – veit ikki hvussu ofta, eg fekk ørandi aha-upplivilsir, meðan eg las. Tað var nærmast sum ein religiøs ella spirtiuel veking, sum setti meiningina við lívinum í eitt annað perspektiv, enn eg hevði áður.   Hvør var tín fyrsta lesiuppliving? – Eg havi lisið (ella hugt í) bøk­ ur og bløð, síðani eg var før fyri at halda einari bók millum hendurnar. Dugi ikki at siga, hvat tað fyrsta var, eg las, men foreldrini hjá mær lósu søgur og yrkingar hjá Hans Andriasi Djurhuus fyri mær sum góðanátt- lestur. Tá eg dugdi at lesa sum 4-5 ára gomul, las eg tær sjálv, tá eg skuldi sova. Tað dámdi mær øgiliga væl. Eg sat altíð við onkrari bók ella blað sum barn. Áðrenn eg gjørdist fjúrtan, las eg alt barnabókasavnið á tamb. Eg elskaði eisini Anders And – heima hjá okkum nevndu vit hann Dunnu-Dánjal (eitt nógv fittari navn enn Andrass Dunna!). Eg havi lært nógv um verðina við at lesa Dunnu-Dánjal!   Hvørja bók vildi tú ynskt, tú hevði lisið? – Tað eru nógvar bøkur, eg vildi ynskt, eg hevði lisið! Eitt nú fleiri klassiskar skaldsøgur, men tað blívur ofta til tað meira fakliga, psykologiska og filosofiska, tí tað hevur mín stóra áhuga. Eg má næstan við skomm siga frá, at eg kom ongantíð so langt sum til at lesa Mærk Verden hjá Tor Nørretranders, sum “øll” lósu fyrst í 90’unum. Tað hevði annars verið upplagt fyri meg, men tað havi eg so til góðar. Beint nú havi eg ætlanir um at lesa eina aðra bók – eitt sindur í somu genru – nemliga En kort historie om næsten alt hjá Bill Bryson, tá dótturin er liðug at lesa hana. Tað er ein altjóða metseljari um náttúruvísind fortald líka so spennandi sum ein krimisøga   Hvat fær teg at velja tær bøkur, tú lesur? – Orsaka av mínum arbeiði, havi eg nærmast skyldu til at fylgja við í, hvat kemur út av bókum – eg fái eisini tíðindaskriv frá øllum forløgunum, umframt nógvar bøkur sendar til ummælis, so í løtuni verður tað nógv til, at eg lesi tað, sum kemur á borðið, og sum fangar mín áhuga mest. Og tað er ofta okkurt fakligt, eg kann brúka í mínum arbeiði – til dømis “hjálp-til-sjálvhjálps- bøkur”. Annars lurti eg eisini eftir, hvat onnur viðmæla. Elin Heinesen, blaðstjóri, hevur lært nógv um verðina við at lesa Dunnu-Dánjal! Nr. 60 - 24. mars 2006 30