Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-31, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mars 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 - 31. mars 2006 33 Frá Føroya Lærarafelag Stevna í Finnlandi fyri eftirløntar lærarar Í døgunum 10. - 14. juni 2006 hittast eftirløntir lærarar í Turku/Åbo Stevnugjald: - einkultkamar: 4.350 kr. - dupultkamar: 3.525 kr. Freistin at tekna seg er 7. apríl. Avmarkað pláss er til skeiðið. Føroya Lærarafelag veitir fíggjarligan stuðul. Limir kunnu venda sær til skrivstovu felagsins og biðja um skránna fyri stevnuna, og har fer tilmeldingin eisini fram. Skrivstovufólk til Gøtu Kommunu Søkt verður eftir skrivstovufólk til kommunu- skrivstovuna í Gøtu, at byrja skjótast tilber. Høvuðsuppgávurnar eru: • ábyrgd av roknskapinum hjá kommununi • at føra dagliga bókhaldið • stýring av debitorum og kreditorum • journalisering • fólkayvirlit • aðrar fyrifallandi uppgávur Útbúgving v.m.: • viðkomandi útbúgving • góðan kunnleika til teldutøkni Persónligir eginleikar: Vit vænta at tann, ið sett/ur verður, • er ágrýtin og kann arbeiða sjálvstøðugt • hevur lætt at samskifta við onnur • hevur góð samstarvsevni Setanarviðurskifti: • talan er um fulltíðarstarv • løn og setanarviðruskifti annars eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Komm- unala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Tann, ið sett/ur verður, má kunna tola, at møguligar broytingar í bygnaðinum hjá kommununi verða gjøgnumførdar, eisini um hesar hava við sær eitt broytt starvsøkið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna, tlf. 44 10 12, ella borgarstjóran á tlf. 21 29 12. Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 4. apríl 2006, kl. 12.00. Tlf. 44 10 12 · Fax 44 17 74 · www.gota.fo Við Gjónna 2 · Postboks 40 · FO-510 Gøta Hjá kommununi starvast í løtuni 3 skrivstovufólk fulla tíð. Harafturat eru 2 fólk innan teknisku umsitingina knýtt at kommunuskrivstovuni. Bókhaldið hjá kommununi fevnir um allar stovnar undir kommununi, herundir eisini lønarútgjaldingar v.m. Dagrøktarar til Leirvíkar kommunu Dagrøktarskipanin í Leirvíkar kommunu søkir eftir dagrøktarum og møguligari hjálp, at byrja tann 1. mai 2006. Vit ynskja at tú • Hevur góðar umstøður at hava børn bæði inni og uttanfyri. • Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt. • Vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvs- feløgum. • Ert álítandi og hevur góð samstarvsevni. • Ert tolin og vísir umsorgan. • Hevur hegni og áhuga í at menna børnini. • Dugir at síggja møguleikar í staðin fyri forðingar. Í dagrøktarskipanini starvast 8 dagrøktarar og ein leiðari. Talið av børnum í dagrøktini er 40. Ein fastan dag um vikuna eru 3 dagrøktarar saman við børnum í spælistovuni og 1,5 tíma um vikuna eru allir dagrøktarnir ísenn við børnunum í fimleikarhøllini. Arbeiðstíðin er ímillum 7.30-17.15. Lønin er sam- bært sáttmála við FA. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til tlf. 443251 og tosa við Marion Leifsdóttir, dagrøktar- leiðara. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. apríl 2006. Vinarliga send umsókn tygara til Leirvíkar Kommunu Dagrøktarskipanin Postboks 42 520 Leirvík Vaskifólk Hervið verður søkt eftir einum vaskifólki til Vestmanna Skúla at byrja 1. mai 2006. Arbeiðið er lønt sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Arbeiðarafelag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Vestmanna Kommunu, tlf. 470110. Skrivlig umsókn skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinsta lagi 11. apríl 2006. Vestmanna kommuna