Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-31, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mars 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 65 - 31. mars 2006 Sjúkrarøktarfrøðingur Runavíkar kommuna søkir eftir eftir sjúkrarøktar- frøðingi til Heimið á Mýrunum í Runavík. Talan er um fast starv sum sjúkrarøktarfrøðingur, í niðursettum brøki, 0,6125 at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Krøv: • hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktar- frøðingur • hevur áhuga fyri røkt av minnisveikum fólkum • hevur hug og hegni at vera um minnisveik fólk • hevur góð samstarvsevnir • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin eftir tørvinum hjá búfólkunum • er nýhugsandi og hevur hug og áræði at skipa fyri dagligum virksemi fyri tey minnisveiku. Vit kunnu bjóða: • eitt starvsumhvørvi, har tú kanst gera tína áskoð- an galdandi og verða við til at menna umsorgan og røkt • góða innleiðslu • undirvísing • góðar møguleikar til at brúka tíni skapandi og ígongdsetandi evni • eitt heimligt og hugnaligt umhvørvi, hvar hvør einstakur kann kenna seg væl. Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmála ímillum Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar- málaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Maibritt Jacobsen, leiðara á tlf. 448034 ella 477080. Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til: Heimið á Mýrunum Mýravegur 26 620 Runavík Umsóknarfreist: 15. apríl 2006. Feriuavloysarar Runavíkar kommuna søkir eftir feriuavloysarum til Heimið á Mýrunum í Runavík. Talan er um tíðarskeiðið frá 1. juni til 31. august 2006. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Krøv: • hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktar- frøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari, ella fólk við royndum innan demensrøkt. • hevur áhuga fyri røkt av minnisveikum fólkum • hevur hug og hegni at vera um minnisveik fólk • hevur góð samstarvsevnir • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin eftir tørvinum hjá búðfólkunum • er nýhugsandi og hevur hug og árræði at skipa fyri dagligum virksemi fyri tey minnisveiku Vit kunnu bjóða: • eitt starvsumhvørvi, har tú kanst gera tína áskoðan galdandi og verða við til at menna umsorgan og røkt • góða innleiðslu • góðar møguleikar til at brúka tíni skapandi og ígongdsetandi evni • eitt heimligt og hugnaligt umhvørvi, hvar ið hvør einstakur kann kenna seg væl Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmála ímillum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Maibritt Jacobsen, leiðara á tlf. 477080 ella 448034. Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til: Heimið á Mýrunum Mýravegur 26 620 Runavík Umsóknarfreist: 15. apríl 2006. Lesið