Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Nr. 67 - 4. apríl 2006 Síðan 1991-1993 er so at siga onki munagott hent í vinnu viður­ skiftunum í Føroyum. Tí er Íslandssáttmálin eitt sera stórt stig framá hjá føroyska vinnulívinum. Orðini eigur Kjartan Kristiansen, stjóri í Menningarstovuni. Menningarstovan eru saman við íslendska Handilsráðnum við at fyrireika komandi vinnuráðstevnuna “Íslandssáttmálin gevur før­ oyskum fyritøkum somu rætt­indi og skyldir í Íslandi, sum ein sáttmáli við ES hevði gjørt tað innan fyri karmarnar í ES. Hetta er eitt greitt framstig”, sigur Kjartan Kristiansen við Sosial­in. Í veruleikanum merkir hetta, at nú kunnu føroyingar og ís­lendingar keypa og bjóða annað enn bara vørur og tænastur. Nú kunnu vit eitt nú bjóða uppá almenn útboð í Íslandi, og tað fegn­ ast vit um”. Menningarstovan arbeið­ir við at menna føroysku vinn­ una. Millum annað plaga tey saman við vinnulívinum at fara einar tvær ferðir utt­ an­lands um árið, fyri at vitja umboð fyri vinnuna har. Eisini plaga tey at skipa fyri luttøku í altjóða fram­sýningum, soleiðis at ymiskar føroyskar vinnu­ greinar sleppa at vísa seg fram. Skjótt fer tað at henda...! Kjartan Krisitansen er rætti­­­liga bjartskygdur um før­­oysku vinn­una, og hann held­ur at vit koma at merkja stórar jaligar broyt­ ingar í kjalar­vørr­in­um á Ís­ landssáttmálanum. “Eg rokni við, at tað fer ikki at ganga rúm tíð, áðrenn vit fara at síggja eina føroyska fyri­ tøku yvirtaka eina íslendska fyritøku. Um ikki heilt at yvirtaka hana, so taka við í einum joint venture”. “Vit hava allar møguleikar til at troyta marknaðin, so tað er bara natúrligt at føroyingar taka við avbjóðingini”, sigur Kjartan Kristiansen. Sáttmálin ger at vit mugu taka støðu Kjartan vísur á, at nú tá ið marknaðurin er voksin, verða vit noydd til at hugsa øðrvísi. Vit eru noydd til at hyggja uppá viðurskifti, sum vit ikki noyddust at taka støðu til áður. Eitt nú kann tað gerast møguligt at selja dósasodavatn í Føroyum, og tískil mugu vit finna útav hvussu vit skulu gera við burturkasti haðani. Hetta hava vit ongantíð áður verið noydd til at hugsa um áður, og tað er bara gott, at vit nú mugu vigað fyrimunir og vansar við hesum sáttmála. Áhugin fyri føroyska marknaðinum er stórur í Íslandi. Kjartan fortelur, at Menningarstovan var á vitjan í Íslandi í desember, og tá merkti tey áhugan fyri føroysku vinnuni. “Upprunaliga var ætlanin, at vit skuldu bjóða 50 fólkum til Føroya á hesa komandi ráðstevnuna, men tað var fullteknað beinanvegin. So máttu vit bjóða 65 fólkum í staðin, men eisini hesi vóru fullteknað við brestin. Vit máttu heilt einfalt bara siga, at ikki var pláss fyri fleiri fólki”, sigur Kjartan Kristiansen at enda. Kjartan Kristiansen, stjóri í Menningarstovuni: Vit hava allar møguleikar Tann førandi altjóða fyritøkan innan fiskavirking, Samherji, hevur leingi samstarva við Marel. Hetta samstarv hevur ment eina røð av nýggjari tøkni til fiskavirking “Tá ið Samherji yvirtók fram­leiðsluna her, broyttu vit frystigoymsluna, og tóku tí nýggjast tøknina hjá Marel í nýtslu. Hetta hendi um summari í 2005. Tað eru sigandi hagtøl – í 1997 var miðal framleiðsluavrikið hjá tí einstaka starvsfólkinum um 12 – 14 kilo, samanborið við eitt vænta miðal avrik uppá 40 kilo fyri hvørt starvsfólk, tá ið uppgraderingin er lið­ ug”, sigur Gunnar Adal­ bjørns­son, sum er fram­ leiðslu­stjóri á Samherji virk­inum í Dalvík. Tøkniliga er hetta virkið millum tey fremstu innan fiskavirking í Íslandi, sum víðari er eitt av fremstu lond­unum, hvat viðvíkur fiska­virking. Leiðslan í fyritøkuni og onnur starvsfólk hava í áravís havt eitt framúr samstarv við Marel, har menningin av tøknini innan fiskavirking hevur blómað. Samstarvið millum Samherja og Marel fer at halda áfram, tí sum Gunnar Adalbjørsson sigur, “Vit kunnu altíð menna okk­ um enn meir”. Nýggja Marel skipanin, sum tey hava sett upp í Dalvík, er ein fimtapart størri enn tann, sum tey høvdu í Dalvík frammanundan. Hon hevur 24 støðir samanborið við tær 20 í tí gomlu skipanini. Hon hevur eitt sokallað “double flowline”, soleiðis at fólkið við maskinuna altíð fær fiskin frá somu síðu. Fiskurin verður vigaður við hvørja støð, og tað einstaka starvsfólki sær altíð, hvussu nógv tað hevur hagreitt á ein­ um skermi. “Í miðal fara 70 fløk ígjøg­ num skipanina um minuttin, og felags úrtøkan er hækkað við 20%. Okkara felags úr­tøka plagdi at liggja um 43-45 tons um dagin, men eftir at vit hava fingið hesa nýggju skipanina, er hetta talið hækkað. Ein dag í juli framleiddu vit 55 tons, og fýra ferðir hevur talið ligið omanfyri 60 tons”, sigur framleiðslustjórin. Í 2004 virkaðu tey í Dalvík umleið 10.000 tons av fiski, meðan væntaða talið fyri hetta árið fer at liggja um 12.000 tons. Tey í Samherja vænta, at tey ganga eina bjarta framtíð í møti. Við nýggju tøknini økja tey um virði á hvørjum fiski, og tey ímynda sær, at enn meiri nýggj tøkni verður tikin í nýtslu í framtíðini. Sostatt eru útlit fyri, at Sam­ herji fer at virkað enn meiri fisk um árið. Oman fyri 20% í øktari framleiðslu Kjartan Kristiansen Nýggjasta tøknin innan fiskavirking