týsdagur 4. apríl 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 4. apríl 2006
9
Tað er ikki nøkur
skrøna, tá ið sagt
verður, at øll Havnin
kundið verið javn
að við jørðina,
um ein bingja hjá
Kaj Andreasen
við 16 tonsum av
spreingievni, ið stóð á
Eystaru Bryggju, fór í
luftina
Spreingievni
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað ljóðar sum ein skrøna,
at allur høvuðsstaðurin
skuldi farið í luftina, men
so er ikki. Ein góðkendur
spreingimeistari, ið Sosial
urin hevur tosað við, sigur,
at tað als ikki er óhugsandi,
at fór bingjan við teimum 16
tonsunum í luftina, var einki
eftir av Havnini.
Trykkbylgjan hevði
verið øgilig
Spreingimeistarin sigur, at
16 tons er ein so ófatiliga
stór mongd, og tí er ilt at
meta um, hvussu stórar
fylgir tað hevði havt.
– Eg minnist tó fyri nøkr
um árum síðani, at eg saman
við Færøernes Kommando
sprongdi ein kassa við 25 kilo
av dynamitt og rørleidningum
í luftina úti á Glyvursnesi. Tá
merktu tey trykkbylgjuna
heilt inni á Skálafjørðinum,
og í Nólsoy brotnaðu fleiri
rútar. Hendan nøgdin, ið stóð
á Eystaru Bryggju, var jú fleiri
hundrað ferðir størri, og tí er
einki at ivast í, at fylgjurnar
høvdu verið øgiligar, um
bingjan fór í luftina, greiðir
spreingimeistarin frá.
Løgið at eingin
boðar frá
Tað undrar tó eisini spreingi
meistaran, at Skipafelagið
Føroyar, sum hevði bingj
una standandi á sínum øki,
ikki hevur heitt á Kaj Andr
easen um at flyta spreingi
evnini av økinum og goymt
tá í síni serligu sprengi
evnisgoymslu.
– Eg veit frá mær sjálvum,
at um man ikki fekk stundir
at fara oman á bryggjuna
eftir spreingievnunum hjá
sær, tá ið tey komu mánadag,
plagdi Eimskip at ringja dag
in eftir og biðja okkum koma
eftir tí sum skjótast, sigur
spreingimeistarin.
Eingin viðmerking
hjá innflytaranum
Sum áðurnevnt er tað Sp/f
Kaj Andreasen í Hoyvík, sum
átti bingjuna við teimum 16
tonsunum, ið stóð á Eystaru
Bryggju. Bergur Andreasen
hjá Sp/f Kaj Andreasen sigur,
at í løtuni hava teir ongar
viðmerkingar til málið.
– Vit meta málið sum ógvu
liga álvarsligt, men í løtuni
hava vit ongar viðmerkingar.
Vit koma tó við onkrari
útmelding seinni, sigur Bergur
Andreasen.
Heldur ikki hjá Skipafel
agnum Føroyar hava tey
hug at gera viðmerkingar til
málið. Árni Joensen, stjóri
á Skipafelagnum, sigur, at
tey hava nakrar heilt greiðar
reglur at ganga eftir í slíkum
førum, men hann fer annars
ikki at gera viðmerkingar til
málið í løtuni.
Sunnukvøldið kom
eldur í eini sethús
í gerð inni á Leiti í
Vestmanna. Av tí at
útkallingarskipanin
hjá alarmsentralinum
ikki riggaði, noyddist
sløkkiliðsleiðarin í
Vestmanna at tendra
lúðurin fyri at fáa
fatur á monnum
Eldur
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var beint eftir klokkan
ellivu sunnukvøldið, at
alarmsentralurin fekk boð
um, at eldur var í einum
sethúsum, sum eru í gerð,
inni á Leiti í Vestmanna. Tá
ið alarmsentralurin skuldi
brúka útkallingarskipanina
at fáa fatur á sløkkiliðnum í
Vestmanna, riggaði skipanin
ikki, og tí var neyðugt at
boða frá manuelt.
Lúðurin kom væl við
Símin Simonsen, sløkki
liðsleiðari í Vestmanna,
sigur, at hann sum tann
fyrsti fekk boðini frá alarm
sentralinum.
– Eg fekk boðini um eldini,
og samstundis var sagt, at
alarmsentralurin skuldi boða
restini av sløkkiliðnum frá. Eg
skundaði mær oman á støð
ina, og eg sá beinan vegin, at
tað gekk ov seint at fáa fatur
á monnum, tí tað vóru bert
nakrir heilt fáir aðrir mans. Tí
valdi eg tendra brandlúðurin,
sum hoyrist um alla bygdina,
og skjótt vóru 16 mans møttir,
greiðir Símin Simonsen frá.
Sløkkiliðsleiðarin í Vest
manna heldur, at slíkir lúðrar
eru ógvuliga hentir at hava,
og hann heldur, at allar bygdir
áttu at havt ein slíkan.
Tá ið sløkkiliðið kom á
staðið, har eldur var, kundu
teir tó staðfesta, at onnur
fólk har um leiðir høvdu
verið skjótari enn teir á
staðnum, og tey høvdu við
vatni sløkt eldin.
Kyknaði í ketlinum
Eldurin í nýggju sethúsinum
inni á Leiti kyknaði í ketl
inum í oljufýringini. Símin
Simonsen greiðir frá, at tað
brendi út ígjøgnum, og síðani
festi tað í tagskeggið og fór
nakað inn eftir loftinum.
– Nakrar sperrur eru
brendar, men húsini eru ikki
smíðað liðug innan. Eigarin
er byrjaður at innrætta hús
ini, men tað arbeiðið er ikki
liðugt, greiðir Símin Simon
sen frá.
Um bingjan við teimum 16 tonsunum var farin í luftina, er tað ógvuliga sannlíkt, at meginparturin av Havnini var farin við, sigur góðkendur spreingimeistari
Havnin hevði farið í luftina
Vestmenningar brúktu brandlúðurin
Eldurin kyknaði í ketlinum,
og tað brendi út ígjøgnum.
Eisini festi tað í tagskeggið, og
nakrar sperrur brendu
Mynd: Birgir Waag Høgnesen