týsdagur 4. apríl 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 67 - 4. apríl 2006
Hexa skifti eigarar í januar
mánað, og framtíðin sær
bjørt út hjá fyritøkuni.
Teir eru ein stórur aktørur
á íslendska marknaðinum,
men vilja gjarna førka seg
inn á aðrar marknaðir – eitt
nú tann føroyska.
Hexa er ein fyritøka sum
framleiðir arbeiðsklæðir.
Teir hava verið til í sløk 20 ár,
og hevur altíð verið rímiliga
stór í Íslandi, men nú tykist
tað veruliga sum um, teir
eru um at sláa ígjøgnum á
altjóða marknaðinum. “Vit
eru av álvara farin at økja
um okkara virksemi. Vit
hava keypt ein nýggjan,
størri bygning sum loyvir
okkum at hugsa í størri
formati”, sigur Guðmundur
Sigórsson, leiðari í Hexa.
Seinastu tíðina hevur Hexa
ført seg nógv fram, og nú er
Hexa fari undir samstarv við
felagið Fristad, sum er partur
av tí risastóra samtakinum
The Quintet Group. The
Quinted Group er ein tann
størsti aktørurin innan
arbeiðsklæðir í Evropa.
“Tað, at vit eru partur av
The Quintet Group, hevur
givið okkum eina heilt aðra
slagkraft, enn vit høvdu
áður. Vit kunnu nú vaksa
um fyritøkuna, tí vit hava ein
stóran tryggleika í hesum
samtaki”, sigur Guðmundur
Sigdórsson við Sosialin. “Vit
hava nú fingið møguleika
til at gera ein sáttmála við
eitt felag í Litava, sum fram
leiðir fyri okkum”, sigur
Guðmundur, og vísur har
við á, at Hexa eru væl við í
globaliseringini.
Heildarloysnir
“Tað sum vit veita kundan
um, er ein heildarloysn.
Vit hjálpa við øllum liðum
í framleiðslu av arbeiðs
klæðum, og kundin skal
kenna á sær, at hann er í
góðum hondum. Og tað er
umráðandi at vit altíð gera
okkara ítasta, fyri at verða
bestir á okkara øki”.
“Nú fara vit at menna
nýggjar vørur. Vit arbeiða
við nýggjum brand´um, so
vit eru bjartskygdir um fram
tíðina”, sigur Guðmundur.
Føroyar sum
royndarmarknaður
“Vit gleða okkum sera
nógv at koma til Føroya,
tí at vit halda at vit hava
nógv í felag við føroyingar
– bæði mentanarliga og
vinnuliga. Vit halda at før
oyski marknaðurin líkist tí
íslendska, tí vit síggja at tað
eru nógvir smáir aktørar á
marknaðin. Soleiðis er tað
eisini í Íslandi. Tískil meta vit,
at tørvurin á okkara vørum
er tann sami í Føroyum sum
í Íslandi”, sigur Guðmundur
Sigórsson. Tí hava vit eisini
ætlanir um at brúka tann før
oyska marknaðin sum roynd
armarknað. Nógvar stórar
altjóða fyritøkur hava nýtt
Ísland sum royndarmarknað,
og hetta hevur aloftast rigga
væl hjá teimum, tí at so
kann ein síggja atburðin og
móttøkuna hjá kundunum,
áðrenn framleiðslan verð
ur slept av álvara út á
marknaðin. Henda vitanin
hjálpir okkum við at menna
vøruna til fulnar, tí at vit
fáa tað neyðuga innlit hjá
kundanum”.
“Vit vóna at vit finna
onkrar samstarvsfelagar
meðan vit eru í Føroyum.
Okkum tørvar ein aktør sum
longu er inni í tí føroyska
marknaðinum, og tískil
eru vit sera spentir uppá at
koma til Føroya”, sigur Guð
mundur Sigórsson.
Hexa – ein fyritøka í menning
Fróðskaparsetrið á
Akureyri strembar
eftir samstarvi við
Fróðskaparsetrið í
Føroyum viðvíkjandi
framleiðsluni av
kervum, ætlað at tæna
ídnaðarsamfelagnum
og umsitingini
Mikael M. Karlsson
Fróðskaparsetrið á Akureyri
er ein almennur stovnur til
hægri lesnað, stovnaður í
1987 og liggur á Akureyri í
norðara partinum av Íslandi
(har búgva um 16.000 fólk).
Síðani stovnssetingina er
næmingatalið vaksið úr 13
til 1.575. Fyrstu frálæru
evnini vóru sjúkrarøkt og
handilsfyrisiting. Fróðskap
arsetrið er í løtuni í ferð
við at leggja um, og frá
heystinum 2006 vera fýra
fakultet: handilsfyrisiting og
nátturuvísind, heilsuvísind,
útbúgving, lógarverk og
samfelagsvísind. Fróðskap
arsetrið bjóðar útbúgvingar
á Bachelor-støði innan
átjan ymisk øki, sambært
vegleiðing frá teimum fýra
fakultetunum, og Mast
ers útbúgvingar innan
lógarverkið, heilsuvísind,
pleygu, nátturu tilfeing
isvísind, útbúgving/frálæru
og fiskarívísind. Setrið er í
leiðandi støði innan fjarlestur
um ravmagnsmediu.
Fróðskaparsetrið á Akur
eyri strembar eftir, at frá
læran er á høgum støði í
øllum lærugreinum. Ser
stakliga viðvíkjandi nýtslu-
vísindagreinum og tænastum
til útjaðaraøkið og handils-
samfelagið, samstundis
sum krevjandi læru- og
granskingarevni,
eisini
á undirstøði vera framd.
Stovnurin hevur serligt atlit
til læru og gransking tengd
at polarøkjum og samstarvar
neyvt við arktiskum gransk
ingarstovnar, sum eru til
staðar á stovnsøkinum,
tildømis ”Program for the
Protection of the Arctic
Marine
Environment”
(PAME), ”Conservation of
Arctic Flora and Fauna”
(CAFF) and ”The Vilhjálmur
Stefánsson Arctic Institute”.
Setrið hevur havt leiðandi
støði innan samskipanin av
”The Northern Research
Forum”, sum skapar støði
fyri effektivum, støðis
viðkomandi kjaki og felags
gransking
viðvíkjandi
norðurlendskum evnum.
Altjóða akademiskt
samstarv
Fróðskaparsetrið á Akureyri
er virkið innan altjóða aka
demiskt samstarv og víðkar
nógv um hetta økið í løtuni.
Vegna serliga atlitið sítt,
er Setrið virkin gevi til
”The Arctic University”
verkætlanina, samstundis
sum tað luttekur í altjóða
umbýtisavtalum, sum til
dømis
ERASMUS
og
NORDPLUS. Fyri at lætta
um umskiftið av studentum,
lærarum og granskarum,
vera rættiliga nógv læru
skeið hildin á enskum. Tó
so, Setrið er tilvitað um at
fremja tað ìslenska málið,
sum sjálvsagt er høvuðs
undirvísingarmálið
hjá
stovninum.
Samarbeiði
við Føroyar
Fróðskaparsetrið á Akureyri
hevur serligan áhuga í at
styrkja bondini við Fróð
skaparsetrið í Tórshavn, við
tí í hyggju at býta tilfeingi,
soleiðis at bygt kann verða
upp nýtilig há-góðskaði
akademisk program á
báðum stovnunum. Bæði
bi-lateral og multi-lateral
samstarvs-skipanir eru ætlað
at fremja. Slíkt samstarv
hevði styrkt um orkuna hjá
báðum stovnunum at tæna
handilssamfelagnum og
umsitingunum í báðum lond
unum. Í undan-samráðingum
við Fróðskaparsetrið, eru
ætlanir havdar á lofti um
samstarv innan lógarverkið,
Tekniskum-vísindi og sosial
um vísindaliga frálæru. Eitt
umboð fyri Fróðskaparsetrið
á Akureyri, harra Mikael M.
Karlsson, lektari á lógar-
og sosialu vísindardeildini
verður partur av íslendsku
handils
sendinevndini,
sum vitjar í Føroyum frá
5. til 7. apríl. Hann skal
hitta starvsfelagar frá
Fróðskaparsetrinum og før
oysk umsitingar umboð, í
eini roynd at fremja hesar
ætlanir.
Samstarv millum
Fróðskaparsetrini
á Akureyri og í Havn
Starvsfólk á Hexa
Fróðskaparsetrið á Akureyri
Næmingar, ið lesa jura á Fróðskaparsetrinum
fiorstein Gunnarsson, Skúlastjóri á Fróðskaparsetrinum á
Akureyri