Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 67 - 4. apríl 2006 Bretsku og amerikansku uttanríkisráðharrarnir hava vitjað í Irak. Vitjanin var púra óvæntað og gjørdi øll bilsin. Endamálið við ferðin var at skunda undir tilgongdina við at skipa stjórn í Irak. Har er støðan tann, at hóast tríggir mánaðir nú er lidnir síðan val var til tjóðartingið, er enn eingin stjórn skipað. Hetta er sjálvsagt ikki ein haldgóð støða og fyri hvønn dag, ið gongur uttan eina parlamentariska stjórn versn ar politiska og hernaðarliga støðan í landinum. Tað gongur ikki dagur uttan ræðuligar yvirgangsatsóknir og støðan millum Sunni- og Shia muslimar gerst alt verri. Hildið verður, at verður ein demokratisk stjórn ikki skjótt skipað, so endar støðan í Irak við borgarakríggi. Eitt borgarakrígg vildi verið ein sannur sorgarleikur fyri Irak og eitt borgarakríggj vildi staðið við í nógv ár. Tað er tí ikki so løgið, at Bretland og USA royna alt fyri at fáa irakar at semjast um eina stjórn við støði í tjóðartinginum. Men hóast tey bæði Jack Straw og Condolezza Rice hava kýtt seg, so komu tey aftur úr Irak sum av torvheiðum. Flokkarnir í tinginum standa ov langt frá hvørjum øðrum. Her er eisini meira tala um átrúnaðarligar og tjóðskaparligar rørslur enn um politiskar flokkar – kurdar, sunni muslimar og shia muslimar. Tað er era torført at fáa hesar partar at ganga saman og at fáa skipa eina parlamentariska stjórn við hesum pørtum. Meðan politikkararnir klandrast, stendur yvir­ gangurin við og versnar. Umleiðs 34.000 irak­ ar hava latið lív og millum tev og trý túsund amerikanskir hermenn eru fallnir í Irak. Ameri­ kansku og bretsku hermegirnar gerast alt meira til eitt hersetingarvald heldur enn einn fríandi megi, sum bjargaði Irak undan Saddam stýrinum. Støðan er serstakliga trupul fyri USDA, sum hevur nógv tann størsta herin í Irak. Hetta líkist alt meira Vietnam, har amerikanska hermegin so líðandi varð drigin inn í eitt kríggj, sum eingin í roynd og veru ynskti. Tað tykist fyri mongum, sum Irakkríggið eins og Vietnamkríggið hevur sína egnu inerti, sum eiginmegnar at broyta. Ivin breiðir seg í amerkanska almenninginum um tað skilagóða í at hava hermegina í Irak. Tað hastar tí veruliga við eini politiskari loysn og tí er tað mikið spell, at ferðin hjá Straw og Rice miseydnaðist. DAGSINS MEINING Sosialurin Ivin breiðir seg VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ein vinnari ella tveir taparar Fram á sjónvarpsgluggan trýnur Bárður Jákupsson um­boðandi útbrótararnar av lista­fólkunum, sum mót­ mæltu setanini av Helga Fossa­dal sum leiðara á Lista­­savn­inum, og sum tóku ta støðu ikki longur at sýna fram list teirra í Lista­skál­ anum. Bárður greiðir frá, at ong­ in veruliga hevur lurtað eftir sjónarmiðum teirra, og tí er henda óhepna støða íkomin. Bárður tulkar høv­ uðsorsøkina til støðuna vera, at teir ráðandi fram um alt ynsktu róð um ósemjuna á Listaskálanum. Við øðrum orðum atlitini til listina týddu minni. So kemur Kinna Poulsen fram á gluggan, eitt slag av uttanveltaðum fakpersóni, og heldur, at tá Helgi Fossadal varð settur í starv fram um listfrøðing, so var ymiskt sum bendi á, at orsøkin var, at listarlig áhugamál vóru ikki nóg høgt vird. Hon fintar til landsstýrismannin og kemur til ta niðurstøðu, at listarlig áhugamál vórðu sett til viks til frama fyri fíggjarlig áhugamál. Og Jógvan Páll Lassen, formaður fyri Listasavninum, avmarkar sínar viðmerkingar til eina tulking av orðinum “listfrøðingur“, og finnur fram til, at ongin tulking dugir. Sum uttanfyristandandi kanst tú so gita víðari og undrast á, at hesir partar, sum hava sum felags áhugamál “at virka best møguligt list­ ini at gangi”, bert megna at samskifta fyri opnari mikro­fon. Samskifti millum stríðandi partar gjøgnum fjølmiðlar hevur stórt sæð bert til endamáls at senda út signalir um makt ella at javna maktstøðuna partanna millum – og møguliga at fáa viðhaldsfólk. Altíð gott fjølmiðlaundirhald, men sjáldan serliga konstruktivt til trætuloysnir. Báðir partar tykjast hava ásannað, at støðan ikki er haldgóð, og at neyðugt er við einumhvørjum listfrøði­ ligum fakkunnleika knýttum at tjóðsavninum. Nevndin í Listaskálanum júst boðað frá, at hon tekur stig til set­ an av listfrøðiligum fak­kunn­ leika. Eitt úrslit sum líkist, tí útbrótararnir ynsktu. 1-0 til Listaskálan. Bárður tekur sjálvandi ikki undir við hesum. Hann ynskir ikki at missa andlit, og heldur fast við, væl stuðlaður av Kinnu, at listfrøðingur er ikki hvat sum helst. Hann er keddur um støðuna og tráðar gjøgnum sjónvarpsskýggjan eftir samkenslu, og vísir á, at ábyrgdin fyri syndar­ligu støðuni ikki liggur hjá út­brót­ arunum, men aðra­staðni – kanska sipar eisini hann til landsstýrismanninum. 1-0 er eitt gott úrslit fyri HB móti B36, men fyri Lista­ skálan, útbrótararnar og list­ arliga umhvørvið er úr­slitið ikki nøktandi. Endamálið er jú ikki kapping. Og ikki er vist, at úrslitið heldur er nøktandi fyri vinnaran. Taparin ynskir revanche, og siðurin er avmarkaður, um hesin dystur bara var tann fyrsti av fleiri komandi. Tey felags áhugamálini sum partarnir ivaleyst upp­ runaliga høvdu um listina, fjaraðu burtur í samband við ósemjuna um setanina, og ístaðin komu sjónarmið um fyri ella ímóti listfrøðingi. Trætan tyktist byrja við ósemjuni um leiðaran, men onnur áhugamál og aðrar kenslur kunnu hava verið brenni á bálið á trætuna, sum útkrystalliseraði seg til eitt fyri ella ímóti Helga Fossadal. Sjónarmið læsast, kjakið smalkar og úttsýnið fyri loysnum minkar. Illgitingar og persónsálop økjast, og partarnir gevast at tosa saman og fara hvør til sítt. Annar bólkurin hevur nú skansað seg í Listaskálanum og hin á Vestaru bryggju. Partarnir eru ovast á konflikstiganum, og bert dialogur fær teir nið­ ur aftur í heilum líki. Samstundis er greitt, at tess fastlæstari ein træta er, tess truplari er at fáa gongd á dialogin, at taka fyrsta stigið og at halda dialoginum á spor­inum, men um ynski er um haldgóðar og varandi loysnir, er dialogur, evt. við hjálp frá triðjapersóni, vegurin. Tá fáa allir partar høvi at greiða frá og lurta og seta seg inn í støðuna hjá hvør øðrum og kanna møguleikarnar fyri loysnum. Fortreytin er viljin at tosa sam­an, og drívmegin er ynski um eina felags loysn. Tann parturin sum í eini trætu, kanska ikki altíð av røttum, kennur seg sum tann sterkara, sum vinnara, velur kanska einsíðugt at taka stig, sum liggja upp­at teim­um krøvum, sum mót­part­ur­in hevði. Hetta ger, at grund­ arlagið undir sjónarmiðinum hjá mótpartinum máast burt­ ur, og at hesin sum frálíður noyðist at liva við úrslitinum. Tað stig sum Listaskálin nú tekur, at knýta listfrøðing til húsið, kann líkjast slíkum stigi, tí 1 -0. Trætan er kortini ikki burt­ ur, ónøgdin er har framvegis, ein ónøgd, sum í stóran mun botnar í tilgongdini til úrslitið og ikki so nógv í úrslitinum sjálvum. Trætan vísir seg tá í øðrum hami, onnur viðurskifti vera at stríð­ast um. Vit kenna tað so væl, hesar gomlu træturnar, sum ongin longur veit, hvat snúgva seg um, men sum liva sítt virkna lív, væl gøddar av vreiðum fólkum, sum kenna seg traðkað á, ikki hoyrd osv. Gott grundarlag fyri góð­ um samstarvi er, at báðir partar kenna seg hava ávirk­ an á bæði gongd og úrslit, so støðan gerst 1–1 og ikki 1– 0. Tí er so átroðkandi at fáa gongd á dialogin og at minka um stríðshugin, har viðhvørt annar vinnur og hin tapur, men heldur ikki er ókent, at báðir partar tapa. Um eg fari skeiv viðvíkj­ andi áhugamálum partanna í stríðnum fyri listini, og um tað veruliga er so, at part­­arnir ikki duga at sígga fyri sær ein felags framtíð í Listaskálanum, so er sjálv­ andi ongin orsøk at tosa um dialog. Trætan um listfrøðingin advokat og mediator Turið Debes Hentze