Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Nr. 67 - 4. apríl 2006 Cuxhaven Aarhus Varberg Moss Immingham Rotterdam Grundartangi Reykjavik Reydarfjordur Klaksvík Tórshavn Vestmannaeyjar Amerika Madrid Afrika Rom Fjareystur SP/F Samskip • Yviri vi› Strond 23 • Postboks 3255 • FO-110 Tórshavn • Tel. +298 308800 • Fax +298 308801 • torshavn@samskip.com · Hóskvøld av Klaksvík · Leygardag í Immingham · Mánadag í Rotterdam · Framflutningur til Fjareystur, Su›ur- og Eystureuropu, Ameriku og Afriku · Fríggjakvøld úr Århus · Árla mánamorgun í Føroyum · Beinlei›is til Føroya úr Reykjavík, Immingham, Rotterdam, Cuxhaven, Varberg og Århus www.samskip.fo …duga at Samskipa Ein av fyritøkunum, sum kemur til Før­ oya í samband við vinnuráðstevnuna, er Íslendska Um­boðs­ sølan. Birgir Bjarna­ son greiður frá, at ætlanin við ferðini til Føroya er, at finna lítil og miðalstór feløg, sum hava áhuga í einum øðrum søluliðið til teirra vørur Síðan 1970 hevur felagið Íslendska Umboðssølan selt sjógæti og sjógætisvørur runt um í heiminum. Talan er um frystan, saltaðan og turran fisk, ið tey selja. Birg­ir Bjarnason, stjóri, sig­ ur við Sosialin, at Ís­lendska Umboðssølan fyrst og fremst er inni á tí evro­pe­ iska marknaðinum, men hann dylur ikki fyri, at teir eisini javnan selja til tey stóru fjarskotnu londini sum Amerika, Kanada, Russland og Kina. “Okkara stórsti marknaður er helst niðri í suðurevropa, men vit eru eisini virkin aðrastaðni”, fortelur Birgir Bjarnason fyri okkum. Íslendska Umboðssølan selur nógvan ymiskan fisk, men tað er fyrst og fremst toskur, reyðfiskur og hýsa, sum fyritøkan selur mest av. “Vit gera mest við tann fisk sum livur á okkara leiðum”, sigur hann. Sostatt er tað talan um Íslendskan fisk, sum teir selja mest av. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Íslendska Umboðssølan hevur við Føroyar at gera. “Vit hava onkuntíð áður selt fisk til Føroya, og tað samstarvi hevur rigga væl”, sigur Birgir Bjarnason. Íslendska Umboðssølan leggur seg eftir at tryggja sær, at tey altíð veita eina framúr tænastu og ein rættvísan prís til framleiðarar. Eisini vilja tey leggja seg at veita eina trygga og góða tænastu í samband við sendingina av fiskinum til keyparan. Íslendska Umboðssølan legg­ur seg eisini eftir at halda allan flutningskostnað niðri á tí minimala. Altjóða royndir Fyritøkan er annars serkøn í altjóða handli við fiski. Ís­lendska Umboðssølan hev­ ur ígjøgnum 30 ár bygt upp royndir og vitan, sum ger at tey eru sera kappingarfør í hesum tíðum. Tað er týdn­ ingarmikið, at tey altíð hava eitt gott samband við kundarnar, soleiðis at tey kunnu menna álítandi vinnu­ viðurskifti millum keyparar og seljarar. “Globaliseringin ger at tú samráðst, keypir og selur til fólk runt um í heiminum, og tá er tað gott hjá okkum, at vit hava verið í vinnuni so leingi, tí tá fáa kundarnir eitt ávíst álit á okkum”. “Vit koma til Føroyar fyri at styrkja um netverkið, og vónandi finna vit eisini onkrar møguligar kundar. Vit eru sjálvandi altíð áhugaði í at vaksa um fyritøkuna, so hetta er ein natúrligur lið­ ur í hesum”, sigur Birgur Bjarnason. Íslendska Umboðssølan Birgir Bjarnason, stjóri á íslendsku umbo›ssøluni