týsdagur 4. apríl 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 67 - 4. apríl 2006
Ein av fyritøkunum, sum
kemur til Føroya í samband
við vinnuráðstevnuna, er
Íslendska Umboðssølan.
Birgir Bjarnason greiður
frá, at ætlanin við ferðini
til Føroya er, at finna lítil
og miðalstór feløg, sum
hava áhuga í einum øðrum
søluliðið til teirra vørur.
Síðan 1970 hevur felagið
Íslendska Umboðssølan selt
sjógæti og sjógætisvørur
runt um í heiminum. Talan
er um frystan, saltaðan og
turran fisk, ið tey selja.
Birgir Bjarnason,stjóri, sig
ur við Sosialin, at Íslendska
Umboðssølan fyrst og
fremst er inni á tí evrope
iska marknaðinum, men
hann dylur ikki fyri, at teir
eisini javnan selja til tey
stóru fjarskotnu londini sum
Amerika, Kanada, Russland
og Kina.
“Okkara stórsti marknaður
er helst niðri í suðurevropa,
men vit eru eisini virkin
aðrastaðni”, fortelur Birgir
Bjarnason fyri okkum.
Íslendska Umboðssølan
selur nógvan ymiskan fisk,
men tað er fyrst og fremst
toskur, reyðfiskur og hýsa,
sum fyritøkan selur mest av.
“Vit gera mest við tann fisk
sum livur á okkara leiðum”,
sigur hann. Sostatt er tað
talan um Íslendskan fisk,
sum teir selja mest av.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at Íslendska Umboðssølan
hevur við Føroyar at gera.
“Vit hava onkuntíð áður
selt fisk til Føroya, og tað
samstarvi hevur rigga væl”,
sigur Birgir Bjarnason.
Íslendska Umboðssølan
leggur seg eftir at tryggja sær,
at tey altíð veita eina framúr
tænastu og ein rættvísan prís
til framleiðarar. Eisini vilja
tey leggja seg at veita eina
trygga og góða tænastu í
samband við sendingina av
fiskinum til keyparan.
Íslendska Umboðssølan
leggur seg eisini eftir at
halda allan flutningskostnað
niðri á tí minimala.
Altjóða royndir
Fyritøkan er annars serkøn
í altjóða handli við fiski.
Íslendska Umboðssølan hev
ur ígjøgnum 30 ár bygt upp
royndir og vitan, sum ger at
tey eru sera kappingarfør í
hesum tíðum. Tað er týdn
ingarmikið, at tey altíð
hava eitt gott samband við
kundarnar, soleiðis at tey
kunnu menna álítandi vinnu
viðurskifti millum keyparar
og seljarar.
“Globaliseringin ger at tú
samráðst, keypir og selur til
fólk runt um í heiminum, og
tá er tað gott hjá okkum, at
vit hava verið í vinnuni so
leingi, tí tá fáa kundarnir eitt
ávíst álit á okkum”.
“Vit koma til Føroyar fyri
at styrkja um netverkið,
og vónandi finna vit eisini
onkrar møguligar kundar. Vit
eru sjálvandi altíð áhugaði í
at vaksa um fyritøkuna, so
hetta er ein natúrligur liður í
hesum”, sigur Birgur Bjarna
son.
Íslendska
Umboðssølan
Ari P. Wendel er leiðari í vinnutænastum í Landsbanka Íslands
%IMSKIP IS A MEMBER OF !VION 'ROUP 4HE COMPANY WAS THE FIRST SHIPPING LINE IN )CELAND BUT THROUGH THE YEARS IT HAS EVOLVED FROM BEING A SHIPPING LINE TO A TOTAL TRANSPORTATION AND LOGISTICS COMPANY 3KIPAFELAGI¦ IS A SUBSIDIARY OF %IMSKIP
'OTT FLUTNINGSKERVI NRIR UM VINNULÓVI¦
%ITT GOTT FLUTNINGSKERVI NRIR UM VINNULÓVI¦ n IKKI MINST Ó EINUM OYGGJASAMFELAG SUM &ROYAR (ENDAN SANNROYND VAR FREMSTA ORSK TIL AT 3KIPAFELAGI¦ &ROYAR Ó VAR¦ STOVNA¦ OG Ó SAMAN VI¦ %IMSKIP KUNDI TAKA ÈBYRGDINA AV STRSTA FLUTNINGSKERVINUM Ó .OR¦URATLANTSHAVI
-E¦AN &ROYAR NÞ AV ÈLVARA GERAST PARTUR AV ALHEIMSGER¦INI STENDUR UPPRUNALIGA ENDAMÈLI¦ HJÈ 3KIPAFELAGNUM FRAMVEGIS EFTIR SUM EIN VITI I¦ VÓSIR VEGIN !T NKTA ALLAN FLUTNINGSTRV È SJØGVI OG LANDI 6I¦ KEYPINUM AV 0&