týsdagur 4. apríl 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 67 - 4. apríl 2006
Fríggjadagin 7. apríl fyllir
ein kendur »havnarmaður«
ár, tí tá eru trýss ár liðin, síð
ani Heðin Mortensen var
borin í heim í Trongisvági.
Dagurin verður hildin við
móttøku í Müllers Pakkhúsi
seinnapartin mikudagin 5.
apríl, og tað er nokk eisini
honum so líkt, tí bráður er
hann sum fáur.
Longu hava aðrar heilsanir
staðið á prenti, so óneyðugt
er at endurtaka tað, onnur
hava sagt og skrivað, og tá
talan er um Heðin Morten
sen, er heldur ikki neyðugt
við endurtøkum, tí har skuldi
verið nóg mikið at tikið av!
Vanliga gongur hann ikki
í hatti, og tað kann sjálvandi
tykjast mongum eitt sindur
løgið, tí tað eru fáir núlivandi
føroyingar, ið hava so nógvar
»hattar«, sum júst borgarstjórin
í høvuðsstaðnum. Tað er ikki
tann nevnd, hann ikki hevur
verið við til at mannað, og
ikki tað álitisstarv, hann ikki
hevur havt um hendi hesi seks
áratíggjuni, hann hevur balst
á foldum.
Merkisvert er kortini, at
hóast mangar og ólíkar upp
gávur, ið hann óræddur og
altíð spentur hevur tikið á seg,
so hoyrist ongantíð nakað
um, at hansara ábyrgdarøki
liggja í órøkt. Tvørturímóti,
so er hann álítandi, raskur
og ágrýtin, og fram um tey
flestu dugir hann at síggja
avbjóðingar og møguleikar,
har onnur stara seg blind í
trupulleikum…
Samskipanarlig evni hevur
hann sum fáur, og skalt tú
hava nakað gjørt, er bara at
heita á Heðin. Ikki tí, tað
merkir ikki neyðturvuliga, at
hann sjálvur ger alt arbeiði,
tí soleiðis gongur tað ikki
fyri seg, tá hann kemur upp
í leikin. Heldur oysir hann
bara av sínum frálíku evnum
at seta júst tey røttu fólkini
í sving, so tað verður gjørt,
sum gerast skal.
Og beista væl fylgir
hann við, tá hann hevur sett
okkurt í gongd, tí sjálvt ikki
minstu smálutir fara aftur
við borðinum, uttan at hann
gevur sær far um teir. Alt skal
bara vera í ordan, og so kann
tað annars vera fullkomuliga
líkamikið, um tað er stórt ella
smátt. Tað skal bara rigga!
Trívist í vási
Hetta skal nú heldur ikki
misskiljast, tí á ongan hátt
er tað at gera Heðini rætt,
um sagt verður, at hann
ikki sjálvur tekur eina hond
í. Hann er sanniliga ikki
bangin fyri at fáa skitt undir
neglirnar, og hóast fjøldin
man kennast best við hann
sum ein altíð stílfullan mann
í klædningi við heiðurspynti í
reversinum, stroknari skjúrtu
og einum slipsi, ið »match
ar«, so trívist hann eisini væl
í cowboybuksum og myrka
morreyðari troyggju, tá tað
krevst.
Saman við beiggjunum
hevur hann í mong harrans ár
havt trøð í Havnardali, og har
ganga bæði hønur, dunnur,
gæs og seyður. Eru grindaboð,
stendur Heðin í fremstu røð
við hvassasta knívinum at
skera upp, umframt at hann
er sjáldsamur snillingur, tá
tað kemur til at hagreiða. Í
harutíðini letur hann summar
dagar tann innara Rambo
sleppa framat, tá hann við
øðrum góðum fólki gongur
fjøllini við løddari byrsu. Bara
fyri at nevna nøkur ting burtur
úr rúgvuni.
Tá alt hetta er á skránni,
er stílurin ein annar, men
tó minst líka nógv hansara
egni, sum hin annars alment
betur kendi »flippustílurin«.
Ásannast má, at vásaklæðini
verða lagað eftir høvinum í
hvørjum einstøkum føri, hóast
fjøldin kanska hevur torført
við at ímynda sær mannin
órakaðan og í uppbrotnum
gummistivlum…
Hjallurin við Hoyvíksvegin
er ein kapitul fyri seg sjálv
an, tí tað er næstan so, at tú
mást lata teg í stívasta pussið,
áðrenn tú fert innar, so reint
og ordiligt er har. Her ræður
gastronomiskur intelligensur,
langt út um tað vanliga! Einki
við at snikast millum gásakrov,
harur og skerpikjøt, tí alt er
so nossligt og væl fráging
ið, at Heilsufrøðiliga Starvs
stovan sjálvt ikki við sínum
allarringasta illvilja nakrantíð
á ævini kundi stongt hann!
Altíð høg mál
Í virknum ítróttarhøpi hava
kendastu avrikini verið við
ár í hendi, og tað eru tey
enn. Heðin er ein av »teim
um gomlu« í Havnar Róðr
arfelag, sum stoltir fara av
landinum minst eina ferð
um árið at rógva kapp við
útisetar, ið hvørja ferð
mugu lúta fyri drivnu báts
manningini, ið hevur fingið
sær til fastan vana at hava
steyp og heiðursmerki við
heimaftur.
Eisini ítróttinum eru organ
isatorisku evnini hjá Heðini
komin til góðar, tí við fastari
hond og einum stórum alski
til allan ítrótt, bæði fámentan
og fjølmentan, hevur hann
skjótt sitið við borðendan í
ítróttarsambandinum í ein
mansaldur. Sum við øllum
øðrum, skal tað eisini har
ganga við rúkandi ferð,
og heldur ikki innan ítrótt
aryrkið er Heðin bangin fyri
at seta sær høg mál.
Nevnast kann stríðið
fyri føroyskum limaskapi í
altjóða olympisku familjuni,
ið hevur verið drúgt og
tungt. Sjálvt ikki, tá ídnastu
fullveldisfólk – av øllum
– við hond og fót royndu at
niðurberja alla hugsan um,
at Føroyar eisini á olympiska
vígvøllinum kundu standa
stoltar, slepti hann málinum,
men helt á at stríðast fyri
at vinna Føroyum hægstu
rættindi og viðurkenning
sum ítróttartjóð.
Og sum við øllum, tá
Heðin hevur ein fingur við
í spælinum, er eisini gongd
í tí málinum. Tann dag før
oyskur limaskapur í IOC er
veruleiki, verður tó orsøk
hjá øllum at fegnast, og tað
er eisini aðalmálið við tí,
Heðin fæst við. Hann gongur
ikki í smáum skóm!
Politiskir sjógvar
Politiskt hava brotasjógvarnir
eisini mangan skolað oman
yvir hann, uttan at tað
kortini hevur gjørt honum
mun, tí yvirlivilsisevnini eru
framúr. Ikki sørt, at tú fert
at hugsa um tundurproppin,
ið altíð kemur undan aftur,
tá hann verður trýstur niður
í vatnið. Tað er einki minni
enn undrunarvert, at hann
hevur verið so áhaldandi og
íðin, tí oftast hevur harðasta
mótstøðan verið frá teimum,
ið av sonnum áttu at verið
hansara hollastu stuðlar.
Tað gav at býta eftir
síðsta býráðsvalið í Havn, tá
floksfelagarnir ikki dugdu
at síggja tað eyðsýnda í tí,
at maðurin, sum val eftir val
hevði útvegað flokkinum
túsundtals atkvøður, var nátt
úrliga valið til hægsta pol
itiska sess í høvuðsstaðnum.
Her kom Jantelógin veruliga
til sín rætt, men sjálvt ikki tað
fekk Heðin at missa ondina
– og enn minni seg sjálvan.
Onnur høvdu til alla
lukku gott eyga fyri, hvat
best var fyri Havnina og
alla kommununa, og tá
Heðin telvaði sítt higartil
besta politiska talv, gjørdi
hann samstundis upp við
fráfalna politiska baklandið
og tók avleiðingarnar, ið
máttu takast, meðan harðast
leikaði á. Eitt skjótt, men væl
gjøgnumhugsað, floksskifti
varð endin á søguni, og høv
uðsstaðurin hevur fingið sín
helst virðiligasta borgarstjóra
nakrantíð.
Skuldi so onkur hildið, at
slík politisk lokabrøgd – og
tey hava verið fleiri millum ár
og dag – gera mannin beiskan
ella hevndarhugaðan, so fara
tey fullkomuliga skeiv. Í
hansara verð er alt hetta langt
síðani gloymt og farið, tí tað
ræður alla tíðina um at koyra
á og hyggja frameftir. Heðin
er nevniliga ongantíð komin
bakkandi til nakað!
Besta baklandið
Havandi í huga, hvussu nógv
um vási Heðin hevur verið
uppií øll hesi mongu árini,
er tað sjálvsagt, at einki av
hesum hevði latið seg gjørt,
um ikki heimliga baklandið
var av tí besta. Og tað er
tað, tí Heðin hevur í Hjørdis
eina góða konu, ið veruliga
stendur honum við lið sum
dyggastu stuðul, nakar kann
hugsa sær.
Teirra fýra børn – døturnar
Elin, Ann, Guðrun og sonurin
Eirikur – eru saman við teirra
tilsamans átta barnabørnum
nakað, Hjørdis og Heðin ganga
høgt uppí og liva fyri. Tey eru
familjukær og hava eitt heim,
ið er trygga og grundfesta
basan hjá barnaskaranum,
harav fleiri búgva niðri, men
vitja heim, so ofta stundir og
umstøður eru til tað.
Sjálvur dylir Heðin heldur
ikki fyri, at uttan Hjørdis
hevði hann ikki verið tann,
hann er, og uttan hana hevði
hann heldur ikki rokkið øllum
teimum mongu málum, hann
hevur rokkið millum ár og
dag. Somuleiðis hava børnini
verið dyggir stuðlar, eins væl
og foreldrini altíð hava stuðlað
teimum væl. Og bæði tvey eru
tey sum unglingar, løtt í sinni
og altíð við hjartanum á rætta
staðnum.
Vit eru óivað mong, ið
gleða okkum at heilsa upp
á føðingardagsbarnið og
familjuna, nú dagurin verður
hildin í Müllers Pakkhúsið
seinnapartin mikudagin.
Men hiðani skal ljóða eitt
stórt tillukku til eitt stórt
føðingardagsbarn, ið eftir
øllum at døma fer at rokast
við somu ferð í mong ár
aftrat.
Alt annað vildi verið
ímóti náttúruni, soleiðis
sum hesi trýss árini higartil
eru flogin avstað við einum
stak hendingarríkum og
innihaldsfullum lívi!
frændi
Rokmaður rundar tey trýssinstjúgu
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fjøldin kennist helst best við Heðin Mortensen sum ein altíð stílfullan mann í klædningi við heiðurspynti í reversinum, stroknari skjúrtu og einum slipsi, ið »matchar«. Men hann trívist eisini væl í
cowboybuksum og myrkamorreyðari troyggju, tá tað krevst. Her nøkur dømi um ein meira »avslappaðan« Heðin á fjøllunum, í grind, við seyði, í summarhúsinum í Leynum og á ferð uttanlands.