Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 67 - 4. apríl 2006 Síðan 1991 hevur Skipa­felagið Føroyar, verið tað før­andi felagið innan flutn­ ing í Føroyum. Nú er Skipafelagið runnið saman við Eimskip og The Avion Group, sum er eitt altjóða flutningsfelag, sum virkar bæði sjóvegis og loftvegis. Felagið vísir á eitt ársúrslit sum liggur omanfyri 1.500 milliónir amerikanskar doll­ arar, og hevur umleið 4.500 starvsfólk knýtt at sær kring allan knøttin. The Avian Group er skrásett í íslendska virðis­bræva­ marknaðinum Flaggskipið hjá Eimskip í seinastu øld “MV Gull­ foss”, var javnan í Før­oy­um í samband við ferða­fólka­ flutning. Eisini var samstarv millum Skipafelagið og Eimskip, tá ið tann fyrsti Gullfoss, (sum kom í flotan hjá Eimskip í 1915), varð seldur til Skipafelagið í 1947. Tá ið Gullfoss varð seld­ur til Føroya, sigldi hann undir navninum MV Tjald­ur. Eimskip hevur verið virkið innan flutning og logistik á føroyska marknaðinum síðan 1988, tá ið Eimskip byrjaði regluligt virksemi í Tórshavn. Í 2004 gjørdist Faroe Ship partur av feløgunum hjá Eimskip, og í 2005 fingu teir farmaflutningsfelagið P/F Heri Thomsen afturat sær. Í mars mánaði 2006 keypti P/F Heri Thomsen Farmaleiðir, sum var ein av teimum fyrstu fyritøkum landsins sum varð einskilt. Samskipanin millum virksemi hjá Eimskip og teimum lokalu fyritøkunum, ger at føroysku kundarnir nú eru knýttir at tí globala flutningskervinum hjá Eimskip. Hetta gevur eis­ ini Skipafelagnum møgu­ leikan at víðka um sítt flutningsvirksemi á landi í Føroyum, soleiðis at tey nú kunnu nøkta tørvin við hækkaðum títtleika og gera sær dælt av tí alsamt vaksandi føroyska vegakervinum. Í løtuni arbeiðir Eimskip við at víðka um sítt altjóða virksemi innan flutning av hitastýrdum flutningi, og leggja serligan dent á at røkja fiskaídnaðin. Hetta virksemi veksur skjótt, og Eimskip flytur nú omanfyri tvey tons frystum og niðurkøldum farmi árliga. Skipafelagið er ein týðandi partur av hesum kervinum. Skipafelagið er nú partur av eini sera effektivari flutn­ ings­skipan, sum Eim­skip hevur skapað í Norður­ atlant­inum. Kjarnan í hesi skipan eru bingjuskipini hjá Eimskip, skipini hjá norska dótturfelagnum Eimskip – CTG og skipini hjá Faroe Ship. Í alt eru umleið 30 skip. Eimskip hava bílagt sær fýra nýggj skip, sum eru spesialiserað til niðurkøldan flutning. Hesi skip kunnu eisini flyta bingjur á dekkinum. Tað fyrsta skipið av hesum slag er longu komi, og hini trý verða tikin í nýtslu í ár og komandi ár. Eimskip hevur ment eitt umfatandi kerv av køli­ goymsl­um, sum liggja í teim­um størstu evropeisku, kinesisku, amerikonsku og kanadisku havnunum. Fyriuttan sítt egna virksemi í Norðuratlantinum, bjóð­ ar Eimskip eina heims­um­ fatandi tænastu av hita­ stýrd­um flutningi. Hetta gera tey í samstarv við fleiri altjóða bingjuskipum/ fyritøkum. Skipafelagið og tess kundar hava eisini óavmarkaða atgongd til hetta flutningskervið. Sostatt kann Skipafelagið nú bjóða sínum føroysku kundum eina umfatandi al­ tjóða flutningstænastu, bæði hvat viðvíkur innflutn­ingi, og útflutningi av fiska­vørum kring allan knøttin. Eimskip – heimsumfatandi flutningur Stakkarin setir bingjur til kranan á Godafoss, sum fer leygarmorgun úr Føroyum beinleiðis til Rotterdam Godafoss/Dettifoss fara úr Århus fríggjakvøld og verða lossaðir sunnudag í Tórshavn