Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 4. apríl 2006 21 Kadima og Ehud Olmert vunnu tjóðartingsvalið, men Arbeiðaraflokkurin vil hava sín formann til forsætisráðharra. Ísrael Árni Joensen fartekst@mail.dk Ísraelsk lóg sigur, at aftan á eitt val skal forsetin venda sær til hansara, sum má haldast at hava bestu møguleikarnar at skipa stjórn, so hann kann royna seg fyrst. Kadima vann valið, og tí hevur tað verið mett sum givið, at formaðurin, Ehud Olmert, fær áheitanina frá Moshe Katzav, forseta. Men Arbeiðaraflokkurin, sum er tann næststørsti, kunngjørdi í gjár, at hann hevur bestu møguleikarnar at skipa eins nýggja stjórn, og at forsetin tí eigur at venda sær til formannin, Amir Peretz. – Okkara valtøl vísa, at tað eru fleiri samgongu- møguleikar, segði Eitan Cabel, sum er ein av oddamonnunum í Arbeið- araflokkinum. Hann legði afturat, at Ísrael tørvar eina stjórn, sum kann loysa teir sosialu trupulleikarnar uttan tó at gloyma ta diplomatisku síðuna, og hann mælti øllum tinglimunum til at skjóta upp, at Amir Peretz verður forsætisráðharri. Politiskir eygleiðarar í Ísrael vænta kortini ikki, at Amir Peretz verður landsins næsti forsætisráðharri. Teir halda, at Arbeiðaraflokkurin ger vart við seg fyri at tryggja sær fleiri týðandi málsøki í einari komandi samgongustjórn við Kadima. Óvanligur stuðul Sambært eygleiðarunum kann Amir Peretz kortini vænta sær stuðul frá í hvussu er einum, sum stendur Ehud Olmert nær, tí Aliza Olmert, sum er gift við virkandi forsætisráðharranum, hevur ikki dult fyri, at hon er ímóti, at maður hennara verður forsætisráðharri. Aliza Olmert er listarkvina og verður hildin at hoyra til vinstravongin í ísraelskum politikki. Hon hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at hon hevur ikki somu politisku áskoðan sum maðurin. At tey bæði ikki draga eina línu sást týðiliga valdagin. Hon var ikki og atkvøddi saman við manninum, sum annars er tað vanliga, men gekk uttan fyri Jerusalem og tók myndir. Í einari samrøðu stutt undan valinum segði Aliza Olmert, at hon hevur ongantíð so mikið sum hugsað um at atkvøða fyri manninum. Síðani mánaðarskiftið hevur USA mist 13 hermenn í Irak. Irak-kríggið Árni Joensen fartekst@mail.dk Minst níggju amerikanskir hermenn doyðu sunnudagin og í gjár í Irak, og harvið hevur USA mist 2.342 hermenn, síðani kríggið byrjaði. Fýra hermenn doyðu í skotbardaga í tí ófrið- arliga Anbar-landspartinum vestan fyri Bagdad, og fimm herflotamenn doyðu, tá last- bilur teirra fór útav nærhendis einari hernaðarligari flog- støð í Asad. Tríggir aðrir herflotamenn, sum vóru í lastbilinum, eru ikki komnir afturíaftur. Washington Post skrivar, at 32 amerikanskir hermenn fullu í Irak í mars mánað, men vísir á, at longu nú eru 13 falnir í apríl. Útlitini fyri friði eru heldur ikki tey bestu, hóast uttanríkisráðharrarnir úr USA og Bretlandi júst hava verið í Bagdad og tingast vvið myndugleikarnar har. Sambært Washington Post staðfestu vitjaninar, at ósemjan ímillum teir ymsu bólkarnar í Irak er stór, og at bólkarnir eisini eru ósamdir innanhýsis. UTTAN ÚR HEIMI Sjálvboðin oljuverja Hann kann fáa deyðarevsing Ófriður í Turkalandi Neyðtók 11 ára gamla gentu Peretz bjóðar Olmert av Mannfallið í Irak veksur Amir Peretz heldur, at hann eigur at skipa stjórn í Ísrael. Í Noregi heldur umhvør- visverndarfelagsskapurin WWF-Norge, at norðmenn eru als ikki fyrireikaðir til eina stóra oljudálking, og tí hevur felagsskapurin gjørt av at taka síni egnu stig, skrivar Dagsavisen. Málið er at útbúgva fólk, so tey vita, hvussu tey skulu bera seg at, um illa vil til. Tey fáa tilboð um eitt skeið, har tey millum annað læra, hvussu olja skal takast upp á strondini, og higartil hava umleið 60 fólk tikið av tilboðnum. Men málið er at fáa fleiri túsund at virka sum sjálvboðin oljuverja, sigur WWF-Norge. Í Norðurnoregi óttast fólk serliga, hvat kann henda, um eitt av teimum stóru russisku oljuskipunum, sum sigla tann vegin, kemur illa fyri. Blaðið hjá norska sjómannafelagnum skrivaði herfyri, at tilbúgvingin í Norðurnoregi er alt ov vánalig og als ikki før fyri at taka sær av einari stórari oljudálking. Tað viðganga myndugleikarnir í Oslo eisini, men siga, at teir hava biðið um meiri pengar til at bøta um tilbúgvingina við øktum skeiðvirksemi. Eitt nevningating í USA gjørdi í gjár av, at marokkanin Zacarias Moussaoui kann dømast til deyða og avrættast, tí hann var við til at fyrireika álopið á USA tann 11. september í 2001. Tað er kortini ikki vist, at hann fær deyðadóm, ella at dómurin verður fullførdsur, tí rætturin skal taka støðu til ymsar løgfrøðiligar spuningar fyrst, skrivar AP. Zacarias Moussaoui hevur undir avhoyringum viðgingið, at hann skuldi ræna eitt flogfar tann 11. september í 2001 og stoyta tað niður í Hvítu Húsini í Washington. Men ætlanin varð av ongum, tí Moussaoui varð tilin tríggjar vikur undan álopinum. Zacarias Moussaoui. Seinastu árini hevur tað verið rættiliga friðarligt í tí kurdiska økinum har eysturi í Turkalandi, men teir seinastu dagarnar hava fleiri samanbrestir verið ímillum kurdar og løgregluna. Tveir kurdiskir menn, sum vóru 19 og 78 ára gamlir, doyðu á einum sjúkrahúsi í kurdiska býnum Diyabakir í gjár, eftir at teir høvdu fingið álvarssamar løstir í samanbresti við løgregluna. Sambært myndugleikunum hevur ófriðurin kostað minst 15 mannalív, og fleiri hundrað fólk hava fingið skaða, síðani ófriðurin tók seg upp í Diyabakir í síðstu viku. Turkisku myndug- leikarnir siga, at tað vóru kurdar, sum tveittu nakrar bumbur eftir einum bussi í Istanbul fyrrakvøldið. Bumburnar vórðu tveittar úr einum bili, og sambært myndugleikunum rendi bilurin á fleiri fólk, eftir at menninir høvdu tveitt bumburnar. Løgreglan í Warwickshire í Bretlandi hevur skuldsett ein 15 ára gamlan drong fyri at hava neyðtikið eina 11 ára gamla gentu á vesinum í einum stórhandli fyri einum mánað síðani. Gentan var farin at keypa saman við mammuni, men tá hon fór á vesi, fór tann 15 ára gamli drongurin aftan á henni og neyðtók hana. Gentan kendi ikki drongin, men greiddi løgregluni frá, hvussu hann sá út. Kortini vísti tað seg at vera trupult at finna hann, men í síðstu viku varð tann 15 ára gamli tikin og skuldsettur. Løgreglan sigur, at hon hevur havt samband við drongin fyrr. Millum annað hevur hann verið uppi í fýra harðskapsmálum og einum innbroti.