Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 66 - 3. apríl 2006 Vit kunnu í dag avdúka, at Com­ mit­ments sangarin Andrew Strong og danski bólkurin Car­ park North spæla í Føroyum á jóansøku. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Vit kunnu í dag avdúka tvey av nøvnunum, ið spæla á Jóansøkufestivalinum. Tal­ an verður um lívligan sól og blús tónleik við frálíka írska sangaranum Andrew Strong og danskan elektroniskan popprokk við Carpark North. Vit avdúkaðu longu fyrst í januar, at ein av før­ oysku festivalunum hevði Carpark North á skránni í ár, nú er tað váttað, at talan er um Jóansøkufestivalin. Jóansøkufestivalurin 2006 verður í Vági í døgunum 22. – 25. juni. Tónleikurin er fólkaogn Andrew Strong gjørdist heims­ kendur í filminum hjá Alan Parker The Commitments. Tann tá 17 ára gamli Strong spældi ómøguligi sangarin í írska sólbólkinum The Commitments, ið stríddust fyri at gerast heimskend. Strong sang við síni frálíku rødd løg sum Mustang Sally og In The Midnight Hour so sannførandi, at sang­ irnir gjørdust fólkaogn, og Andrew Strong gjørdist stjørna. Fleirfaldað platin Síðan tá hevur Strong givið fleiri fløgur út sum solistur og luttikið á útgávum hjá øðrum. Fløgusølan hevur verið sera góð og fleiri platinp­ látur eru komnar á hillina hjá Andrew Strong. Hetta hevur havt við sær at Strong hevur spælt á konsertferðum við so stórum nøvnum sum Elton John, Prince, Lenny Kravitz og The Rolling Stones. Mustang Sally í Vági Í Oktober mánað í fjør gav Andrew Strong út eina Great­est Hits fløgu við øll­­um teim­um stóru slag­ar­ un­­um, um­framt at nýgg­­ir sang­ir eisini vóru á fløg­­uni. Síðan fløgan kom út, hevur Andrew Strong verið á kon­ sert­ferð, júst nú er hann í Austrialia. Men í juni gong­ ur leið­in til Før­oya, har Jóan­ søkufestivalurin leggur pall til hesa fráliku sangrøddina. So suðuroyingar og jóan­ søkugestir sleppa at skrála við til Mustang Sally og øll hini hittini, hjá Strong. Danskur heimsklassi Í september mánað í fjør gjørdi danski rokkbólkurin Carpark North innrás í Før­ oyum, tá teir høvdu tvær konsertir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Ummælarin hjá Sosialinum skrivaði soleiðis um tað fyrru konsertina í Fuglafirði: Carpark North fóru á pallin og spældu so sannførandi rokktónleik, at ongin ivi var um, at hetta er ein bólkur í heimsklassa. Teir forkelaðu okkum við sonnum oyrakrási. Hetta var snøgt sagt tann besta kon­sertin, sum hevur verið í Føroyum í langa tíð. All things to All People Carpark North sá dagsins ljós í Århus í 1999, tá teir tríggir Lau Højen (vokal, guitar m.m.), Søren Balsner (vokal, bas m.m.) og Morten Thorhauge (trommer, per­ cussion, programmering) stovnaðu bólkin. Bólkurin fekk skjótt sítt gjøgnumbrot. Teirra fyrsta demofløga “Carst­ereo”, kom út í 2001. Hetta er mest selda danska demofløga nakran­ tíð. Við fløguni “Carpark North”, sum kom út í 2003 fekk bólkurin sítt stóra gjøg­ numbrot. Fløgan seldi út við 50.000 eintøk, og sangurin “Transparent and Glasslike” var mest spældi sangur í donsku útvarpsrásini P3. Hetta árið vann bólkurin eisini fleiri virðislønir fyri bæði fløg­una og sang­in “Trans­parent and Glass­like”. Í apríl 2005 gav bólk­­ur­in út fløg­una “All things to all People” og hev­ur bólk­­ur­­­in í hes­­um sam­bandi ver­ið á kon­sert­ferð og spælt nógva­ staðni, bæði í Norðurlondum og í Týsklandi, haðani bólk­ urin júst er afturkomin í vikuskiftinum. Á jóansøku festivalinum fáa tey, sum enn ikki hava upp­ livað Carpark North á kon­ sert, møgu­leik­an at uppliva henda framúrskarandi kon­ sertbólk. Jóansøku­ festi­valurin skal rokka Vit hava leita eftir góðum livebólkum at spæla á festivalinum í ár. Okkara ætlan er, at fólk, sum kemur á festivalin, fær ordiliga góðar konsertupplivingar av høgari góðsku, sigur Dennis Holm fyriskipari av Jóan­ søku­festi­valinum.. Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Vit kunnu í dag avdúka tvey av høvuðsnøvnunum á Jóansøkufestivalinum, Andrew Strong og Carpark North. Tað var ein væl nøgdur fyrireikari, ið vit fingu orð á í gjárkvøldið. Dennis Holm greiddi frá, at hesi bæði nøvnini eru ymisk og hava ymiskar málbólkar, men tey hava tað til felags, at talan er um fantastiska góðar live­ bólkar. “Vit hava leita eftir góð­um livebólkum at spæla á festivalinum í ár, okkara ætlan er, at fólk, sum kemur á festivalin, fær ordiliga góðar kon­ sertupplivingar av høgari góðsku. Vit eru sera glað fyri, at hava fingið ein so tiltiknan góðan sangara sum Andrew Strong. Tí hansara soul og blues tón­ leikur, riggar væl á eini rokkkonsert. Tú verður rokkaður, og tað er viktigt, tá tú fert á konsert.”, segði Dennis Holm. Andrew Strong vendur sær til ein rættiliga breiðan málbólk, men tað er eingin ivi um, at tað nokk eru tey, sum eru yvir 25, ið kenna hann best. Carpark North er eisini ein bólkur við breiðum málbólki, men eisini tey, ið eru yngri dáma bólkin væl. “Hetta er ein tann besti konsertbólkurin í Danmark, og í Fuglafirði í heyst vóru fólk frá Jóan­ søkufestivalinum og upp­ livdu bólkin live, so vit vita at her er talan um góðsku.”, segði Dennis Holm, ið somuleiðis lat væl at fyrireikingunum. Jónsøkufestivalurin verð­ur frá hósdegi 22. juni til sunnudag 25. juni. Tey fyrstu 1000 atgongu­ merkini verða seld fyri ein serligan lægri prís. Mustang Sally á jóansøku Andrew Strong er tiltikin góður á konsertum mynd: Scanpix.dk