Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 3. apríl 2006 7 Hóast eingin leikari er meir enn 15 ár, er nýggi leikurin hjá Klaksvíkar Sjón­ leikarafelag “Hvør vann í dag?” óvanliga væl spældur. Børn og barnsligar sálir kunnu gleða seg til sera gott undirhald frá fyrstu løtu Sjónleikur Elin Neshamar Praktikantur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nú um vikuskiftið hevur Klaksvíkar Sjónleikarfelag framført barna- og fam­ilju­ leikin “Hvør vann í dag”. Tað er Adelborg Linklett, ið seinastu 3 mánaðirnar hevur vant teir níggju leikararnar, sum eru børn og ung millum 10 og 15 ár. Dreymur og veruleiki Leikurin snýr seg í stuttum um gentuna Káru, sum ikki sleppur við foreldrunum at ferðast, men má verða heima, saman við strongu Elsu fastir. Elsa fastir er ein av tí “gamla slagnum”, ein av teimum, sum vil at Kára skal rudda, vaska sær um hendurnar og í song í seinasta lagi klokkan hálvg­ un sjey. Hetta vil Kára als ikki vera við. Hon leggur seg at sova, og droymir, at leikurnar hjá henni, dukkan Maria, bamsan Brummus og Uglan Krøs, gerast livandi og hjálpa henni, at gera fastr­ini fortreð. Har verður kríggj. Sum aðrar góðar barna­ søgur endar alt tó við, at Kára og fastirin tosa væl saman, og so hava tær kortini nógv til felags. Væl spældur leikur Leikurin vendir sær serliga til børnini, til dømis varð byrjað við, at ein klovnur kom inn í salin og býtti ballónir út. Hetta dámdu børnunum sjálvsagt sera væl. Eisini dugdu leikararnir sera væl alla tíðina at venda sær til áskoðararnar og fáa tey við í leikin. Hvørja ferð vóru børnini líka spent at blanda seg uppí, t.d. við at hjálpa Káru, og allan leikin á tamb stuttleikaðu bæði børn og vaksin sær óført. Sjálvur leikurin var óvan­ liga væl spældur, og eftir hvat vit dugdu at síggja, gjørdi eingin nakran feil. Í flestu førum vóru leiklutirnir rættiliga krevjandi, við tað, at leikurin alla tíðina skifti ímillum dreym og veruleika. Til dømis hevur neyvan ver­ið lætt hjá bamsuni og dukkuni, at vera “livandi” so skjótt fastirin hugdi burtur, og skunda sær at vera lívleys dukka og bamsa aftur, so skjótt hon hugdi. Eisini fóru sera nógvar stuttligar hendingar fram á pallinum, har tað óivað var ringt at halda sær og ikki fara at flenna. Leikurin hevur heitið “Hvør vann í dag?”, tí hann á ein hátt snýr seg um kríggið millum Káru og fastrina, men tá klovnurin so at enda kom á pallin og spurdi áskoðararnar, hvønn tey hildu hava vunnið í dag, var ikki so lætt at svara. Tí aftaná alt klandrið, vísti tað seg kortini, at Kára og Elsa fastir ikki vóru heilt ólíkar, og í veruleikanum vóru góð­ ar við hvørja aðra. Fínur leikstjóri Hóast leikurin var komin at enda, fingu áskoðararnir eina óvæntaða og stuttliga uppliving afturat, tá tey komu út í forhøllina. Har sótu nevniliga allir leikararnir á rað og tóku ímóti. Og sum vera man nýttu fleiri høvið at fáa orðið á tey. Eitt nú spurdi onkur 15 ára gomlu Elianu Svøðstein, sum spældi Elsa fastir, um tað ikki var øgiliga ringt at minnast til alt tað, sum hon skuldi siga. Men tað helt Eliana ikki, tí tey hava vant nógv og hon hevði lisið sera væl uppá. Tá man stendur á pallinum, kemur tað, sum man skal siga, næstan av sær sjálvum. Eg var ræðuliga nervøs, beint áðrenn eg skuldi á pall­in, men so skjótt sum vit vóru komin í gongd, gloymdi eg alt um at vera bangin, segði Eliana legði afturat, at tað hevur verið sera stuttligt spæla saman við hinum leikarunum, og at tey næstan eru vorðin sum ein stór familja. Leikararnir vóru á einum máli um, at Adelborg Lin­ klett hevur verið ein fínur leikstjóri. – Hon er øgiliga bestemt, men avgjørt góð við okkum, søgdu tey við ein munn – Líka mikið, hvussu nógv hon skeldar, so fer hon altíð at flenna allíkavæl, legði ein av leikarunum afturat. – Áh eg haldi nú ikki eg havi skeldað so nógv, royndi Adelborg at muta ímóti og vissaði okkum um, at børnini høvdu verið so ómetaliga fitt at fáast við. Leikurin “Hvør vann í dag?”: Áskoðararnir stuttleikaðu sær óført “Hvør vann í dag?” er ein barna- og familjuleikur eftir Henning Lindberg. Óli Olsen hevur týtt til føroyskt. Leikarar: Kára: Sára Skarðenni Mamman: Erla Jacobsen Pápin: Høgni Olsen Elsa fastir: Eliana Svøðstein Bamsan Brummus: Karola Lydersen Dukkan Maria: Rebekka Svøðstein Auðunsdóttir Uglan Krøs: Hanna Fuglø Frú Kornelia M. Hagalund: Karina Vegeberg Klovnurin: Durita Magnusson Adelborg Linklett leikstjórnaði. FAKTA Tá ið leikurnar hjá Káru koma út úr skápinum og gerast livandi, kemur verulig ferð á leikin Hóast eingin av leikarunum er meir enn 15 ár, duga tey øll sínar leiklutir framúr væl