mánadagur 3. apríl 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 66 - 3. apríl 2006
Frá mánadegnum
27. mars hava 9.
flokkarnir í Eystur
skúlanum verið í
starvsvenjing. Vit
hava verið ein túr í
Hoyvíkar skúla og
prátað við tríggjar
næmingar, ið eru í
starvsvenjing har
PRAKTIKANTAR
Rannvá Næs Guttesen /
Lilja Holm Mortensen
Fríggjamorgunin fór leiðin
niðan í Hoyvíkarskúla, har
tey trý Silja Joensen, Súsanna
Ottosen og Grímur Høgnason
Mohr eru í starvsvenjing. Tey
valdu júst hetta plássið, tí at
tey øll hava verið næmingar
har í sjey ár, og tey hildu, at
tað kundi verið sera stuttligt
at roynt at verið lærari.
Í skúlanum undirvísa tey
í hvør sínum 3. flokki. Tey
undirvísa næmingunum í
øllum lærugreinunum, men
hesa fyrru vikuna hevur
tað verið evnisvika, so tann
fagliga undirvísingin er ikki
byrjað fyrr enn í dag. Í triðja
flokki var evnið Teiland. Hetta
dámdi børnunum sera væl, og
í 3. a gongur ein genta, ið er
úr Teilandi.
Eftir evnisvikuna hevur
verið vanlig skúlagongd.
At vera lærari
Tað hevur verið rættiliga
stuttligt. Tey halda øll, at
tað er betri at vera lærari, tí
tá hevur ein valdið, men tey
siga eisini, at tað er strævi, tí
tá ein er lærari, tá noyðist ein
at vera fyrireikaður til allar
tímarnar. Tó er tað eisini gott
at vera næmingur, tí tá kann
man lættari slappa av.
Sum við øllum øðrum, eru
tað summi ting, ið eru betri,
og onnur ting, ið eru verri
við bæði at vera næmingur
og lærari.
Øll starvsfólkini eru sera
fitt og blíð, og eisini eru tey
sera dugnalig. Eftir tímarnir
eru lærarirnir sum vanlig
menniskju. Tey halda øll trý,
at tað er sera løgi og ørðvísi
at uppliva lærararnar frá hes
ari síðuni.
Næmingarnir eru sera fittir
og blíðir, í flestum førum.
Eftir sum, at Silja, Súsanna
og Grímur eru í hvør sínum
flokki, og av tí grund ikki
hava somu næmingar, hava
tey hvør sína áskoðan um
næmingarnar. Silja heldur, at
genturnar eru sera friðaligar
og fittar, men dreingirnir
eru sera óargaligir, men tó
fittir. Grímur hevur eina
meiri javna áskoðan. Hann
heldur, at øll eru bæði fitt
og óargalig. Súsanna for
taldi okkum, at hennara
flokkur var ótrúliga góður,
næmingarnir kundu ikki veri
friðarligari.
Næmingarnir eru friðar
ligir, dugnaligir og so akta
teir eisini væl, sum heild eru
tað tríggir sera góðir og fittir
flokkar.
Serlig hending
Higartil hava ikki so nógvar
serligar hendingar verið, men
í samband við evnisvikuna
skuldi allur skúlin læra at
dansa linjudans yviri í Hoy
víkshøllini. Hetta hildu tey
vera eina sera spennandi og
stuttliga hending.
Framtíðarætlanir
Silja er vís í, at tað at vera
lærari ikki er hennara fram
tíðarstarv, tí hon ætlar sær
aðrar vegir. Tó sigur hon, at
tað er sera stuttligt at vera
lærari, og henni dámar væl
at arbeiða við børnum.
Súsanna hevði væl tímað
at verið lærari, tí at henni
dámar sera væl at vera sam
an við børnum og at vera í
eini undirvísingarstovu, og
hon vil fegin geva øðrum eitt
sindur av sínari vitan.
Grímur veit enn ikki, hvat
hann ætlar sær í framtíðini,
men sum hann sjálvur sigur,
hvør veit, kanska verður
hann lærari.
Tey eru øll trý samd um,
at Hoyvíkarskúli er eitt
sera gott starvsvenjupláss,
og eingin av teimum hevði
viljað verið á einum øðrum
plássi.
Tey eggja eisini øðrum,
ið skulu í starvsvenjing at
fara í Hoyvíkarskúla, um ein
dámar væl at undirvísa og at
vera saman við børnum.
At fáa næmingar
niðan
Vit hava eisini havt eitt
prát við Birgit Arge, ið er
skúlastjóri í Hoyvíkarskúla.
Hon heldur, at tað er sera
stuttligt at næmingar koma
niðan. Um tað eru nakrir
av okkara fyrrverandi næm
ingum, ella um teir eru úr
øðrum skúlum, tað er altíð
líka stuttligt. Millum annað
hevur onkur verið úr Klaks
vík, men tey flestu eru øll
úr Havn.
Praktikkantarnir arbeiða
júst sum allir lærarirnir
her uppi. Teir eru við til alt
tað, ið fer fram. Vit fortelja
teimum eisini, hvussu tað
er at arbeiða sum lærari, og
tað at vera lærari er so nógv
annað enn at undirvísa.
Stutt sagt heldur hon, at
tað er sera stuttligt at hava
næmingar í starvsvenjing
hjá teimum. Praktikkantar
eru altíð vælkomnir niðan,
og vit eru altíð glað fyri at
hava teir her.
Lærarin
Maibritt
S.
Egholm, ið m. a. er lærari
tí flokki, sum Súsanna er í,
sigur, at Súsanna er ein stór
hjálp, og hon vísir nógva
ábyrgd. Hon er góð við børn
ini, og teimum dáma hana
heilt væl.
Í komandi viku fer hon
at fáa fleiri uppgávur, tí
at vit halda, at hon er sera
dugnalig.
Súsanna kundi heilt víst
blivi lærari í framtíðini,
sigur Maibritt.
Næmingar venda aftur sum lærarar
Vit hava spurt
nakrir næmingar,
ið teir tríggir
praktikkantarnir
hava.
Spurningar
til børnini
Sudarat, ið gongur í 3.a:
Súsanna er stuttlig, fitt og
góður lærari. Hon er eisini
altíð so smørt
Kristina, ið gongur í 3.d sigur:
Silja er ordiliga fitt og stuttlig.
Hon dugir væl at læra
Niklas, ið gongur í 3.b sigur:
Grímur er mega fittur og
ordiliga stuttligur. Eisini dugir
hann væl at læra
Anna og Rannvá, ið ganga í 3. a siga: Vit halda, at Súsanna er
ordiliga fitt, mega cool og dugir væl at læra. Heldur ikki hevur
hon givið okkum nakað heimaarbeiði, so hon er best
Súsanna, Silja og Grímur byrja tíman við einari fyrisøgn
Mynd: Rannvá Guttesen