Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 3. apríl 2006 9 Við umborð á Norrønu vóru í dag 3200 øðrvísi ferðandi. Talan var um 3200 danskar hønur, sum næstu mánðarnar skulu búgva á eggvirkinum á Velbastað. Høsnalív Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Annfinn Brekkstein og eggvirkið hansara á Velbastað tóku í dag ímóti 3200 nýggjum hønum úr Øst Timmerland í Danmark. Annfinn roknar við, at hønurnar, sum eru 15 vikur gamlar og viga upp í 1400 gram, fara at verpa um páskatíð. - Ætlanin er, at nýggju hønurnar skulu verpa á eggvirkinum í Velbastað í 11 mánaðar, og verða tær sostatt settar út aftur í mars mánaða komandi, tá tær verða dripnar, sigur Annfinn, og leggur afturat, at hóast hann hevur fingið prógvað, at tær eru egnaðar til matnað, so hevur eggvirkið ikki umstøður at átaka sær slakt og sølu av feskum høsnakjøti sum er. Vónandi yvirskot í ár Annfinnur sigur seg fegnast um, at føroyingar hava tikið so væl ímóti eggunum frá eggvirkinum. Kortini er tað nústani í ár, at tey vænta, at framleiðslan gevur yvirskot. - Tað hava verið nógvar útreiðslur, eisini óvæntaðar, og tí hava vit seintastu árini ligið á botnlinjuni og 2005 gav beinleiðis undirskot, sigur Annfinn Brekstein, sum samstundis væntar, at yvirskot verður í ár, um ikki okkurt heilt óvæntað hendur, sigur Annfinn Brekkstein. - Men vit hava við livandi verur at gera, og tá er ikki so lætt at siga, hvussu fer at hilnast, sigur Annfinn Brekkstein, sum eisini vísir á, at tey hava minkað munandi um útreiðslurnar til olju, og í staðin gagnnýta innandura hitan betur. Fuglakrím ongin vandi Sambært Peter Østergaard, sum er deildarleiðari fyri Fiska- og djórasjúkudeildini, á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, er ongin vandi fyri, at hønurnar á Velbastað eru smittaðar við fuglakrími. Hann greiðir frá, at virkið hevur fingið øll tey neyðugu loyvini frá teimum, og at trygdarkrøvini í Danmark og EU eru somikið strong, at tað snøgt sagt er ógjørligt, at hønurnar eru smittaðar. - Ongin tilburður av fuglakrími er staðfestur í økinum haðani hønurnar stava, og tær eru eisini kannaðar, tá tær enn vóru í Danmark, sigur Peter Østergaard, og hann sigur víðari, at: - Trygdarkrøvini her í landinum eru eisini somikið strong, at bilurin við hønunum fer beinleiðis av Norrønu til Velbaðstaðar, uttan um vanliga tolleftirlitið, sigur Peter Østergaard, sum eisini vísir á, at reinførið og mannagongdirnar á eggvirkinum á Velbastað fyribyrgja smittu at koma inn í húsið. Fartelefoni økir nógv um vand­an fyri krabbamein Um tú tosar í far­ telefon ella tráð­leys­ ari telefon í ein tíma um dag­­in, tvífaldast vand­an fyri at fáa krabbamein í heil­ anum Fartelefoni Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Ein nýggj svensk kanning vísir, at vandin fyri at fáa krabbamein í heilanum økist við 100 prosentum hjá teimum, sum tosa í fartelefon ella tráðleysari telefon í ein tíma hvønn dag. – Hetta er fyrsta kann­ ingin í heiminum, sum fevnir um ein bólk av sjúk­ lingum, sum hev­ur nýtt far­telefon gjøgn­um nógv ár, sigur Lennart Hardell, pro­fessari við Örebro Uni­ ver­sitetssjúkrahús, og ein av granskarunum aftanfyri kanningini, við Ritzau. Kanningin stendur í andsøgn við einari eldri danskari kanning, sum vísti, at vandin fyri krabbameini ikki var størri hjá teimum, sum tosa í fartelefon. – Tá eg komi fram til eitt annað úrslit, er tað grundað á, at eg havi kannað sjúk­ ling­ar, sum gjøgnum nógv fleiri ár hava tosað í fartelefon. So her síggja við lang­tíðarárinini, sigur Lennart Hardell. Svenska kanningin varð gjørd í árunum 1997 til 2003 og fevnir um 905 sjúklingar, sum hava krabbamein í heilanum. Kanningin vísir eisini, at vandin fyri krabbameini er størstur á tí síðuni av høvdinum, sum verður brúkt til fartelefoni. Rithøvinda­ felagið aðalfund Tvey nýggj umboð í nevndina hjá Rit­høv­unda­ felgnum Tá Rithøvundafelag Før­oya hevði aðalfund mikukvøldið 29. mars, komu tveir nýggir limir í nevndina. Úr nevndini fóru Marjun S. Kjælnes og Oddfríður M. Ras­mus­sen, og í teirra stað vórðu valdar Vida A. Højgaard og Lydia Didriksen. Hin­ir tríggir lim­ irnir í nevnd­ini eru Heðin M. Klein, Zakarias Wang og Carl Jóhan Jensen, ið er formaður í løtuni. Nevndin skipar seg sjálva á fyrsta fundi eftir aðalfundin. rd Nýggjar hønur á Velbastað Tað er ein øgiligur dustur og gangur at loyva hønunum út Sambært upplýsingum frá Hagstovu Føroya, er innflutningurin av útlendskum eggum minkaður við uml. 27 prosentum frá 2000 til 2005. Sostatt sæst tað á tølunum, at føroyingar eru farnir at framleiða egg sjálvir Annfinn Brekkstein tekur ímóti nýggju hønunum