mánadagur 3. apríl 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 66 - 3. apríl 2006
Nógvar viðmerkingar hava verið til, at Sosialurin var
seldur herfyri. Eisini hava nógv tíðindi sirkulerað um
søluna, ið ikki hava verið eftirfarandi, men hava verið
trúligani uppafturtikin av fólki, ið annars plaga at fyri
halda seg sera kritiskt til keldutilfar. Um tað skyldast
samanfall við, hvat viðkomandi ynskja at halda, skal
her verða ósagt.
Sjúrður Skaale hevur eina viðmerking til keypið í bløð
unum í hesum døgum. Nú er Sjúrður Skaale ikki hvør
sum helst, og man teljast millum tey rættiliga royndu
fjølmiðlafólk í Føroyum, og tí eigur ein viðmerking frá
honum at verða víst ans.
Fyriuttan, at Sjúrður Skaale endurgevur onkran skeiv
leika viðvíkjandi, nær leiðsla og starvsfólk á Sosialinum
saman við Føroya Tele lótu boð inn, og at hann einki pláss
letur vera fyri iva viðvíkjandi viðtøkunum hjá Føroya
Tele, so er kjarnin í tí hann sigur sera áhugaverd.
Størsta argumentið hja Sjúrða Skaale ímóti involvering
frá Føroya Tele er, at blaðstjórarnir eru “partísoldatar”
og javnaðarmenn. Fyriuttan at Skaale neyvan man hava
eftirkannað nakran limaskap, og kanska soleiðis fingið
sær eitt yvirraskilsi, so man tað verða fyrstu ferð, at ein
minoritetsíløga í eitt privat virki verður mett eftir hvønn
politiskan lit, uttanfyristandandi meta leiðsluna hava.
Hetta er ikki sørt óhugnaligt.
Allar avísir hava meiningar í sínum oddagreinum. Vit
kunnu taka fjølmiðlaimperiið hjá Rupert Murdoch, sum
er primert konservativt, uttan tó at verða meira ella minni
kommersielt áhugavert fyri tað. Danska Jyllandsposten
hevur borgarlig sjónarmið í sínum oddagreinum, Politik
en liggur á radikala bógvin o.s.fr. Einki av hesum bløð
unum er verri investeringsobjekt av tí grund. Hví skuldi
ein føroysk avís verið øðrvísi? Tíðindaflutningurin er
óheftur, men sjónarmiðini í oddagreinum eru tey, ið
ábyrgdarblaðstjórin leggur fyri dagin, uttan at spyrja
partaeigarar ella nakran annan eftir.
Skulu almennar fyritøkur bert kunna eiga partabrøv
í privatum fyritøkum, har leiðslan ikki gongur á val?
Skulu vit hava statsgóðkendar meiningar, ið skulu liggja
til grund fyri, hvørt ein almenn fyitøka skal kunna gera
íløgu í hetta privata virki ella ikki?
Tað tykist eisini sum fólk gloyma, at hetta er eitt privat
virki, ið verður selt og ikki ein almenn fyritøka. Somu
leiðis verður gloymt, at Føroya Tele bert er minoritets
aktionerur í einari fyritøku, ið hevur ment seg heilt nógv
farnu árini.
Tað er væl skilligt, at ein fyrrverandi skribentur á einum
nú niðurfyridottnum blað, har man megnaði at fáa poli
tikk inn í sjalvt ítróttartíðindini, hevur illgruna til bæði
eitt og annað, men vit kunnu vissa Sjúrður Skaale um, at
Sosialurin framhaldandi fer at menna seg til eitt upppaftur
betri og størri miðlahús við útbygdum tænastum við enda
málinum at geva avkast til partaeigarnar, sum ikki høvdu
gjørt íløguna, um teir ikki trúðu uppá avkast.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Meiningsfrælsi?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Við søluni av blaðvirk
seminum hjá Sosialinum
fekk Javnaðarflokkurin
fleiri hundratúsund krón
ur færri – tí partafeløgini
hjá flokkinum hava gold
ið prentrokningar fyri
tjóðveldisfólk, sum ikki
megna at geva út bløð.
Seinasta eksperimentið
var Fregnir
Hvørjaferð Sjúrður Skaale
umrøður Sosialin, Jan Müll
er og meg sjálvan, so fær tað
meg at hugsa:
– Hvat bagir honum nú?
– Er hann øvundsjúkur
ella er hann óreinur?
Eg kenni Sjúrð. Býttur er
hann ikki. Hann er gløggur,
og hann er sera skemtiligur,
tá tað lagið er á honum. Men
hansara ævigu sannleikar
um, hvussu øll onnur eiga
at vera og eiga at uppføra
seg, teimum eri eg – og helst
mong onnur við mær, farin
at troyttast av.
Og fyri tað, um fólk ikki
eru samd við honum um
politiskar spurningar, so er
ikki vist, at øll onnur eru býtt
fyri tað.
Men tá Sjúrður Skaale
skal fortelja okkum, hvussu
vit skulu gera bløð, tá haldi
eg, at hann tilleggur sær
størri dugnaskap, enn hann
hevur. Soleiðis kundu vit
fyri tað sagt um so nógvar
aðrar tjóðveldismenn, sum
gjøgnum árini hava roynt
at fingið bløð út, t. d. 14.
September.
Javnaðarflokkinum verður
kastað alt møguligt fyri, tí
at flokkurin nú hevur »pri
vatiserað« Sosialin. Hetta
hevur flokkurin kunnað, tí
at blaðið hevur verið væl
rikið og hevur ment seg
so nógv gjøgnum árini, at
flokkurin nú er vorðin fleir-
millióningur.
Men um tað ikki var fyri
hesar breiðkjaftaðu tjóð
veldismenninar o. a., so
hevði bankabókin hjá Javn
aðarflokkinum verið nógv
tjúkkri – tí so hevði flokkurin
kunnað innkasserað útvið
eina millión afturat.
Dømini um hetta eru
fleiri. Men tað ferskasta er
tó tað, sum Sjúrður Skaale
hevur beinleiðis ávirkan
á. Hann var ein av høvuðs
monnum aftan fyri fullveld
iseksperimentið, Fregnir.
Samstundis sum danskar
vaskikonur guldu honum
løn fyri at spinna fyri Høgna
Hoydal og Tórbjørn Jacob
sen á Christiansborg, so var
hann oddaskribenturin á
Fregnum.
Í mangar mátar var
Fregnir eitt frískligt lot í
føroyska blaðheiminum.
Men fíggjarliga hekk tað
ikki saman. Blaðið fór so
logandi á heysin. Og hvør
halda tit mátti gjalda fyri
eksperimentini hjá Sjúrði
Skaale o. fl.:? Mundu tjóð
veldismenninir fara í egnar
lummar?
Eg kann ímynda mær, at
Tórbjørn Jacobsen hevur
goldið sín ríviliga part av
eksperimentinum, men eg
veit, at Fregnamenninir
sníktu seg undan rokningini
á Prentmiðstøðini, sum
Dimmalætting og Sosialurin
eiga, upp á út við 200.000
kr!
Hetta hevur beinleiðis
kostað Javnaðarflokkinum
pengar, tí hesar pengar hev
ur partafelagið, sum Javn
aðarflokkurin átti, mist.
Pengar mistir av einum
tjóðveldiseksperimenti hjá
Sjúrði Skaale o. ø.
Men hetta er einki eindømi.
Aðrir tjóðveldismenn hava
fyrr gjørt tað sama. 14. Sep
tember er ofta farin á heysin,
og teir guldu heldur ikki
sínar rokningar til Sosialin,
sum prentaði blaðið fyri
teir.
Soleiðis eru treytirnar. Tá
man fer á heysin, so sleppur
man undan at gjalda. Men
tað merkir kortini, at tað
eru onnur, sum skulu gjalda
tilsvarandi meira.
At Sjúrður Skaale nú eisini
skal fortelja Andras Róin
og hinum á Føroya Tele,
hvussu teirra økonomisku
dispositiónir skulu gerast,
tað man vera sum, tá eggið
fór at læra hønuna...
Jóannes Eidesgaard og
Javnaðarflokkurin, sum nú
hava selt alt sítt blaðvirk
semi, kunnu bara ergra seg
um, at fólk sum Sjúrður
Skaale o. o. eru orsøk til, at
flokkurin hevur fingið fleiri
hundratúsund krónur færri
fyri Sosialin.
eirikur@sosialurin.fo
P. S.
Hetta skal IKKI skiljast
sum eitt álop á øll tey fólk,
sum ærliga og reiðiliga hava
gjørt eitt megnar arbeiði fyri
at fáa bløð út í Føroyum
– eisini politisk bløð sum
14. September, Dagblaðið,
Tingakross, Fríu Føroyar
o. s. fr. Men tá menn sum
Sjúrður Skaale ferð eftir ferð
á so óreiðiligan hátt royna at
seta okkum á Sosialinum í
ringt ljós, haldi eg hesa við
merking verða hóskandi.
Tað er so lætt tá onnur gjalda
rokningina, Sjúrður Skaale!
Blaðstjóri
Eirikur
Lindenskov
Starvsfólkið má føla seg
sum í einum djóragarði til
framsýning fyri borgararnar
á Tvøroyri og Føroya
fólki, nú tvey starvsfólk
hava sagt seg úr starvi, tí
arbeiðsumstøðurnar hjá
hesum báðum starvsfeløg
unum gjørdist ómøguligar.
Borgarstjórin hevur ovastu
starvsfólkaleiðsluna, so
har liggur ábyrgdin fyri
trivnaðin, men hann hevur
seks aðrar býráðspolitikarar
afturat sær, og mugu hesir
sjálvsagt hava góðtikið
starvsfólkaleiðsluna og eru tí
samsekir í, at tvey starvsfólk
hava følt seg trýst til at siga
seg úr starvi.
At varaborgarstjórin sigur
ósatt fyri øllum Føroya fólki
í sjónvarpinum, har hann
sigur, at hann einki kennir til
umstøðurnar hjá starvsfólkin
um, sigur nakað um mannin.
Tí hann er formaður í tekn
isku nevnd, har starvsfólkini
eru rikin úr starvi, og hann
kennir alt til áralongu »for
fylgingina« av hesum báðum
starvsfólkunum.
Tað má tykjast ómansligt
fyri borgaran á Tvøroyri, at
allir seks býráðslimirnir bert
lata standa til, menn tíverri
hevur hetta verið støðan
seinasta árið.
Óskilið í Tvøroyrar býráð
Býráðslimur,
Tvøroyri
Finnleif
Guttesen