mánadagur 3. apríl 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 3. apríl 2006
11
Í sambandi við at visjón
2015 er løgd fram fyri
almenningin við millum
annað egnari heimasíðu, eru
mong føgur orð at lesa, og
mangar frálíkar ætlanir eru
stungnar út í kortið.
Visjónin um vælferð er
sett upp í 12 punkt. Burtur
úr hesum kunnu vit nevna
vælferðarráð, framtíðar
eldrarøkt, heildarpsyki
atriska ætlan og framtíðar
heilsuverk. Fert tú inn
at leita undir “framtíðar
heilsuverk”, stendur: “sett
ur verður ein skjóttarbeið
andi arbeiðsbólkur at skriva
frágreiðing um tað primera
heilsuverkið, og hvussu
hetta kann samskipast við
tað sekundera heilsuverkið,
við grundarlagi í áliti um
framtíðar heilsuverk, sum
ein arbeiðs bólkur í løtuni
arbeiðir við”.
Nevndin í Almanna- og
heilsurøktarafelagnum
heldur tað vera ógvuliga
óheppið, at forkvinnan í
Felagnum Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar, Jana H.
Dalsgaard, er sett í hesa
nevnd. Havandi í huga, at
tað eru nógvir fakbólkar,
ið mynda heilsuverkið, er
tað óskiljandi, at fakfelags
forkvinnan hjá sjúkrarøkt
arfrøðingunum skal sita í
slíkum bólki og gera álit
um framtíðar heiluverkið
í Føroyum. Ferð eftir ferð
hevur hon alment havt at
øðrum fakbólkum í heilsu
verkinum. Hon leggur teir
millum annað undir ikki at
megna at røkja ávísar upp
gávur, teir annars eru útbún
ir til.
Í sambandi við lógina um
heilsuútbúgvingarnar til
heilsuhjálpara og heilsurøkt
ara hevur Jana H. Dalsgaard
gjørt viðmerkingar, ið tala
fyri seg um áskoðan hennara
um heilsurøktarar. Í 8 síðu
longu viðmerkingunum
spyr hon millum annað: ”
Er endamálið við at økja
heimildirnar hjá heilsu
røktarum í enn størri mu n, at
skifta sjúkrarøktarfrøðingar
út við heilsurøktarar ? “.
Í nýggju lógini fáa heilsu
røktarar ikki víðari heimildir,
enn teir áður hava havt, og
hevði Jana kunnað seg betur
um nýggju lógina, hevði
hon eisini dugað at sæð
hetta. Men viðmerkingarnar
benda greitt á, at hon ótt
ast, at heilsurøktarar taka
yvir alt arbeiðið hjá sjúkra
røktarfrøðingum. Harum
framt mælir Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar í
viðmerkingunum, “frá at
seta á stovn útbúgvingina til
heilsurøktara “. Áhugavert
hevði tí verið at fingið at
vitað, um Jana kann ímynda
sær, at heilsurøktarar yvir
høvur skulu starvast í før
oyska heilsuverkinum.
Viðvíkjandi útbúgvingini
til heilsurøktara kunnu vit
upplýsa, at hon er komin
ístaðin fyri útbúgvingarnar
til sjúkrahjálpara, pleygara,
røktarheimsassistent og ítrivs
vegleiðara. Hesar útbúgv
ingar hava vit ikki kunnað
fingið í Føroyum, men flestu
limir okkara hava nomið sær
hesar útbúgvingar í Dan
mørk. Millum 160 og 180
fólk við áðurnevndu útbúgv
ingum, og umleið 150 onnur
við heilsurøktaraútbúgving
úr Danmørk, starvast nú í al
manna- og heilsuverkinum
her á landi.
Burtur úr rúgvuni av
arbeiðsplássum har áður
nevndu fakbólkar starvast,
kunnu vit nevna:
- somatiskar og psykiatriskar
sjúkrahúsdeildir
- ellis- og røktarheim
- sambýli og dagtilhald
Til tess at lýsa, hvussu
ómetaliga vítt heilsuverkið
fevnir fakliga, loyva vit okk
um her at endurgeva tvey
áhugaverd reglubrot, ið eru
tikin burtur úr visjónsætl
anini:
”Heilsuverkið er skipað í
primera og sekun dera heilsu
verkið. Tað primera heilsu
verkið er í høvuð sheitum
kommu
nulækna-, heilsu
frøði- og sjúkrakassaskip
anin, apoteksverkið, og
viðgerðarstovnar annars,
so sum rúsevnisstovnar og
um lætting. Tað sekun dera
heilsuverkið er í høvuð s
heitum sjúkrahúsini og ser
viðgerð uttanlands.”
”Eftir politiskari og fak
ligari ætlan verðu r støðu gt
arbeitt við at tillaga før
oyska heilsuverkið, so vit
framhaldandi kunna tryggja
føroyingum nøktandi heilsu
tænastur á so nógvum økj
um sum møguligt. Talan er
bæði um viðu rskiftini inn
anhýsis á teimum
trimum
sjúkrahúsunum , millum tey 3
sjúkrahúsini, viðgerðarstøð
uttanlands og ikki minst mill
um tað primera og sekundera
heilsuverkið.”
Við støði í viðmerking
unum, ið Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar hava
um lógina um heilsuútbúgv
ingarnar, sum snøgt sagt
eru skelkandi at lesa, ivast
nevndin í Almanna- og heilsu
røktarafelagnum stórliga í,
um Jana H. Dalsgaard í hesi
nevndini megnar at røkja sína
uppgávu til fulnar: Nevniliga
at síggja allar fakbólkar í
heilsuverkinum sum møgu
ligar uppgávuloysarar, og
sum eitt tilfeingi í føroyska
heilsuverkinum.
Almanna- og heilsurøkt
arafelagið heitir á tey, ið
varða av heilsuverkinum,
um at loyva øðrum viðkom
andi fakbólkum at vera við
í tilrættaleggjanini av heilsu
verkinum. Bert soleiðis
tryggja vit, at allar eindir í
Føroyska heilsuverkinum
fáa best hóskandi fakbólkar
í starv og harvið brúkt sítt
tilfeingi á skilabesta hátt.
Skal eittans fakfelag seta dagsskránna
í heilsuverkinum frameftir?
VIÐMERKINGAR
Skulu tey, sum ikki velja
Javnaðarflokkin, nú fara
yvir til Kall?
Jan Müller sá út sum var hann
dottin niður av mánanum,
tá sjónvarpið tosaði við
hann eftir at Sosialurin var
settur til sølu. Hann gav
hyggjarunum ta fatan, at
fráboðanin um søluna kom
púrasta óvæntað.
Men Jan spældi sjónleik.
Hann visti, at Sosialurin
skuldi setast til sølu langt
áðrenn tað hendi. Sambært
Dimmu kom jú eitt boð upp
á Sosialin longu dagin eftir,
at hann var settur til sølu.
Og tað kann ógvuliga illa
vera komið frá øðrum enn
teimum, sum eiga blaðið í
dag. Hvør annar skuldi havt
upplýsingarnar?
Hetta er einki at siga til.
Sjálvandi fór sølan fram í
samráð við blaðstjórarnar.
Alt annað hevði verið løgið.
At hann Jan sat og spældi
handan sjónleikin, kann held
ur ikki kallast skeivt. Tað
var í mesta lagi eitt sindur
fjákut.
At Javnaðarflokkurin gev
ur Jan og hansara monnum
framíhjárætt at keypa blaðið,
er eisini púrasta upplagt og í
fínasta ordan.
Tað, sum ikki er í ordan
er, at leiðslan á Sosialinum
í allari gongdini hevur havt
almennu fyritøkuna Føroya
Tele sum viðspælara.
Partísoldátarnir
At Føroya Tele sambært
viðtøkunum als ikki hevur
loyvi til at keypa Sosialin, er
sjálvsagt álvarsamt – men tað
er ikki størsti trupulleikin.
At tað almenna við hesum
er við til at keypa upp tað
privata, er eisini óheppið,
men heldur ikki nakað at
missa svøvnin av.
Tað, sum er mest grund
leggjandi skeivt í øllum hes
um er, at Føroya Tele við síni
nýggjastu íløgu beinleiðis
stuðlar einum politiskum
flokki í Føroyum.
Tí hóast Sosialurin er
eitt útmerkað tíðindablað,
so er endamálið hjá blað
leiðsluni ikki bara at bera
tíðindi. Tað er sanniliga eis
ini at marknaðarføra Javn
aðarflokkin.
Jan Müller og Eirikur
Lindenskov eru tað, vit
kunnu rópa partísoldatar í
Javnaðarflokkinum. Teirra
fremsta missión á Sosialinum
hevur altíð verið at júka niður
í fólk, at Javnaðarflokkurin
er best. Einaferð var Fólka
flokkurin tann óndi, og
farnu mongu árini hevur
Tjóðveldisflokkurin verið
tað stóra dýrið. Men Javn
aðarflokkurin er altíð best.
Eisini tá Javnaðarflokkurin
ikki stendur fyri nøkrum
sum helst í føroyskum poli
tikki. Á Sosialinum broytist
hugsanin ikki – Sverri, Vil
helm, Gerhard og Henrik eru
bara svarið!
Skulu fólk skifta til Kall?
Nú hava hesir partísoldatar
(kanska saman við øðrum
starvsfólki) so keypt Sosial
in. Og nógv bendir á, at tað
áðrenn søluna var avtalað, at
teir skuldu hava blaðið.
Hetta er absolutt einki at
siga til. Sjálvandi vil Javn
aðarflokkurin tryggja sær,
at ryggklappararnir sleppa
at halda fram. Politiskt sæð
hevði alt annað verið vit
leyst.
Men líka so vitleyst er tað,
at almenna fyritøkan Føroya
Tele er við í spælinum.
Tí tað er lítil ivi um, at
politiska linjan hjá Sosial
inum verður tann sama.
Hóast flokkurin ikki longur
eigur blaðið og ikki kann
geva beinleiðis ordrar, so er
loyaliteturin tann sami. Og
fingu Jan, Eirikur og hini
í veruleikanum einarætt at
keypa, standa teir jú eisini
í moralskari skuld til flokk
in.
Tí er lítil ivi um, at propa
gandamaskinan fer at koyra
sum áður. Úrvalið av politisk
um tíðindaflutningi verður
sum higartil. Tær javnaðar
missiónsku oddagreinarnar
fara sum altíð at renna inn á
teldukervi blaðsins frá teim
um ymisku skribentunum
kring landið.
Í sær sjálvum er tað púr
asta í ordan.
Men tað er avgjørt ikki í
ordan, at pengar hjá Føroya
Tele standa aftanfyri. Tí
pengar hjá Føroya Tele, eru
pengar hjá Føroya fólki. Og
knøpp 80% av Føroya fólki
velja ikki Javnaðarflokkin.
Leiðslan á Føroya Tele
hevur við hesum gjørt ein
fatalan brølara. Hon hevur
stoytt ta almennu fyritøkuna
niður í eina partapolitiska
suppu, har hon als ikki hoyr
ir heima.
Andras Róin eigur sum
skjótast at draga Føroya Tele
burturúr aftur hesi suppu.
Og tað eigur hann ikki bara
at gera av prinsipiellum
orsøkum. Tað kann eisini
kosta fíggjarliga, ger hann
tað ikki.
Teir flestu av hansara
kundum hava jú lítlan hug til
at stuðla Javnaðarflokkin, tá
teir rinda sína telefonrokning.
Men tað verða teir nú tving
aðir til.
Tað kundi hent, at nógvir
av teimum fara yvir til
Kall...
Í samband við fyrispurning
frá Jørgen Niclasen til Bárð
Nielsen um uppbýti av
lands- og kommunuskatti
stóðst mikil orðadráttur í
Fólkaflokkinum.Fyribils
gongur flokkurin í trimum
bólkum.
Tað hevði verið áhugavert
hjá okkum, sum fáast við
kommunalpolitikk at vita,
hvør myndar flokkin, ella
stutt og greitt at fingið at
vita, hvat Fólkafloksins
politikkur er á kommunala
økinum.
Í bólki 1: Jørgen Nicla
sen og Óli Breckmann
Í bólki 2: Jógvan
við Keldu,Heðin
Zachariasen og Poul
Michelsen
Í bólki 3: Anfinn Kalls
berg
Bólkur eitt tekur ikki undir
við,at kommunurnar verða
savnaðar í størri eindir, og
teir taka ikki undir við, at
fleiri øki verða løgd út til
kommunurnar at umsita.
Teir vilja hava umsitingina
at liggja í høvuðsstaðnum,
har sum hon altíð hevur
ligið.. Niðurstøðan hjá hes
um báðum var, at kommun
urnar brúktu skattaborgar
ans pening til fjant og fjas.
Teir fýltust á, at kommun
urnar ikki høvdu sett skatta
prosentið niður síðani
1995, sjálvt um teir áttu at
vita, at kommunurnar hava
yvirtikið peningakrevjandi
umráði m.a. barnaansingini,
sum als ikki var dagførd.
Hesir báðir hava ikki tikið
lut í komunalpolitikki
nakrantíð.
Í bólki tvey eru gamlir
kenningar á kommunala
økinum. Eingin ivi er um,
at teirra støðu um, at komm
unurnar ikki hava minni
ábyrgdarkenslu enn lands
mynduleikin til at umsita
mál, er eitt vinnaramál í
longdini. Men hesir trígg
ir eru ein minniluti í Fólka
flokkinum.
Í bólki trý situr sjálvur
floksformaðurin, Anfinn
Kallsberg, sum er meira víð
gongdur enn bólkur tvey.
Hann heldur at í høvuðs
heitum eigur alt at verða
lagt út á kommunurnar,
so løgtingið í síðsta enda
verður eitt lóggevandi
ting, sum bert krevur skatt
inn til at fíggja sína egnu
umsiting og umsitingina
hjá landsstýrinum. Hesir
tankar eru søtur tónleikur
í mínum oyrum, men sum
eitt stig á leiðini eru tank
arnir hjá bólki tvey mest
áhugaverdir í dag.
Tí kundi eg hugsað
mær at vita, hvør bólkur
umboðar Fólkaflokkin á
kommunala økinum?
Føroya Tele í politiskari suppu
Sjúrður
Skaale
Sune
Jacobsen
Tríggjar tungur
í sama fólkafloksheysi
Majbritt Mohr,
forkvinna
Vegna nevndina
í Almanna- og
heilsurøktarafelagnum