mánadagur 3. apríl 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 66 - 3. apríl 2006
Tann sjeynda apríl verður
borgarstjóri í Tórshavn,
Heðin Mortensen, seksti.
Hóast Heðin óiva fyri
mong er ímyndin av einum
Havnarmanni, so er hann av
uppruna “Sunnanmaður”.
Hann er føddur á Tvøroyri,
ella rættari, í Trongisvági.
Foreldrini vóru Ethel Mort
ensen, fødd Jespersen, og
Martin Eli Mortensen,
bæði úr Trongisvági. Fyrsti
barnaárini vaks Heðin upp í
Trongisvági, men saman við
foreldrum og eldru beiggjum
sínum, Hans og Erhard,
flutti hann sum smádrongur
til Havnar og hevur hann
búleikast her síðani.
Heðin er giftur Hjørdis
Egholm Mortensen, dóttir
Eriku og Alfred S. Egholm
úr Tórshavn, og eiga Heðin
og Hjørdis børnini Elin,
Ann, Guðrun og Eirikur;
av teimum býr bert Elin í
Tórshavn meðan hini trý
eru búsett í Danmark. Heðin
sjey abbabørn.
Heðin er útbúgvin maskin-
og bilmekanikari, og hann
hevur eisini útbúgving
sum
bilsýnismaður
og
tryggingarmaður.
Hann
arbeiddi sum maskin- og
bilmekanikari í 17 ár, men
síðan 1978 hevur hann
arbeitt sum tryggingarmaður
hjá Tryggingarfelagnum Før
oyar.
Í nógv ár hevur Heðin
verið virkin innan politikk.
Bæði innan lands- og
kommunallpolitikk. Hann
sat sum løgtingsmaður
fyri Sambandsflokkin í
Suðurstreymoyar valdømi
1998-2004, men hevur eisini
verið varamaður á tingi
í styttri tíðarskeið 1989,
1990, 1991, 1993 og 2004.
Tað er tó serliga er tað innan
býráðspolitikk at hann hevur
gjørt vart við seg. Hann varð
valdur á fyrsta sinni í býráðið
fyri Uttanflokkalistan í
desember 1972, og hevur
síðani verið býráðslimur
í Tórshavn uttan slit síðan
1973. Árini 1988-2004 fyri
Sambandsflokkin, men eftir
kommunuvalið í november
2004 hevur Heðin umboðað
Javnaðarflokkin og hevur
Heðin síðani 1. januar 2005
verið borgarstjóri.
Hóast Heðin hevur verið
aktivur í bæði lokal- og
landspolitikki og umframt
hetta knýttur at ymsum
mentanararbeiði, so hevur
fremsta frítíðaráhugamálið
hjá honum tó altíð verið
ítróttin. Áhugin fevnir fleiri
ítróttagreinar, men tað er
serliga kappróðurin, ið Heðin
hevur havt alsk til. Áðrenn
hann í 1979 kom í stjórn ÍSF
sum starvsnevndarskrivari,
var hann eitt nú formaður
í Havnar Róðrarfelag árini
1973 til 1979 og sat eisini
sum formaður í Tórshavnar
Ítróttarráð frá 1975 til
1978. Fyrsta mars 1980
gjørdist hann formaður fyri
Ítróttasamband Føroya og
nú hann fyllir seksti, hevur
hann sitið sum formaður ÍSF
í 26 ár.
Hesi árini Heðin hevur
verið formaður í ÍSF eru
stórar broytingar hendar
innan føroyska ítrótt. Tá
hann tók við vóru níggju
ítróttagreinar umboðaðar í
Ítróttasambandinum, meðan
talið í dag er vaksið til 25,
og eru hesar skipaðar í 15
ser- og deildarsambond.
Eisini er talið av feløgum í
formanstíð hansara økt úr 71
upp í 110 og eru í dag fleiri
enn 15.000 íðkandi limir
skrásettir í felagsskapinum.
Menningin innan ítróttina
hevur hesi ár verið stór.
Meira enn helmingurin
av sersambondunum eru
sjálvstøðugir limir í altjóða
og millumtjóða ítróttasam
gongum og hevur stórur
dentur verið lagdur á at geva
føroyingum høvi at vera við
í millumlanda kappingum.
Ítrótt er vorðin fastur partur
av føroyska gerandisdegnum.
Ítróttakappingar eru alt árið,
og umstøðurnar at íðka ítrótt
eru góðar og onkursvegna
eru nærum allir føroyingar
á einhvønn hátt knýttir at
ítróttini.
Miðvísa arbeiðið, ið er
gjørt innan Ítróttasambandið,
sersambond og deildir, hev
ur borið ávøkst. Útbúgv
ingarætlanir hava havt
støðuga menning við sær
og bæði innan íðkan og
fyriskipan er støðið høgt.
Heimligar kappingar royn
ast góðar og spennandi og
føroysk ítróttafólk luttaka
javnan í millum- og altjóða
kappingum. Møguleikar eru
m.a. at taka lut í oyggjaleikum,
smálandakappingum,
kappingum um EM ella HM
o.s.fr., so fyri tann, ið hevur
hug og hegni er møguleiki
fyri nógvum avbjóðingum.
Nógv stig eru tikin og í
nógvum førum er vunnið
á mál, men framvegis eru
nógvar avbjóðingar eftir. Eitt
nú er limaskapurin í altjóða
olympiska ráðnum IOC ikki
vorðin veruleiki enn.
Fyri trúgva og drúgva virkið
sítt innan ÍSF hevur Heðin
fingið øll tey heiðursmerki, ið
Ítróttasambandið gevur. Heðin
hevur fingið silvur- og gullnál
ÍSF umframt gullmerkið við
bjálka. Eisini hevur hann
fingið heiðurskross Ítrótta
sambandsins fyri arbeiði
sítt til frama fyri føroysku
ítróttafjøldina. Umframt
hetta hevur hann fingið
heiðurskross frá íslendska
ítróttasambandinum og er
eisini riddari av Dannebrog.
Starvsnevnd Ítróttasam
bandsins ynskir Heðin Mort
ensen hjartaliga tillukku
nú hann fer um tey seksti
í vónini um, at væl verður
sjógvað og at byrur verður
blíður í komandi tíðum.
Føðingardagin heldur Heð
in við móttøku i Müllers
Pakkhúsi mikudagin tann 5.
apríl millum klokkan 15.30
og 19.00.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Heðin Mortensen seksti
Dagurin í morgin
4. apríl. Ambrosius, deyður í 397. Biskupur í Milano,
verður nevndur sum ein av kirkjufedrunum.
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt
mintust og gleddu meg á 90 ára
føðingardegnum 11. mars 2006,
takki eg hjartaliga.
Vinarligar heilsur
Karolina Poulsen
Nú ein dagin, eg kom koyr
andi millum Porkeri og
Tvøroyri, ringdi telefonin
hjá mær, tað var kona mín,
sum segði at nú var vinur
mín deyður. Tankarnir fóru
beinanvegin til tað síðstu
løtuna vit høvdu saman.
Tað var um jólini, eg frætti
at Hanne var illa sjúkur. Eg
segði við konuna at eg fari
til Havnar í morgin at vitja
hann. Fór so norður tíðliga
morgunin eftir og beina leið
út á Landssjúkrahúsið. Hitti
har eina sjúkrasystir sum
spurdi læknan, um tað var
í lagi at eg fór inn. Tað var í
lagi. Hanni var sera glaður
um at síggja meg, og vit
tosaðu um mangt og hvat,
líka frá vit dugdu at ganga.
Øll skúlaárini og eisini
aftaná skúlaárini vóru vit
altíð saman. Tá vit vóru 17
ára gamlir, vóru vit útfyri
einari syrgiligari hending,
tað var tá ið torvbáturin
gekk burtur. Vit gingu á
keiuni, og bíðaðu til torv
báturin skuldi koma aftur,
tí Herman beiggi Hanne
var við, men tíðin bleiv so
long, at vit fóru út í Pork
erisnes við báti at leita, vit
tonktu at teir kundu vera
uppstøðgaðir, men lagnan
var harðari enn so, teir
komu ikki aftur á lívi.
Ja, Hanne og eg vóru
bestu ungdómsvinir, men
sum árini gingu og vit báð
ir fingu familju, bleiv tað
longri ímillum at vit hittust,
men nú kann eg siga at tann
besta samrøðan vit nakr
antíð hava havt, var tann
síðsta samrøðan vit høvdu
útí á Landssjúkrahúsinum,
vit tosaðu um Jesus og vit
bóðu saman, Hanne bað
Jesus um fyrigeving fyri
syndina og takkaði honum
fyri blóðið, sum rann á Gol
gata og fyri frelsuna. So
kom læknin og segði at nú
mátti eg fara, men tá kundi
eg fara glaður umborð á
Smyril, tí tá visti eg, hvar
Hanne fór.
Pápi Hanne, Johan í
Billhúsi, var skipari við
Morning Star, og pápi
mín var motorpassari hjá
honum, Johan hevði møt
ir umboð sunnudag og á
einum møti tók pápi mín
ímóti Jesusi sum sínum
persónliga frelsara, júst
sum Hanne gjørdi á Lands
sjúkrahúsinum.
Ja, saknurin er stórur hjá
Ásu, børnum, abbabørnum
og systkjum, men Harrin
troysti og signi tykkum øll.
Friður verið við minninum
um vinin Hanne.
Erling
Minningarorð
Johan Kristian Dam
(vinurin) farin
1. apríl hevur Anna Maria
Simonsen starvast í 25
hjá Tryggingarfelagnum
Føroyum.
Anna Maria Simonsen er
fødd og uppvaksin í Klaks
vík, dóttir Helenu og Jóhan
Simonsen.
Hon hevur altíð havt
áhuga fyri politikki, og er
tjóðveldisfólk burturav, eins
og pápin, sum var tingmaður
fyri tjóveldisflokkin.
Hon er gift við Edvard
Nielsen, og eiga tey tveir
dreingir, Bjarni 17 ár og
Djóni 7 ár.
Anna Maria byrjaði sum
næmingur á Føroya Van
lukkutrygging 1. apríl 1981,
og var lærutíðin 3 ár. Frá 1.
januar 1985 arbeiddi hon
1 ár á deildini hjá Trygg
ingarsambandinum Føroyar
í Runavík.
1. januar 1886 byrjaði hon
aftur á Vanlukkutryggingini,
og í 1992 gjørdist hon skaða
viðgeri innan vanlukku, bæði
á tí privata og lógarfesta
økinum.
Hon hevur m.a. eisini
verið rágevi hjá Almanna- og
Heilsumálaráðnum í samband
við eina nýggja lóg um
arbeiðskaða. Tá hon byrjaði í
1981 sat ein arbeiðsbólkur og
arbeiddi við hesu lóggávuni,
og hóast fleiri álit eru skrivað,
er enn ikki komið á mál.
Tá deildirnar í Trygg
ingarsamtakinum
løgdu
saman í 1998 til Tryggingar
felagið Føroyar, varð hon
vald í nevndina sum starvs
fólkaumboð í eitt 4-ára skeið.
Anna Maria hevur umframt
nevndarsessin eisini virkað
sum álititsfólk og sitið í
samstarvsnevndini.
Tann 1. mars 1999 varð
hon sett sum dagligur leiðari
á
persónskaðadeildini,
og frá ár 2000 og til 2003
hevur hon arbeitt burturav
við projektum til at menna
okkara nýggju KT-skipan. Í
januar í ár varð Anna Maria
sett sum leiðari fyri eitt nýtt
arbeiðsøki hjá felagnum, har
arbeitt verður við at menna
arbeiðsprocessir.
Anna Maria Simonsen:
25-ára starvsdag hjá Tryggingarfelagnum Føroyum