mánadagur 3. apríl 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 3. apríl 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Jóhan Mørkøre, Hós
vík, andaðist í heiminum
sunnudagin 2. apríl, 88
ára gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinni.
Stig Jacobsen, ættaður
av Glyvrum, búsitandi
í Julianehaab, andaðist
leygardagin 1. apríl, 56
ára gamal.
Osvald Hansen, fyrr
verandi verkmeistari, ætt
aður frá Gjógv, búsitandi
í Havn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
leygardagin 1. apríl, 68
ára gamal. Jarðarferðin
verður
kunngjørd
seinni.
John Apol Tórshavn,
andaðist
á
Lands
sjúkrahúsinum fríggja
dagin 31. mars, 56
ára gamal. Bønarhald
verður í Landssjúkra
húskappellinum í kvøld
kl. 18.00. Jarðarferðin
verður úr Vesturkirkjuni
týsdagin kl. 13.00.
Hans Thomsen fer
til gravar úr Ebenezer
mánadagin kl. 13. Tey, ið
vilja minnast Hansmann
kunna lata eina gávu til
Hjartafelagið, konta í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Sá í bløðunum í einari
lítlari klummu, lýsing, at
Leif Nolsøe, fyrrverandi
lærari við Sørvágs skúla,
var deyður á Klaksvíkar
sjúkrahúsi. Einum verður
eitt sindur dátt við, sjálvt
um tað ikki er nærri
familja, og maðurin var
uppi í árunum, at persónar,
fólk, fella frá, sum í einum
týðandi parti av eins
lívi, ár, ein legði merki
til, vóru ein veruleiki á
skúlum, arbeiðsplássum,
í hesum føri skúla, ein
hevur búleikast á sum
smádrongur og tánnáringur
í eins fyrsta vaksna lívi.
Leif kom til Sørvágs
sama ár, eg fór í skúla, í
1958. Nógv er broytt síðan
tá, ikki so nógv í innbúgvi og
ytri umstøðum í mínum føri
sum til skúlabóka umstøður
og pedagogikk. Nógv var so
danskt enn, men vit tosaðu
tó føroyskt í tímunum, var
tað ikki hjá D.D. har onkur
donsk strofa fall.
Leif
hevði
okkara
flokk í føroyskum. Vit
løgdu tíðliga merki til
eina kollvelting. Eg fór í
ein skúla, har ein vanlig
blanding tá var millum
modernismu, skúlastovur,
frálæruinnbúgv, sum var
moderna, og tiltikta gamla
skúlan enn í feskum minni.
Rætt var enn við skúla og
lærarum. Bara at koma í
skúla og læra, kundi ein
ikki rokna við. Týðandi
møguligur (potentiellur)
veruleiki kundi verða
uppihald, sum meir líktist
í Abugaj fongatippinum í
Afganistan. Ólíka var, ein
lærari kom framvið, ein
helt seg síggja skuggan av
einari armrørslu, ein hvepti
albogan, við tí úrsliti, at
blekkhúsið, á miðjuni á
borðinum stóð, hvøldist,
og ein vinarlig niðurdempa
rødd. Leif kallaði børnini í
fyrsta flokki, tá hann kom
inn í tíman, fast „búrnini hjá
mer“. Leif var vágbingur.
At tað bara varð tikið
í skemti, um okkurt var,
sum ikki hóaði lærarunum,
kundi ein ikki rokna við.
Eftirseting var enn, Leif
brúkti tað ikki. Vit lærdu
væl føroyskt í fyrsta flokki
hjá Leif, uttan at røddin var
hevjað, ella peikipinnur ella
annað áhalsi var missbrúkt
ella farið var til hendurs.
Onki av tí.
Eg
vil
tíðarfesta
kunnleika mín upp á gott
og ringt, til nýmótans peda
gogikk, við fyrstaflokk
í Sørvági hjá Leif. Var
onkur trupulleiki, kundi
hann seta seg á borðið og
tosa í upp til hálvan tíma
vinarliga við næmingin.
Fyri ikki at falla í
bláoygda
droyming,
hoyrdi eg longu tá, at Leif
var avgjørdari longu frá
3 flokki. Fasta myndin,
haldi eg, ongantíð broytti
seg, í hvussu so er, so
leingi Leif var lærari. Nógv
hendi seinni, har sumt var
ikki so gott, klandur og
øvundsjúka. Mugu báðir
partar hava verið íblandaðir
tað. Eg broytti ongantíð
sjónarmið mítt, at Leif var
ein góður lærari, mín tíð
1958-68.
Styrkin hjá Leif var, sum
Palli sigur, sum íblásari.
Einum kemur til hugs nógva
tosið nú um ígongdsetarar.
Har var styrkin hjá Leif, tá
hann fekst við tað, hann
var sterkur í, har hann
fekk brúk fyri góðu evnum
sínum, til at tosa og vekja
ans og evnir og tiltrúgv til
tey hjá ungum fólki. Nógv
hava havt eitt stuttligt lív
bara av tí.
Umframt
mentan
í
vanligum
týdningi,
tónleikavenjing, sangkór,
fekst Leif fast við at seta
skúlabarnasjónleikir upp
einaferð um árið, har í
samband við útferðir til
aðri lond, mest til Danmark,
einaferð Ísland.
At svimja dámdi Leif væl,
er hann helst íblásarin til
skúlasvimjuhylin í Sørvági.
Ein onnur minni kend síða,
víkingasvimjing veturin
yvir níðri á sjónum, at vera
harður, minnist onkur.
Minni væleydnað var
íblásturhugurin í vinnulívið,
tá burtur verður sæð frá
útróðri saman við Poll Hans.
Leif átti bát og neyst. Men
lat tað verða gloymt nú, og
góðu síðurnar mintar.
Beinleiðis kundi tosast
um Leif Nolsøe menn, fólk
undir vongjum hansara.
Leif hevði til uppgávu,
ein av teimum, at finna
fram til tónleikatalentir
í bygdini. At trutta í eitt
boygt horn hjá Leif, var
nokk til vónríka framtíð,
kundi roknast við. Eg var
ikki Leif Nolsøe maður,
spældi ikki við í nøkrum
kóri har, men tíðliga fekk
Leif Nolsøe tiltrúgv til
evni míni, fyrr enn aðrir,
og broytti hann ongantíð
meting har.
Tosast kann um Leif
Nolsøe tíð í bygdini, frá
síðst í hálvtrýssunum og
fram til móti 80-unum
serliga, har hann tyktist
vera við í øllum. Hon má
væl sigast endað nú.
Mannbjørn J.
Leif
Fríggjadagin 31.mars fekk
Sigurd Hentze í Hoyvík
handað prógv sum gólv
áleggjari hjá EUC MIDT
í Viborg, ið er tann einasti
skúlin í danska ríkinum, har
gólváleggjarar kunnu taka
sína útbúging, ið tekur trý
ár og átta mánaðir.
24 ára gamli Sigurd
Hentze er tann fyrsti í Før
oyum, sum hevur tikið sína
útbúging í Føroyum, meðan
skúlagongdin hevur verið
í Viborg. Hann hevur lært
hjá Litaval P/F á Hjalla.
Lærumeistari var Sólbjørn
Thomsen.
Sigurd Hentze, Hoyvík:
Prógv sum gólváleggjari í Viborg
Fríggjadagin 31.mars fekk Sigurd Hentze í Hoyvík handað prógv
sum gólváleggjari. Á myndini, ið er tikin hjá EUC MIDT í Viborg,
eru Sigurd Hentze og konan Randi, saman við Sólbjørn Thomsen,
lærumeistara (h.m.)
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá elskaði maður mín, pápi, verðfaðir
og abbi okkara
Jóhan Chr. Dam
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Tøkk til heimahjálpir, heimasjúkrasystrar.
Tøkk til prestarnar Sverra Steinhólm og Bergur D.
Joensen, kirkjutænarar, sangarar og øll tykkum, ið
á ymiskan hátt hjálptu í samband við jarðarferðina.
Familjunnar vegna
Ása
Herman, Poul og Marian