mánadagur 3. apríl 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 66 - 3. apríl 2006
Bersøgni og provo-
kerandi Søren Esper-
sen var óivað hæddar-
punktið á studenta-
degnum hjá Norður-
atlantsbólkinum
fríggjadagin. -Hóast
Høgni Hoydal gongur
og tosar á Fólkatingi
sum um, at allar Før-
oyar standa aftanfyri
hansara politikk, so
vita vit politikarar
væl, at hann bert um-
boðar ein minniluta í
Føroyum, segði hann
millum annað
STUDENTADAGUR
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
Christiansborg: Á fjøl-
broyttu skránni hjá Norður-
atlantsbólkinum stóð hann
uttan iva í skugganum av so
mætum nøvnum sum And-
ers Fogh Rasmussen, Helle
Thorning Schmidt, Bertel
Haarder og Connie Hede-
gaard. Kortini tóktist vera
breið semju um, at fram-
søgumaðurin hjá Danska
Fólkaflokkinum í uttanrík-
ismálum, Søren Espersen,
hevði bestu framløguna á
studentadegnum
fríggja-
dagin.
Hansara provokerandi og
skemtiligi stílur setti veru-
liga lív í kjakið á Christi-
ansborg. Gamaní vóru tað
mong, sum ikki tóku undir
við hansara sjónarmiðum,
men kortini tóktist fólk
vera á einum máli um, at
Søren Espersen var hædd-
arpunktið. Bersøgni Søren
Espersen tosaði beint frá
livrini og hansara gerandis-
mál fall í góða jørð hjá
teimum føroysku og grøn-
lendsku lesandi, ið høvdu
leitað sær á Christiansborg
fríggjadagin.
Framsøgumaðurin
hjá
Dansk Folkeparti legði út
við at prika til føroyska
limin í Norðuratlantsbólki-
num, Høgna Hoydal.
– Hóast Høgni Hoydal
gongur og tosar á Fólka-
tingi sum um, at allar Før-
oyar standa aftan fyri hans-
ara politikk, so vita vit pol-
itikarar væl, at hann bert
umboðar ein minniluta í
Føroyum. Kortini vænti eg
tíverri, at vanligi danin ikki
veit, at sjónarmiðini hjá
Høgna Hoydal umboða ein
minniluta í Føroyum, og
tað er sjálvsagt eitt sindur
óheppið, segði hann.
Søren Espersen segði seg
eisini vera troyttan av, at
fólkatingslimirnir úr Før-
oyum og Grønlandi ofta
høvdu lyndi til at leggja
danir undir at føra hjá-
landapolitikk, tá onkur
danskur politikari segði
sína hugsan um innanhýsis
føroysk ella grønlendsk
viðurskifti.
– Tit eru altíð skjótir at
leggja okkum hjálandapoli-
tikk, tá tit meta, vit leggja
okkum út í tykkara viður-
skifti. Tað haldi eg vera
rættiliga órímuligt, tí før-
oysku og grønlendsku fólk-
atingslimirnar hava gjøgn-
um tíðina sanniliga blandað
seg í danskan politikk og
gera tað framvegis. Eg
kann bara nevna, at tað
vóru
føroyingar,
sum
tryggjaðu, at Poul Nyrup
Rasmussen kundi halda á
sum
forsætisráðharri
í
1998, vísti karismatiski
politikarin á.
Søren Espersen legði aft-
urat, at so leingi føroyingar
og grønlendingar leggja seg
út í danskan politikk, fór
hann ikki at halda seg aftur
við at siga sína hugsan um
føroysk ella grønlendsk
viðurskifti, um hann kendi
tørv á tí.
Málið viðurkennast
Undir kjakinum eftir upp-
leggið frá Søren Espersen,
varð framsøgumaðurin hjá
Dansk Folkeparti í uttanrík-
isviðurskiftum spurdur um,
hvørja støðu hann hevði til,
at føroyska málið skuldi
viðurkennast sum minnilut-
amál í Danmark.
Tað eru nøkur ár síðan, at
føroyska ynskið um viður-
kenning av føroyska máli-
num sum minnilutamál í
Danmark var á breddanum,
men tá eydnaðist ikki at
sannføra danir um eina
formliga viðurkenning. Sø-
ren Espersen tóktist ikki
kenna so nógv til ítøkiliga
málið, men hann vissaði
fyri, at hann og Dansk
Folkeparti fóru at stuðla
føroyska ynskinum um við-
urkenning, tá málið kom á
breddan aftur.
Ikki búnir
Fleiri av teimum grøn-
lendsku lesandi gjørdust
rættiliga stoytt av sjónar-
miðunum hjá Søren Esper-
sen um grønlendskt sjálv-
stýri. Umboðið hjá Danska
Fólkaflokkinum segði bart
út, at at eftir hansara tykki,
var Grønland ikki búgvið
sum land at fáa sjálvstýri.
– Var eg í dag biðin um at
atkvøða fyri ella ímóti
grønlendskum sjálvsstýri,
hevði eg við vissu trýst á
reyða knøttin. Grønland
hevur heilt einfalt ikki
neyðuga fakliga førleikan
til at fáa sjálvsstýri í dag.
Millum 90-95% av arbeiðs-
megini hjá tí almenna í
Grønlandi eru jú framvegis
danir. Tað er so ómetaliga
lætt hjá limunum í Norður-
atlantsbólkinum at rópa
upp um sjálvstýrið á Fólka-
tingið, men verri gongur
við at brynja Grønland til
sjálvstýri. Eftir mínum
tykki nýta grønlendsku um-
boðini á fólkatingið alt ov
stóra orku til formalia held-
ur enn at virka fyri, at fleiri
grønlendingar
fáa
eina
útbúgving og harvið økja
um fakliga førleikan í
Grønlandi. Fakligi førleikin
er eitt grundleggjandi krav
fyri einum sjálvstøðugum
Grønlandi, helt Søren Esp-
ersen fyri.
Bersøgnu sjónarmiðini
hjá Søren Espersen um
grønlendskt
sjálvsstýrið
elvdu til veruligt kjak í sali-
num, og bæði grønlendsk
og føroysk lesandi nýttu
høvi til at seta danska pol-
itikaranum
uppfylgjandi
spurningar. Báðir grøn-
lendsku limirnir í Norður-
atlantsbólkinum, Kuupik
Kleist og Lars Emil Jo-
hansen, vístu ákærunum frá
Søren Espersen aftur, og
vístu á, at Grønland sein-
astu árini hevur munandi
økt sína játtan til útbúgv-
ingarøkið.
Espersen í essinum
– Hóast Høgni Hoydal gongur og tosar á Fólkatingi sum um, at allar Føroyar standa aftan fyri hansara politikk, so vita vit polit-
ikarar væl, at hann bert umboðar ein minniluta í Føroyum. Kortini vænti eg tíverri, at vanligi danin ikki veit, at sjónarmiðini
hjá Høgna Hoydal umboða ein minniluta í Føroyum, og tað er sjálvsagt eitt sindur óheppið, segði Søren Espersen
Mynd: Símun J. Hansen