Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 3. apríl 2006 15 Vinstri, Teir Konserv- ativu og Javnaðar- flokkurin taka allir undir við, at Føroya- nevndin verður um- skipað. Føroysku fólkatingslimirnir Høgni Hoydal og An- finn Kallsberg eru ó- samdir um uppskotið FØROYANEVNDIN Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com Christiansborg: Seinasta hósdag var fyrsta viðgerð á Fólkatingið av einum upp- skoti, ið leggur upp til um- skipa Føroyanevndina. Uppskotstillararnir Christi- an Wedell-Neergaard, Helge Adam Møller, Pia Larsen og Svend Erik Hov- mand ynskja við uppskoti- num at geva Føroyanevnd- ina størri heimildir, enn hon hevur í dag. Nevndin hevur í verandi líki ikki heimild til at viðgera lógar- uppskot, men hetta vilja uppskotstillarnar broyta. Í viðmerkingum til upp- skotið stendur skrivað, at umskipanin av Føroya- nevndini er ein natúrlig av- leiðing av nýggja uttan- ríkis- og heimildarlógin, ið gevur Føroyum øktar heim- ildar á uttanríkisøkinum. Verður uppskotið samtykt lækkar talið av nevndar- limur í Føroyanevndini frá 21 niður í 17. Undir fyrstu viðgerð hós- dagin kom undan kavi, at føroysku fólkatingslimirnir, Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg eru ósamdur um uppskotið. Norðuratlants- bólkurin og Høgni Hoydal ynskja, at føroysk viður- skifti í framtíðini verða við- gjørd sonevndu sjálvsstýr- isnevndini, sum í løtuni bert viðger grønlendsk á- hugamál í ríkisfelagsskapi- num Annfinn Kallsberg segði seg hinvegin taka undir við uppskotinum hjá Christian Wedell-Neergaard, Helge Adam Møller, Pia Larsen og Svend Erik Hovmand. Framsøgufólkini hjá Vinstra, teimum Konserva- tivu og Javnaðarflokkinum tóku undir við uppskoti- num, so tí tykist tað rætti- liga sannlíkt, at uppskotið verður samtykt. Eftir 1.viðgerð hósdagin varð málið koyrt í Udva- lget for Forretningsorden- en. Politiski boðskapurin frá danska forsætis- ráðharranum, Anders Fogh Rasmussen, og forkvinnuni í danska Javnaðarflokkinum, Helle Thorning Schmidt, var ikki heilt óvæntað ein endur- tøka av tí, vit hava hoyrt seinastu árini STUDENTADAGUR Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com Christiansborg: Vit fegn- ast um nýggju uttanríkis- og heimildarlógina. Føroy- ingar og grønlendingar gera sjálvir av nær londini fáa sjálvsstýrið. Ynskja Føroy- ar og Grønland at fara úr ríkisfelagsskapinum, standa vit sjálvandi ikki í vegin. Vit ynskja at varð- veita ríkisfelagsskapin, tí søguliga er so nógv, sum knýtir føroyingar, grøn- lendingar og danir saman. Velja føroyingar og grøn- lendingar at fara úr ríkisfel- agskapinum, so verða tit noydd at taka avleiðingar- nar av tí. Uppleggingini hjá danska forsætisráðharra- num, Anders Fogh Rasmus- sen og forkvinnuni í Javn- aðarflokkinum, Helle Thorning Schmidt, á stud- entadegnum vóru ómeta- liga lík. Ikki heilt óvæntað var teirra politiski boðskap- ur ein endurtøka av tí, sum føroyingar og grønlending- ar hava lagt oyru til sein- astu árini. Hvørki Anders Fogh Ras- mussen ella Helle Thorning Schmidt høvdu stundir at steðga á studentadegnum longri enn 15 minuttir og hetta var eitt sindur spell, tí tey vóru uttan iva forkunn- ugastu nøvnini, ið Norður- atlantsbólkurin kundi borð- reiða fyri teimum lesandi úr Føroyum og Grønlandi á Christiansborg fríggja- dagin. Hinvegin var tað stuttligt at síggja Anders Fogh Ras- mussen tosa óformelt við fleiri grønlendsk og før- oysk lesandi undir matar- steðginum á studentadeg- num. Hjá mongum kann tað óivað tykjast møtimikið at standa yvir av einum for- sætisráðharra og seta hon- um spurningar, men tað tóktist als ikki at darva fleiri lesandi, tí tey hildu seg ikki aftur við spurning- um til forsætisráðharran, og Anders Fogh Rasmussen royndi at svara eftir føri- muni. Skelkandi lítil vitan STUDENTADAGUR Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com C h r i s t i a n s b o r g : Danski undirvísingar- málaráðharrin, Bertel Haarder, er alt annað enn errin av vantandi vitanini hjá donskum skúlanæmingum um Føroyar og Grønland. Á studentadegnum fríggjadegnum á Christiansborg greiddi royndi ráðharrin frá, at hann herfyri kom á eina kanning, sum við- gjørdi vitanina hjá donskum skúlanæm- ingum um Grønland og Føroyar. Úrslitið var rættiliga skelkandi, tí millum annað kom undan kavi, at fleiri næmingar ikki vistu, hvar Føroyar og Grøn- land lógu landafrøði- liga. – Vit kunnu snøgt sagt ikki loyva okkum at vita so lítið um før- oysk og grønlendsk viðurskifti. Tit lesandi hava møguliga nøkur góð hugskot, hvussu eg kann betra vitanina hjá donskum næming- um um ávikavist Før- oyar og Grønland? Bertel Haarder hevði kortini einki greitt boð um, hvussu vitanin hjá donskum skúlanæmingum kundi betrast, og spurdi ret- oriskt út í salin um nøkur føroysk ella grønlendsk lesandi høvdu eitt boð upp á tað. Føroyanevndin umskipast Lítið nýtt undir sólini Tey ungu føroysku lesandi hildu seg ikki aftur við at seta forsætisráðharranum, Anders Fogh Rasmussen spurningar Myndir: Símun J. Hansen Helle Thorning Schmidt, forkvinna í danska Javnaðarflokkinum, var ein av gestarøðarunum Tey ungu lesandi vóru ófør at spyrja donsku politikararnar Lítli Høgni var ein av yngstu luttakrunum á Christians- borg um vikuskiftið. Hann eltir sostætt slóðina hjá lang- abbanum, Jákup Lindenskov, sum hevði sína dagligu gongd har í fleiri ár