mánadagur 3. apríl 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 66 - 3. apríl 2006
OLJUVINNA
Tíðindaskriv
Oljufelagið DONG hevur
útnevnt Regin Hammer til
umboðsmann
fyri
fel-
agnum í Føroyum. Í næst-
um letur DONG eisini upp
lítla skrivstovu í Gongini í
Havn, í sama bygningi sum
onnur oljufeløg (Atlantic
Petroleum, Amerada Hess
og Geysir) fara at húsast.
Regin Hammer hevur
áður í fleiri ár arbeitt hjá
DONG á høvuðsskrivstov-
uni í Hørsholm. Seinastu
trý árini hevur Regin arbeitt
sum umsitingarleiðari fyri
Føroya
Oljuídnaðarbólk
(FOÍB), sum er samtakið
av øllum oljufeløgum við
leitiloyvum í Føroyum.
DONG er eitt av mest
virknu oljufeløgunum á At-
lantsmótinum, og fer felag-
ið at luttaka í fleiri leiti- og
avmarkingarbrunnum
í
hesum øki í ár og næsta ár.
Á Føroyskum øki luttekur
DONG í 4 leitiloyvum:
001, 006, 008 og 009.
DONG luttekur tískil í
boringini
á
Brugdu-
prospektinum sum verður í
summar.
– Í langtíðarætlanini hjá
DONG verður Atlants-
mótið mett sum eitt kjarn-
uøki, so hetta stig er ein
náttúrligur
partur
av
menningini av felagnum,
sigur Søren Gath Hansen,
stjóri.
Um fyritøkuna DONG
DONG hevur júst yvirtikið
eina røð av el-feløgum á tí
danska marknaðinum, og er
nú
eitt
av
størstu
orkuveitingarfelagið
í
Norðurlondum.
Um-
setningur felagsins í 2005
var 18 milliardir krónur.
Fleiri
enn
4000
fólk
arbeiða hjá felagnum.
Umframt at vera eitt ork-
uveitingarfelag er DONG
eitt virkið leitifelag sum
hevur
leiti-
og
framleiðsluvirksemi í Dan-
mark, Noregi, Bretlandi,
Føroyum og Grønlandi.
FESTIVALUR
Jóansøkufestivalurin og
íslendska
bryggjaríið
Vífilfell
skrivaðu
fríggjadagin undir av-
talu, sum førir við sær, at
Vífilfell verður høvuðs-
stuðul á Jóansøkufesti-
valinum 2006.
Vífilfell er størsti
sodavatnsframleiðari í
Íslandi. Síðan 1942 hev-
ur Vífilfell, sum ein tann
fyrsta fyritøkan í Evropa,
havt avtalu við Coca-
Cola um at tappað Coca-
Cola, Fanta, Sprite og
aðrir sodavatnsdrykkir
hjá Coca-Cola samtaki-
num. Umframt sodavatn,
so framleiðir Vífilfell
eisini
nógvar
aðrar
drykkir m.a. eisini Svali,
sum føroyingar jú kenna
sera
væl.
Vífilfell
bryggjar eisini øl og
kennast flestu føroyingar
eisini við øl’ina Víking,
sum eisini er mest selda
øl í Íslandi.
Guðjón
Guðmunds-
son, Marknaðar- og Søl-
ustjóri á Vífilfell sigur,
at Vífilfell altíð hevur
lagt stóran dent á at
verða við í menningini
av mentunar- og tónleik-
atiltøkum sum t.d. Jóan-
søkufestivalinum. Ikki
minst er Jóansøkufesti-
valurin áhugaverdur fyri
okkum, tí talan er um ein
tiltak, sum røkkir út um
landoddarnir í Føroyum,
sigur
Guðjón
Guð-
mundsson.
Regin Hammer um-
boðsmaður hjá DONG
Íslendskt bryggjarí
høvuðsstuðul hjá
Jóansøkufestivalinum