mánadagur 3. apríl 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Todi fær
nýggjan
liðfelaga
Start
hevur
gjørt
sáttmála við afrikanska
spælaran Bayal Sall,
sum er ein verjukendur
miðvallari. Sall var
til royndarvenjingar í
Start, tá ið felagið var á
venjingarlegu í Spania
herfyri, og hann stóð
seg so væl, at Start
hevur gjørt sáttmála
við hann. Sáttmálin
varð undirskrivaður
úti
á
einum
av
venjingarvøllunum í
Marbella. Bayal Sall
dugir bert at tosa franskt,
og nú leitar Start eftir
einum persóni, sum
kann tulka fyri Sall og
læra hann norskt og
enskt. Spurningurin er
so, umTodi kann læra
Sall okkurt føroyskt orð
eisini.
Nr. 66 • mánadagur • 3. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Jimmy
harmast
mistøk
- Hetta man vera
fyrstu ferð, at eg
havi gjørt so nógv
mistøk innan so
stutta tíð, sigur
liðfelagi hjá
føroysku lands
liðsspælarunum í
AaB
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Liðfelagin hjá Jón Róa
Jacobsen og Súna Olsen
í AaB, málmaðurin
Jimmy Nielsen, hevur
ikki spælt nakað serligt
higartil í ár. Tann annars
so sterki málmaðurin
hevur gjørt fleiri mistøk,
sum hava kostað mál, og
sunnudagin varð hann
aftur tikin av fótum í
4-2 tapinum fyri FC
Nordsjællandi.
Jimmy Nielsen hevði
sín part av ábyrgdini,
tá ið FC Nordsjælland
skoraði til 2-1, og tá ið
FCN skoraði seinasta
málið, sá Jimmy Nielsen
meira enn vanliga
klossutur út.
- Hetta man vera fyrstu
ferð, at eg havi gjørt so
nógv mistøk innan so
stutta tíð. Eg má taka
mín part av ábyrgdini
fyri, at úrslitini hjá
okkum hava verið
vánalig higartil í ár, tí eg
havi ikki spælt upp til
mítt besta, sigur Jimmy
Nielsen við Onside.
- Eg haldi ikki, at eg
spældi so illa, at tað
var neyðugt at taka
meg út, men eg veit
ikki, hví eg var skiftur
út, sigur Jón Rói
Jacobsen, sum gjørdi
sjálvmál í tapinum
hjá AaB í gjár.
Heimaáskoðararnir
bríkslaðu eftir AaB-
spælarunum eftir
tapið á heimavølli
Superligan
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Sunnudagurin var ein
dagur,
sum
føroyski
landsliðsspælarin Jón Rói
Jacobsen vil leggja aftur um
seg sum skjótast.
Hann var við frá byrjan, tá
ið AaB spældi ein vánaligan
dyst ímóti FC Nordsjælland
og tapti heili 4-2. Jón Rói var
so óheppin at skora eitt av
málunum fyri mótstøðuliðið.
Eitt innlegg var sent inn
ímóti AaB-málinum, og har
hevði Jón Rói eftir øllum at
døma høvdið á bóltinum,
sum streyk í málið til 2-1 til
FC Nordsjælland.
- Eg haldi, at eg líka
snittaði bóltin, og eg má
taka mín part av ábyrgdini
fyri málið. Men eg haldi
eisini, at málmaðurin kundi
tikið størri ábyrgd í støðuni
og komið út eftir bóltinum,
sigur Jón Rói Jacobsen.
- Hatta var ikki gott. Vit
spæla ikki væl og tapa á
heimavølli. Hetta er ein
øgilig ring byrjan hjá okkum,
sigur hann og staðfestir, at
AaB ikki hevur vunnið í
superliguni higartil í ár.
Varð skiftur út
Nakrar fáar minuttir eftir
sjálvmálið sendi Jón Rói
bóltin í málið hjá FC
Nordsjælland eftir eina góða
frísparkskombinatión, men
hann varð dømdur at verða
rangstaddur, og málið var
kolldømt.
10 minuttir inn í seinna
hálvleiki valdi venjarin at
skifta Jón Róa út, og Súni
Olsen kom á vøllin í staðin
fyri hann.
- Eg haldi ikki, at eg spældi
so illa, at tað var neyðugt at
taka meg út, men eg veit
ikki, hví eg var skiftur út,
sigur Jón Rói Jacobsen.
Heldur tú at avrikið hjá
tær og liðnum sunnudagin
kunnu ávirka tína støðu á
liðnum?
- Tað kann vera, men tað er
ilt at siga. Eg havi ikki fingið
nakað at vita frá venjaranum
um, hví hann skifti meg
út, men eg helt meg spæla
hampuliga væl, hóast eg
gjørdi eitt sjálvmál.
Áskoðararnir
misnøgdir
AaB hevur ikki megnað
at vunnið í superliguni í
ár. Liðið hevur fleiri ferðir
verið um reppið at tapa,
men hevur bjargað sær
tríggjar javnleikir í land.
Sunnudagin eydnaðist tað
ikki, hóast AaB tvær ferðir
kom afturíaftur. Tá ið FC
Nordsjælland kom fram um
3-2, datt alt sundur hjá AaB,
og so vann FC Nordsjælland
4-2.
Eftir dystin sunnudagin
bríkslaðu teir misnøgdu
heimaáskoðararnir eftir
AaB-liðnum.
- Soleiðis var tað eisini
eftir javnleikin á heimavølli
seinast. Fólk vilja gjarna
hava, at vit vinna, og tá ið
vit ikki vinna, so vísa tey
sína misnøgd. Tað skulu
tey hava loyvi til. Vit mugu
bara líta frameftir og royna
at venda gongdini, sigur Jón
Rói Jacobsen.
Trupul uppgáva
fyri framman
AaB liggur ovarliga á
stigatalvuni, men felagið
hevur mist sambandið
við feløgini frammanfyri.
Næsta uppgávan er kanska
tann truplasta í donsku
superliguni í løtuni, tí
AaB spælir á útivølli ímóti
Brøndby.
- Tað verður ein hørð
uppgáva, men tað kann
bera til at fáa nakað burtur
úr dystinum, heldur Jón Rói
Jacobsen.
Hann vónar, at liðið kann
venda skeivu gongdini sum
skjótast.
- Lagið er einki serligt í
løtuni, og tað er keðiligt, tá
ið tað ikki gongur væl, sigur
Jón Rói.
Hin føroyski spælarin
í AaB, Súni Olsen, kom
á vøllin fyri Jón Róa, og
hann spældi á vinstra bakki
seinasta hálvan tíma. Súni
hevði eitt langskot, sum
fór fram við málinum, men
annars hevði AaB ikki nógv
at bjóða hendan seinasta
partin av dystinum.
Svartur dagur hjá Jón Róa
- Lagið er einki serligt í
løtuni, og tað er keðiligt,
tá ið tað ikki gongur væl,
sigur Jón Rói Jacobsen um
støðuna í AaB