Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 66 - 3. apríl 2006 ] Todi verður viðgjørdur við sjokk­ bylgjum Føroyski álops­ spælarin spældi ikki við í venj­ingar­ dysti sunnudagin, tí dóttir hansara brendi hondina í síðstu viku, og har­ við varð viðgerð við sokallaðum sjokkbylgjum útsett nakrar dagar Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Todi Jónsson hevur ilt við at sleppa av við ein skaða, sum hann hevur í hælsinuni, og nú roynir Start nýggjar leiðir fyri at fáa sítt álopsess klárt til kappingina, sum byrj­ ar 9. apríl. Todi fær viðgerð við sokallaðum sjokk­bylgj­ um, og hesar bylgir gera, at hann kann ikki venja ella spæla í tríggj­ ar dagar aftan á hvørja viðgerð. – Vit hava gjørt alt, vit kunnu gera fyri at fáa skaðan burtur, men tað hevur ikki eydnast. Tí mugu vit royna nakað nýtt, og ætlanin er, at Todi skal fáa viðgerð við sjokkbylgjum tríggj­ ar ferðir. Skal hann av álvara kunna spæla í ár, mugu vit gera hetta, sigur fysioterapeuturin hjá Start við blaðið Fedrelandsvennen. Roknað verður við, at um hendan viðgerðin verður løgd væl til rættis, fer hon ikki at ávirka dyst­ir hjá Toda, men hann má halda frí frá venj­ing í tríggjar dagar eft­ir hvørja viðgerð. Dóttirin brendi sg Fríggjadagin fekk Todi fyrstu viðgerðina við hesum sjokkbylgjum, og hon varð gjørd í Oslo. Ætlanin var, at Todi skuldi fáa hesa viðgerð fyrr í síðstu viku, men Fedrelandsvennen skriv­ ar, at alt varð órógvað av, at dóttir hansara brendi seg illa í hondina av eini steikiplátu. Tí fór Todi ikki til Oslo fyrr enn fríggjadagin, og so kundi hann ikki spæla við í dystinum sunnudagin, tá ið Start vann venjingardyst ímóti Odd Grenland 1-0. Hetta var seinasti venj­ ingardysturin, áðrenn Tippuligan byrjar næsta vikuskiftið. Tveir av favorittunum kunnu skjótt koma undir trýst, meðan aðrir favorittar løgdu betri fyri, enn teir gjørdu tað í fjør FORMULA DEILDIN 1.UMFAR Jóannes Hansen So er brostið fyri nevi. Sjøtul er settur á landskappingina í fótbólti. Fyrsta fintan var, at fótbólturin krússaði kavan av. Tað var kritahvítt á vallunum sunnumorgunin, og tað var kritahvítt í morgun. Men seinnapartin sunnudagin vóru fín líkindi. 14 mál vórðu skorað í teimum fimm uppgerðunum. Í fjør komu 18 mál í fyrsta umfarinum. Tá var størsti sigurin tann hjá Skála, sum vann 5-1 á TB á heimavølli. TB flutti niður eftir 27 um­før, og Skála endaði á silv­ur­plássi. Hesa ferð var størsti sigurin tann hjá HB, sum vann 5-1 á heimavølli móti ÍF. Í fjør var tað merkisvert, at bæði havnarfeløgini taptu í fyrsta umfari. HB tapti 4- 3 í Klaksvík, og B36 tapti 1-0 á heimavølli móti NSÍ. Júst hjá NSÍ kann hetta vera troystin eftir fyrsta umfarið hesa ferð. Ikki at teir stóðu fyri kanska mest óvæntaða úrslitinum hesa ferð, tá ið teir á heimavølli kiksaðu 1- 0 móti KÍ. Men at tað ber til at vinna FM, hóast fyrsti dysturin á heimavølli verður taptur 1-0! Burtursæð frá Bárði Jo­hannesen í málinum og Jákupi á Borg, sum nú er vorðin ein av teimum meiri royndu í føroyskum fótbólti, so var HB í rættuliga nýggj­ ari útgávu. Stórsigurin á ÍF ber sjálvsálit við sær. Fyrsta álvarsliga próvtøkan hjá nýggja liðnum verður, tá ið teir í 2. umfari fara at fáa vitjan av EB/Streymi, sum ongantíð hevur havt tað ser­liga stuttligt móti HB í Gundadali. EB/Streymur fekk fulla úrtøku, men í 2. hálvleiki var tað ikki sannførandi móti uppflytarunum úr B68. At tapa 2-1 á Mølini er ikki nøkur skandala. GÍ vann sannførandi á heima­ vølli móti VB/Sumba. Oyggja­uppgerðin á Svanga­ skarði í 2. umfari fer at geva betri peiling av, hvussu uppflytararnir í B68 og GÍ, sum í fjør bjargaði sær í yvirtíðini, eru fyri. Meistararnir í B36 taptu í fjør í fyrsta umfari á heima­ vølli. Nú vunnu teir torføra uppgerð á útivølli í fyrsta umfari. Sunnudagin kunnu teir í Fuglafirði seta trumf á framúr byrjan, áðrenn teir í fyrsta heimadystinum skulu spæla móti KÍ. Klaksvíkingar vunnu í fjør í fyrsta umfarinum móti HB á heimavølli. Kappingarárið varð kortini kiksað. Hvussu tað fer at roynast í ár verður ikki minst grundað á, hvussu tað fer at hilnast á heimavølli móti Skála og í Gundadali móti B36. Skála og NSÍ høvdu ikki marginalirnar við hesa ferð. Í 2. umfari skulu teir spæla á útivølli. Um tað ikki eydnast at fáa úrtøku og helst at vinna, so fer mótbrekkan at kennast brøtt og trýstið stórt heilt tíðliga í kappingini. VB/Sumba var undir stórum trýsti í Gøtu. Málverjin bjarg­ aði teimum undan stórtapi. Hann fer ivaleyst at vera teimum hentur og at bjarga teimum stig. Ikki minst á heimavølli. Í 2. umfari sunnudagin 9. apríl sær skráin soleiðis út: HB-EB/Streymur, ÍF-B36, KÍ-Skála, VB/Sumba-NSÍ og B68-GÍ. KÍ fer eftir Sinisa Serbiski verjuspælarin Sinisa Jovanivic hevur royndarvant í KÍ seinastu vikurnar, og felagið er væl nøgt við hansara avrik. Partarnir hava gjørt av, at teir skulu samstarva í hesum kappingarárinum, og nú verður arbeitt við at fáa loyvini upp á pláss, so at Sinisa kann spæla við KÍ innan stutta tíð. Sinisa Jovanivic hevur millum annað spælt fyri Haiduk í Beograd, og hann hevur eisini roynt seg í tveimum feløgum á Kypros. AC Horsens spældi sunnudagin ímóti FC Midtjyllandi í donsku superliguni, og felagið hjá Johan Byrial Hansen fekk javnleik burt­ ur úr dystinum. Einki mál kom í dystinum, og tað vóru teir í AC Horsens væl nøgdir við. AC Hor­ sens er einasta felag í superliguni, sum ikki hevur tapt higartil í ár, og Johan og liðfelagarnir hava mest sum tryggjað sær plássið í bestu donsku deildini. Í donskum fjølmiðlum verður sagt, at AC Hor­ sens hevur bestu verjuna í sup­er­ liguni, og tað er tí, at lið­ið hevur fingið so nógv stig. Før­oyski lands­liðsspælarin Johan Byrial Han­sen hevur verið ein av verju­ spæl­arunum hjá liðnum í hesum kapp­ingarárinum. Byrial og teir hildu tætt Mótbrekkan kann gerast brøtt beinanvegin