Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 66 - 3. apríl 2006 ] Av beinkin­ um og til bjargingar­ mann Meinhardt Joensen í KÍ málinum bjargaði brots­ sparkinum frá Christian Høgna. Um alt hevði ver­ið, sum tað skuldi, so hevði Meinhardt sitið á beinkinum. – Ætlanin var, at Paul Clapson skuldi verja mál­ ið. Tá ið vit møttu til venj­ ingar fríggjakvøldið, fekk eg at vita, at eg skuldi verja málið. Tað kom óvart á meg. Frágreiðingin var, at Paul hóskvøldið undir venj­ ing var skaddur í ein­um fingri. Tí var hann í álop­ in­um og ikki í málin­um, greiðir KÍ málverjin frá. Lúrdi tú hann av? – Eg var orsøkin til brots­ sparkið. Tá ið dóm­­arin hevði bríkslað frykt­­aði eg fyri reyða kortinum. Tað kom ikki, og tað var rættur dómur. Eg fekk beinanvegin góða kenslu um, at eg fór at bjarga. Tá hugsaði eg ikki um, at eg í 3-2 hevði sæð Christian Høgna skjóta tvey brotsspørk í Sørvági. Eg fekk beinanvegin fat­an av, at hann fór at skjóta til vinstru fyri seg sjálvan. Eg fintaði eitt sindur, og tíbetur var eg heppin, staðfestir KÍ málverjin, sum rósar sín­ um liðfeløgum fyri góða skipan og stóran stríðs­ vilja. – Eftir brotssparkið vendi tað okkum til fyri­ munar. Vit vórðu sinniliga lyftir upp, og teir tóktust tyngdir. Fleiri nýggir 16 ára gamli Steffan Kalsø umboðaði fyri fyrstu ferð KÍ í FORMULA DEILD­ INI, tá ið hann varð settur á vøllin fyri veteranin og ein­asta mál­skjúttan – Ova Nysted. Hetta var eis­ini fyrsti lands­kapp­ ingar­dysturin hjá Paul Clapson. Á NSÍ liðnum var Jóhan Troest Davidsen fyri fyrstu ferð við frá dystarbyrjan í FORMULA DEILDINI, og Bogi Løkin hevði størri leik­lut, enn hann áður hevur havt á besta NSÍ lið­num. Christian Holst Lamhauge, sum spælir fyri danska felagið Lyngby, var aftur á vøllinum um vikuskiftið, eftir at hann hevur verið plágaður av skaða í fleiri vikur. Hann spældi við í venjingardysti ímóti Næstved, sum Lyngby vann 1- 0. Christian spældi í álopinum frá byrjan og spældi í ein hálvleik, áðrenn hann varð skiftur út. Heimaliðið misnýtti avgerandi brotsspark, og NSÍ verjan var ikki so tøtt, sum tað hevur verið arbeitt fram ímóti, at hon skal vera NSÍ-KÍ Jóannes Hansen KÍ hevur endurvunnið og endurfunnið stríðsviljan, sum ofta hevur verið avgerandi í Klaksvík, og sum tað hevur verið so eiðasørt við tey seinastu árini. Rættari er at venda tí tann vegin, at Tony Paris hevur pískað hugburðin í aftur klaksvíkingarnar, sum teir sjálvir hava roynt at leita eftir, men sum teir ikki hava funnið. Serliga hesin veruleikin var orsøkin til, at úrtøkan í Runavík sunnudagin var so stór, sum tað ber til. Tað var ikki so vakurt í 1. hálvleiki, men KÍ megnaði at halda tætt, og sum 2. hálv­leikur leið, vóru tað gestirnir úr Klaksvík, sum við Løkin í Runavík vóru leikliga omaná. Tað sást væl, at tað var tíðliga á ári­ num. Talan var á ongan hátt um polerað samanspæl, men teir bláu funnu eftir steðgin betri hvønn annan, enn heimamenninir gjørdu tað. Og um sæð verður burtur frá brotssparkinum, sum dómarin metti, at Mein­hardt Joensen uttar­ laga í brotsteiginum hevði gjørt móti Christian Høgna Jacobsen, tá ið lítið korter var farið, so átti KÍ teir mest uppløgdu mál­ møguleikarnar. Ovi Nysted var heilt leys­ ur í vinstru eftir fríspæling frá Paul Clapson, men Jens Martin Knudsen hálv­ bjargaði í handaru síðu, og løtu seinni var tað Paul Clapson, sum var leysur, men Jens Martin vísti aftur, at hann framvegis er væl fyri. Eftir dystarlok vóru misnýttu málmøguleikarnir gloymdir, og Ovi Nysted og Meinhardt Joensen vóru stóru hetjurnar í KÍ hópinum, sum saman við venjaranum í felagsskapinum – ein fyri allar og allir fyri ein – gav til kennar, at hetta skal vera tað, ið fer at bera stig og plaseringar við sær. KÍ betri við NSÍ hevði betri tak á fyrra partin av 1. hálvleiki. Fyrstu løtuna gekk væl hjá sentralu og ungu monnunum, Boga Løkin og Jóhan Troest David­ sen, sum mannaðu sentrala miðvøllin saman við Dánial Hansen. Serliga í vinstra borði komu Sjúrður Jacobsen og upp á skift teir tríggir í fremstu røð til tvørbóltar. Men NSÍ hevði lítla og onga tyngd og ongan brodd í brotsteiginum, har Atli Danielsen var tryggur aftasti skansi hjá klaksvíkingum. Sum fyrra umfarið leið, lynkaði NSÍ trýsti, og tá ið spælararnir eftir hvíldina komu út aftur í góðu vár­ sólina, var KÍ uppaftur betri við. Í útgangsstøðuni tóktist uppstillingin at vera 3-5-2, men ágrýtni Høgni Madsen røkti meiri og meiri miðverjuuppgávu sam­an við Atla Danielsen. Hjal­grím Elttør og Símun Joensen vístu alla tíðina stór arbeiðsevni á sentrala miðvøllinum, og sum seinna umfarið leið, vóru tað klaksvíkingar, sum vístu størri tyngd og saft og kraft í nógvu nærdystunum. Sjúrður Jacobsen hevði tríggjar góðar lang­skots­ royndir, sum tó fóru framvið málinum, og eftir innlegg úr vinstru royndi Helgi L. Petersen við stútara, sum fór framvið. Ovi gjørdi sigursmálið NSÍ venjarin skifti, sum 2. hálvleikur leið, fleiri ferðir út í vón um at fáa størri tyngd í álopspartin, men nú vóru tað klaksvíkingarnir, sum vóru tendraðir. Í verju­ part­inum megnaðu teir oft­ast at traðka fram um mannin, sum bólturin hevði kós ímóti, og tá ið teir ikki megnaðu tað, so var tað heilt skjótt, at heimamaðurin var kringsettur av tveimum ella trimum bláum. Ikki minst veteranarnir í verjuni, Harley Bertholdsen, sum datt alt longri aftur í høgru, og Marek Wierzbicki og Iulian Florescu, sum vóru sannir meistarar í at lesa spælið, stóðu seg væl frammanfyri Meinhardt Joensen, ið var tryggur á strikuni og í brotsteiginum, men sum ov ofta skundaði sær ov nógv við útspælinum, sum tískil gjørdist óneyvt. Tað lá í luftini, at eitt mál fór at koma. Og tað var KÍ, sum fekk málið, tá ið lítið korter var eftir. Eftir innlegg úr høgru og nærdyst við miðverjarnar eydnaðist tað Ova Nysted at gerast leysur, og hann potaði bóltin framvið Jens Martini Knudsen. NSÍ slepti í verjupartinum, men KÍ átti størstu møgu­ leikarnar. Paul Clapson sendi úr høgru og í nærra stólpan, og innskifti Steffan Kalsø sendi úr góðari støðu eitt vet til vinstru í brotsteiginum og dygst omanfyri handaru samankomingina. Sunnudagin spældu Fremad Amager og Frem ímóti hvørj­um øðrum í donsku 1. deild, og í hesum báðum feløgum eru fýra føroyskir spælarar at finna. Tveir teirra spældu við í hesum dystinum. Andrew av Fløtum spældi all­an dystin fyri Fremad Amag­er, og Jónas Tór Næss spældi somuleiðis allar 90 minuttirnar fyri Frem. Úrslitið av dystinum var, at Frem vann 1- 0. Martin Jeppe­sen skoraði málið hjá Frem eftir eitt korter. Andrew av Fløtum hevði ein góðan møgu­leika at javna móti end­an­um av dystinum, men hann fekk ikki bóltin fram­við fyrrverandi Liver­pool-málverjanum Jørgen Niel­­sen, sum vardi málið hjá Frem. Hetta var ein góður – og kanska nakað óvæntaður – sigur hjá Frem, sum hevur mist fleiri spælarar í vetur. Andrew av Fløtum mátti lúta fyri Jónas Tór Næss og teimum í Frem Mynd: Fremad Amager Christian Holst aftur á vøllinum Føroysk uppgerð í Danmark KÍ NSÍ KÍ hevur funnið stríðsviljan aftur Harley Bertholdsen hevði gott tak á NSÌ-spælarunum Annars haldi eg Marek er 42 ára gamal, men hann spældi betur enn alt (K)ÍF-liðið í Havn – Jákup Ósá, Klaksvík