Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 66 - 3. apríl 2006 ] Niðurflytararnir taptu 3-0 á heimavølli, meðan hini feløgini, sum hava verið roknað sum evni til ovastu plássini, fingu fulla úrtøku 2. DEILD Jóannes Hansen TB, AB, FSV04, LÍF, ROYN, SÍ og B71 kappast um tvey uppflytingarpláss. HB, KÍ og VB/Sumba kunnu ikki flyta upp. AB verður roknaður sum favorittur, og saman við B71 stóðu teir seg heilt væl. Serliga hjá TB royndist tað illa. TB-LÍF 0-3 (0-2) Allan Joensen, sum saman við eldra beiggjanum Jan, er komin úr Klaksvík, setti hol á við frísparki úr 17 metrum, og Magnus Skoralíð økti við frísparki úr størri fjarstøðu. Bólturin tók í verjuspælara og snýtti Predrag Markovic í TB málinum. Tá ið TB royndi at flyta fólkið fram í 2. hálvleiki, staðfesti Magni Høgnesen LÍF sigurin. Serliga eyðsýndur á LÍF liðnum var Andreas Lava Olsen, sum ferð eftir ferð rann frá heimamonnunum. - Vit hava spælt fýra venjingardystir og tvær ferðir í steypakappingini. Hetta var tað vánaligasta, sum vit hava víst, sigur Oddbjørn Joensen, sum nú er TB venjari. Hann sigur seg ikki kvíga fyri, at TB fer at koma í trupulleikar niðarlaga á talvuni, men hann heldur tað fara at verða torført at blanda seg í toppin. - Burtursæð frá málverjanum, so er talan bara um lokalar spælarar. Óli er framúr. Hinir eru allir ungir, og hesa ferð var nógvur fjáltur á teimum, sigur Oddbjørn Joensen, sum sær fram til at veteranar, ið hava verið skaddir, koma fyri seg aftur. Eitt nú Einar Petersen, Olivar Abrahamsen og Hallur Christiansen. HB-VB/Sumba 7-0 (2-0) Næstbesta HB liðið leyp avstað. Hvussu stinnir teir eru í Gundadali fer tíðin at vísa. Hesa ferð vunnu teir 7-0, og tað er góður fongur at hava við sær víðari í kappingini. Mótstøðan var einki at reypa av. Heini Gaard var stóri málslúkurin. Hann skoraði fýra ferðir. Tróndur Sigurðsson og Roy Poulsen skoraðu eitt mál í part, og gestirnir hjálptu til við sjálvir at skjóta eitt mál. Tað er týdningarmikið á næstbesta liðnum at hava veteranar, sum stuðla ungu monnunum. Tað hevur HB í eitt nú Jan C. Dam, sum hevur ábyrgdina av næstbesta HB liðnum. AB-Royn 4-1 AB hevur trimmað seg í fleiri venjingardystum, og teir stóðu seg væl í steypakappingini á Skála. AB hevur fingið nógv fólk, meðan Royn hevur mist fleiri av stuðlunum. Á Argjum helt Royn tørn fyrra partin av 1. hálvleiki. Tað var bara spurningur um tíð, áðrenn hol kom á. Tað gjørdi tað í 25. minutti. Eyðstein Jacobsen, sum er hvalbingur og áður hevur spælt við Royn, legði innfyri, og Thomas Hans Rubeksen, sum AB hevur fingið frá B36, sendi umvegis tvørtræið og í málið. So var tað veteranurin og nýggi maðurin á Argjum, Allan Mørkøre, sum eisini er liðformaður, ið gjørdi um seg og skoraði trý mál. Eyðstein Jacobsen átti næstsíðsta fótin á 2-0 málinum, og Tony Rasmussen, sum er fluttur úr HB og til AB, átti innleggið úr høgru, tá ið Allan Mørkøre skoraði til 3-0. Fyrstu løtuna eftir steðgin helt AB fram í somu øði. Eyðstein Jacobsen legði enn eina ferð innfyri úr vinstru, og Allan Mørkøre skoraði til 4-0. So var ein spælari hjá Royn útvístur fyri neyðbremsu. Men úrslitið gjørdist kortini ikki stórsigur. Í staðin var tað Eyðun Gullok Svalbard, sum minkaði um munin, eftir at tað ikki hevði verið heilt sannførandi í AB verjuni. B71-KÍ 7-0 (3-0) Eli Hentze hongur framvegis í. Nú er tað langt síðani, at hann og hinir sandoyingarnir gjørdu fótbóltsheimin ovfarnan og vunnu FM í 1989. Fótbóltsnøvnini eru nýggj á Sandi, og teir eru í holtur við at spæla lokalt lið saman, sum - við stuðli frá Wellington og Clayton Soares – skal hava møguleika at kappast um uppflytingina. Í fyrsta umfarinum gekk sum eftir ánni á heimavølli. Burtursæð frá veteraninum Fríðini Ziskason og venjaranum Alexanderi Djordjevic, sum spældi síðsta hálva tíman, var KÍ liðið mannað við ungum monnum. Eftir sjey minuttir var B71 frammanfyri 3-0. KÍ verjan var frammarlaga, og B71 dusaði sær á stóra økinum aftanfyri verjuna. Í fjør skoraðu Magnus Olsen og Clayton Soares flestu av B71 málunum. Soleiðis tykist tað eisini at skula vera hesa ferð. Clayton Soares skoraði fýra mál, og Magnus Olsen varð skrásettur fyri tvey mál. René Clementsen staðfesti rimmar heimasigurin við finum skoti upp í hornið. FSV04-SÍ 3-2 (0-1) Tættastu uppgerðin var á Valloyrini í Sandavági, har SÍ vitjaði. Uppflytararnir úr Sørvági vóru grammari í fyrra umfarinum, tá ið Jón Nielsen legði teir á odda. Skotið tóktist ikki heilt vandafult, men bólturin fór í málið. Eftir hetta hevði SÍ fleiri aðrar møguleikar, men trilvandi FSV liðið slapp undan at vera aftanfyri við meiri enn einum máli, tá ið teir fóru at hvíla seg. Seinna umfarið hevði heimaliðið lotið undan, og tað mesta gekk fyri seg á SÍ hálvuni. Hilmar Sveinbjørnsson, sum FSV04 hevur fingið úr Hvalba, javnaði við rimmar skoti úr vinstru. Bólturin fór umvegis tvørtræið og í málið. So tóktist heimasigurin vera undir borðinum, men SÍ svaraði beinanvegin aftur. Marcello varð rendur um koll í brotsteiginum, og Jens Erik Rasmussen umsetti úr ellivu metrum. SÍ misti ein mann, tá ið Jón Nielsen fekk seinna gula kortið. FSV04 trýstið øktist, og sørvingurin í FSV04, Birgir Joensen, gjørdist dagsins maður, tá ið hann javnaði og í yvirtíðini skoraði sigursmálið til 3-2. TB er stóra spurnartekinið Stórskjúttar upp á spæl Longu í fyrsta umfari vóru stórskjúttar upp á spæla í næstbestu deildini. Á Sandi van B71 7-0 á KÍ, og har skoraði Clayton Soares fýra av málunum. Soleiðis var eisini í Gundadali, har Heini Gaard skoraði fýra av teimum sjey málunum hjá HB í sigrinum á Sumba/VB. Á Argjum var Allan Mørkøre stóri maðurin, tí hann gjørdi trý av teimum fýra málunum, sum AB skoraði ímóti Royn. B68-hetja venjari í NSÍ Aksel Højgaard, sum í eitt mannaminni var álopsspælari í B68, er nú farin til Runavíkar at royna seg innan fótbóltin. Heimasíðan hjá NSÍ skrivar, at Aksel Højgaard í ár skal venja 1. deild kvinnur og Gentur 14-17 ár hjá NSÍ. Hetta er fyrsta árið, at NSÍ hevur 1. deild kvinnur, men gentuliðini í felagnum hava staðið seg væl – í fjør vunnu Gentur 14-17 ár bæði landskappingina og steypakappingina. Roknað verður við, at nógvar av gentunum eisini skulu spæla í 1. deild í ár. Eyðun Gaardbo og Egil Olsen hava frammanundan verið venjara hjá Gentum 14-17, og teir fara at hjálpa Aksel við venjingini av gentu- og kvinnuliðnum. Dómararnir tiga Tá vit eftir dystin á Skála tosaðu við Petur Reinert, sum var dómari í dystinum, vildi hesin ikki gera viðmerkingar til hendingina kring reyða kortið. – Vit hava sum so gjørt av at stramma reglurnar hjá okkum dómarum um, nær vit úttala okkum. Tað er nú einaferð so, at Skála hevur 48 tímar at kæra reyða kortið, sum eg havi givið. Sjálvur skal eg gera eina frágreiðing til hetta, og hana sendi eg so FSF. Fara vit dómarar at úttala okkum, og myndirnar í sjónvarpinum so ikki vísa neyvt tað sama, so kann tað skapa trupulleikar. – Tí hava vit gjørt av, at vit úttala okkum als ikki um slíkar hendingar fyrstu 48 tímarnar eftir dystin. Men mikudagin eru tit vælkomin at ringja aftur, staðfestir Petur Reinert. -mørk Johan Ellingsgaard kom í B36- álopið fyri Óbi í seinna hálvleiki. Men hann hevði sera truplar arbeiðsumstøður, og við vantandi rástyrkini í B36-álopinum, kundi Skála flyta nógv fólk fram Mynd: Álvur