mánadagur 3. apríl 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 66 - 3. apríl 2006 ]
Eftir fyrstu
FM-finaluna í
manshondbólti, sum
varð leikt í Vestmanna
sunnudagin, eru tað
kyndilsmenn, ið hava
trumfin undan næstu
finaluni
FM-finala
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var sum í gomlum
døgum, tá ið VÍF og Kyndil
brustu saman í FM-finalu
í høllini í Vestmanna
sunnudagin. Høllin var full
av spentum áskoðarum, og
tá ið talan er um júst hesi
bæði lið, er altíð ein heilt
serligur spenningur. Hetta
eru jú teir báðir risarnir í
føroyskum manshondbólti,
og tað var eisini hóskandi, at
tað vóru júst VÍF og Kyndil,
ið komu at hittast í fyrstu
FM-finaluni eftir nýggja
kappingarleistinum.
Kyndil fekk
skjótt eitt hol
Fyrsta korterið av dystinum
gekk leikur rættuliga javnt
á. Liðini byrjaðu eitt sindur
varliga og tóktust royna at
lúra hvønn annan av. Men
tá ið fyrri hálvleikur var
gott og væl hálvrunnin,
fekk Kyndil eitt hol niður
til vestmenningarnar.
Tað tóktist sum um, at
teir í VÍF høvdu ilt við
at steðga álopsspælinum
hjá havnarmonnunum, og
serliga var tað Høgni Klein
á spælskiparaplássinum hjá
Kyndli, ið fekk ógvuliga
gott pláss. Høgni fekk tíð
annaðhvørt at spæla upp
til hinar ella skjóta sjálvur,
og við honum á odda fóru
kyndilsmenn nakað frá
vestmenningunum.
Tað sást eisini, at Kyndil
hevði nógvar streingir at
spæla uppá, tí spælararnir
skiftust um at fáa mál, og
tey komu av øll plássum,
bæði
av
bakkunum,
vonginum ella av strikuni,
og heimaliðið tóktist eitt
sindur ørkymlað.
Kyndil hevði støðugt eina
leiðslu upp á eini trý ella
fýra mál, og VÍF tóktist hava
ógvuliga trupult við at fáa
fatur á havnarmonnunum
aftur.
Dejan og Áki
hildu lív í VÍF
Gestirnir úr Havn vóru á
odda við fýra málum, 15-
11, í steðginum, og ein vildi
trúð, at VÍF eftir steðgin fóru
at leggja út sum eitt óløgi
fyri at fáa fatur á Kyndli
aftur, men tvørturímóti.
Kyndil helt væl og virðiliga
tørn fyrstu løtuna, og var
tað ikki fyri Dejan Lacok
í VÍF-málinum, høvdu
havnarmenninir fingið eina
nógv størri leiðslu. Dejan
tók ikki færri enn fýra
brotskøst fyrsta korterið av
seinna hálvleiki, og saman
við veteraninum Áka Olsen
helt hann vestmenningum
inni í dystinum.
Áki tók yvir, tá ið vanligi
stórskjúttin hjá VÍF, Sámal
Joensen, um miðjan seinna
hálvleik fekk sína triðju
útvísing og harvið reyða
kortið. Eftir at Sámal var
farin av vøllinum skeyt Áki
fýra tey næstu málini hjá VÌF,
og spenningur kom í aftur
dystin, tí nú vóru bráddliga
bert tvey mál á muni.
Tá ið seks minuttir
vóru eftir at leika, var
støðan 24-22 til Kyndil,
men tá fekk havnarliðið
eina útvísing. Hetta kundi
verið gylti møguleikin hjá
vestmenningum at koma
upp á javnt, meðan teir vóru
í yvirtal, men ístaðin fingu
teir sjálvir ein mann riknan av
vøllin lítla løtu seinni, og tað
tóktist verða mønustingurin
hjá vestmenningum. Eftir
útvísingina kom fullkomiliga
stígur í hjá VÍF, og ístaðin
vóru tað teir úr Kyndli, sum
bara øktu um leiðsluna og
at enda vunnu ein trivaligan
28-23 sigur.
Aðrir bollar
á suppuna
Um VÍF ætlar sær at
endurvinna meistaraheitið,
so skulu aðrir bollar
suppuna, tá ið næsta finalan
verður leikt í høllini á Hálsi
leygardagin.
Fyri tað fyrsta skulu
vestmenningar
fáa
álopsspælið hjá sær at
koyra betur, enn tað gjørdi
sunnudagin. Tá var álopið
hjá VÌF ógvuliga stirvið,
og hugflogið var als ikki til
staðar. Í hinum endanum
ræður eisini um at taka sær
um reiggj. Sunnudagin sást
týðuliga, at ein maður sum
Høgni Klein ikki skal fáa
so nógv pláss, sum verjan
hjá VÍF gav honum, tí tað
er umvegis hann, at alt
álopsspælið hjá Kyndli
koyrir.
Kyndilsmenn hinvegin
ætla sær ivaleyst at byggja
víðari á tað, sum teir
avrikaðu í Vestmanna.
Ein aggressiv verja við
kontanum taklingum tóktist
ikki hóva vestmenningum,
og eitt fjølbroytt álopsspæl
við atsóknum av øllum
plássum gjørdi, at verjan
hjá VÍF ongantíð fekk tipt
álopið hjá Kyndli, soleiðis
sum vit hava sæð tað áður.
Tað er jú fleiri ferðir seinasta
árið komið fyri, at teir grønu
úr Havn í dystum móti VÍF
ikki hava skorað í upp til 20
minuttir.
Við greiða sigrinum í
Vestmanna hevur Kyndil
ivaleyst eisini sálarligu
yvirvágina undan næstu
hálvfinaluni,
og
hjá
teimum er tað eisin nóg
mikið við einum javnleiki
leygardagin at tryggja
sær føroyameistaraheitið.
Vestmenningar hava knívin
á barkan, og hjá teimum er
setningurin greiður. Einki
annað enn ein sigur kann
brúkast til nakað sum helst.
VÍF-Kyndil 23-
28(11-15)
VÍF: Agnar Joensen 6, Áki
Olsen 4, Sámal Joensen 3,
Ingi Olsen 3, Harald Bjørgvin
2, Áki G. Olsen 2, Dejan
Lacok 1, Regin Joensen 1,
John Zachariassen 1
Kyndil: Høgni Klein 6,
Hans Áki Dal-Christiansen
6(2), Marius Joensen 4,
Rókur Akralíð 4, Janus
Einar Sørensen 3, Ragnar
Stakksund
3,
Josef
Abrahamsen 2(1)
Brotskøst: VÍF 1(0), Kyndil
7(3)
Útvísingar: VÍF 4, Kyndil
1
Dómarar: Kristian Johansen
og Sámal Paulason
Áskoðarar: uml. 400
VÍF-Kyndil 23-28(11-15)
Kyndil hevur trumfin
Shevchenko í Milan fyri lívið
Ukrainski álopsspælarin Andriy Shevchenko, sum føroyingar
sleppa at uppliva í EM-dysti í Føroyum næsta ár, stórtrívist
í italska felagnum AC Milan. Shevchenko telist millum
allarbestu álopsspælararnar í europeiskum fótbólti, og hóast
søgu av og á ganga um, at hann skal skifta felag, kemur
hetta ikki upp á tal.
- Alt kann sjálvandi henda, men málið hjá mær er at
spæla í Milan restina av míni karrieru, sigur Shevchenko
við Bild.
Harvið staðfestir hann, at eitt skifti til Chelsea ikki er ella
verður aktuelt.
Sheringham rundar 40
Teddy Sheringham er ein legenda í enskum fótbólti.
Álopsspælarin, sum hevur spælt fyri feløg sum Manchester
United, Tottenham, Nottingham Forest og onnur, spælir nú
í West Ham, og har er hann framvegis við í fremstu røð,
hóast hann hevur høgan fótbóltsaldur. Leygardagin fylti
Sheringham 40 ár, og dagin helt hann við at spæla í Premier
League. West Ham spældi ímóti Charlton, og Sheringham
var á vøllinum.