Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 66 - 3. apríl 2006 ] Jan Herman nýggjur maður við róðrið Tað er best, um tú sjálvur finnur hurðina. Tað helt formaðurin í Róðrarsambandinum seinastu tíggju árini, Hannis Joensen, fyri á RSF aðalfundinum leygardagin. Hann takkaði fyri seg, og nývaldur formaður er Jan Herman Hansen. Einki óvæntað var í hesum. Hannis boðaði á aðalfundinum í fjør frá, at hann fór at leggja frá sær um eitt ár. Jan Herman hevur seinastu trý árini verið næstformaður í RSF, og hann var tann einasti, sum var í uppskoti at yvirtaka formanssessin. Nýggjur næstformaður er Pól John Æðustein, sum frammanundan var í nevndini. Paula Eikholm og Hans Dávid Hansen vórðu afturvald í nevndina, og Edvard Olsen er nýggjur nevndarlimur. Edvard hevur í fleiri ár verið í nevndini í Argja Róðrarfelag.