mánadagur 3. apríl 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 66 - 3. apríl 2006
Gøtumenn, sum
fyri tað nógva vóru
illa sperdir í fjør,
fingu eina flúgvandi
byrjan, tá einsamalla
suðuroyarliðið í
Formula-deildini
varð sent heim við
ongum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Lagið var framúr í Gøtu eftir
dystin sunnudagin. Undan
dystinum varð mett, at júst
hesi bæði liðini helst fóru at
teljast millum tey í tyngra
endanum av kappingini,
men hesa samanbering vildi
GÍ ikki uttan víðari vera
partur av.
Tamir vágbingar
Hinvegin livdi VB væl og
virðiliga upp til spádómin
um, at teir verða í tunga
endanum, tá árið er av. VB
hevur seinnu árini sagt farvæl
við nógvar av teimum, sum í
nógv ár hava verið berandi,
og tí kann vera trupult at
lyfta arvin hjá mongu ungu
spælarunum.
Kropsliga tóktust hesir
heldur ikki vera gearaðir til
fótbólt á Formula-støði, og
tí komu teir rættiliga skjótt í
dystinum undir stórt trýst.
Tvær ferðir fyri steðgin
varð hetta eisini revsað, tá teir
báðir ungu álopsmenninir
hjá GÍ skutu vertirnir upp
á 2-0. Fyrru ferðina slapp
evnaríki Sverri Jacobsen
rættiliga ótarnaður at stúta
bóltin í netið, og stutt undan
steðginum varð Jónreid Dal
heim sendir leysur avstað.
Magni á bakkinum
Efit steðgin var spurningurin
fyri tað mesta, hvussu triva
ligur sigurin hjá GÍ skuldi
verða. Marcin Dawyd í VB-
málinum, sum í fjør spældi
við GÍ, var sannur brandur,
og uttan hansara hjálp kundi
talan væl verið um tennis-tøl
á máltalvuni.
Hóast talan kanska var um
bíliga bakgrund, so tóktist GÍ
í nógvar mátar at sannføra
um, at landskappingin í ár
neyvan verður eins soltin,
sum hon var tað í fjør. Ikki
minst tóktist Magni Jarn
skor at stórtrívast í nýggja
leiklutinum á vinstra bakki,
har hann við góðum yvir
blikki var partur í nógvum av
tí, sum GÍ skapti niðaneftir.
Í hinum endanum var talan
aloftast um tilvildarligar
møguleikar, sum VB tó
heldur ikki megnaði at gera
sær dælt av. Spælið gekk
aloftast ov seint, til at hetta
veruliga kundi skapa nakrar
trupulleikar, og lætti hópurin
hevði heldur ikki kropsligu
styrkina, sum er neyðug, um
menn bara skulu stríða seg
úr trupulleikunum.
At hava ein sannan brand
í málinum, og ein sterkan
defensivan miðvallara er
í sjálvum sær sjáldan nóg
mikið. Og í so máta hevur
Ole Andersen enn eitt stórt
arbeiði eftir at gera í Vági.
Eisini hóast tað enn eru 26
umfør eftir at spæla.
GÍ-VB 3-0 (2-0)
1-0: Sverri Jacobsen
2-0: Jónreid Dalheim
3-0: Poul Arni Jacobsen
Kavin bilti einki
Annars haldi eg
VB-spælararnir rigga betur í kalendaranum enn á vøllinum – Gøtumaður í sigursrúsi
VB
GÍ
GÍ tók okkum á bóli
Tað var ein ikki sørt lætnaður GÍ-venjari,
sum Sosialurin fekk orðið á sunnukvøldið.
Eftir at hann seinastu umførini í fjør
stóð við stýrisvølin á einum GÍ-liði, sum
fram til seinasta sekund var í akuttum
niðurflytingarvanda, var talan um eina mun
andi lættari byrjan hjá Peturi Mohr.
– Tað kanst tú ætla. Hetta var júst ein slíkur
dystur, sum tú skalt vinna. Ein sigur í hesum
kundi líka sum flyta tankarnar rætta vegin,
heldur enn at vit frá byrjan skulu hugsa um
niðurflytingarvandan, og tí var trýstið sum
so stórt undan dystinum.
– At vit so eisini manglaðu fleiri spælarar,
gjørdi ikki mína støðu lættari. Hvørki Pól
Ennigarð, Gunnar Nielsen ella Hanus
Jacobsen vóru tøkir hjá mær, og tí hevði eg
einki ímóti at síggja kavan, sum kom niður í
morgun. Ja, eg vónaði næstan, at hesin varð
liggjandi, so dysturin varð útsettur, segði
flennandi GÍ-venjarin at enda.
GÍ-VB/Sumba 3-0 (2-0):
»Go« í GÍ
Hóast nýggi VB-venjarin, Ole
Andersen, sjálvandi ikki var nøgdur um
at tapa 3-0, so ásannaði hann, at sigurin
hjá GÍ so ruddiliga var uppiborin.
– Eg haldi, at mínir spælarar gjørdust
bilsnir av GÍ. Teir spældu frá fyrsta
minutti við fullari ferð. Vóru skjótir á
bóltinum og tordu at spæla hart. Og tað
haldi eg kløkkaði okkara spælarar.
– Vit hava jú skift nógvar spælarar út,
og eisini hava vit nýggja spælskipan,
so tað tekur sína tíð at laga alt til. Nú
mugu vit so greina hendan dystin, og
rætta nøkur ting, og so fáa vit at síggja.
Tað skal í øllum førum nógv meira enn
bara eitt tap til, áðrenn nakar hjá okkum
gevur skarvin yvir, heldur hann.
GÍ legði fyri við fullari ferð, tá teir sunnudagin vunnu greiðan sigur á VB í fyrsta umfarinum av Formula-kappingini
Mynd: Álvur