mánadagur 3. apríl 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 3. apríl 2006
25
Ungdómsins kæti
slapp framat í
yvirmát, tá HB so
ruddiliga blakaði ÍF
til hús við lemjandi
5-1
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Bæði liðini í Gundadali
sunnudagin sannførdu um
tær gitingar, sum undan
árinum hava verið settar til
liðini í Formula-deildini. Her
hava tey nógvu gitt, at HB -
hóast stóra útskifting - aftur í
ár verður millum liðini, sum
amast at avgjørda toppinum,
meðan ÍF hinvegin fær tað
sera trupult í niðara endanum
av stigatalvuni.
Rasmus og fríspørkini
Júst tann fatanin mundi
eisini vera tann, sum áskoð
ararnir í Gundadali sótu
eftir við. Frá byrjan tóktust
fuglfirðingarnir í øllum før
um at hava ásanna, at teirra
leiklutir var í verjupartinum,
og tí vágaðu teir sær sjáldan
nakað serligt niðaneftir.
Hetta gav HB mest sum
fullkomna spæliyvirvág, og
møguleikar spurdust eisini
burturúr. Tað skuldi tó ein av
teimum eftir hondini so væl
kendu deyðbóltsstøðunum
til hjá HB, áðrenn hol kom
á. Úr 35 metrum royndi
Rasmus Nolsøe seg við
frísparki, og hesum megnaði
Karstin Joensen í málinum
ikki halda av vandaleið.
Málið opnaði alt
Málið hevði við sær, at ÍF eftir
steðgin noyddist longur niðan
á vøllin í royndini av javna, og
tað gav rúm til HB. Tað gingu
bara fáir minuttir, so var 1-0
broytt til 3-0 á máltalvuni,
og so spruttaðu ungu HB-
spælararnir av sjálvsáliti. At
eitt mistak nakað seinni førdi
við sær, at ÍF fekk svarað
aftur, hevði sum so ikki tað
stóra uppá seg, tí nær nøkrum
veruligum spenningi komu
fuglfirðingar sjáldan.
Ístaðin vóru tað enn eina
ferð tveir av ungu HB-monn
unum, sum kundu staðfesta
trivaliga sigurin, sum í
fyrstu atløgu hevur sent
HB í topp – og ÍF í botn – á
stigtalvuni.
Óvissan burtur
Hóast talan til tíðir var um
hampuliga laka mótstøðu,
sum HB fekk í dystinum, so
man sigurin fyrst og fremst
muna væl á kontini fyri sjálvs
álit. At liðið er sett saman
av fleiri av frægastu ungu
fótbóltsspælarunum, sum vit
eiga her á landi, munnu fá vera
í iva um. Men júst ungdómur
og óstøðugt spæl hanga ofta
saman í fótbóltshøpi, og tí
man sigurin meira enn nakað
hava tikið óvissuna um egnan
mátt burtur.
Hjá ÍF er kanska ilt at síggja,
hvat sigurin skal brúkast til.
Men liðið fekk í øllum førum
staðfest, at bindingarnar afturi
á vøllinum eiga at vera størri
og betri tilvitaðar. Ikki minst,
um roynt verður at flyta spælið
frameftir.
HB-ÍF 5-1 (1-0)
1-0: Rasmus Nolsøe, 35.
2-0: Rókur av F. Jespersen,
46.
3-0: Jákup á Borg, 49.
3-1: Atli Petersen, 69.
4-1: Páll M. Joensen, 73.
5-1: Johan E. R. Mouritsen,
90.
Enski fótbóltsspælarin David
Beckham hevur hildið loyniligt, at
hann líður undir einari sjúkligari
trogd til ordan. Colafløskurnar í
køliskápinum skulu liggja í sym
metriskum ordan, og bløðini skulu
liggja í beinari røð á borðinum.
Hetta skrivar Sky News, sum vil
vera við, at David Beckham hevur
Obsessive Cumpulsive Disorder.
Sambært Sky News hevur Beckham
fjalt hetta fyri liðfeløgunum í Real
Madrid, tí hann varð illa argaður av
spælarunum í Manchester United
orsaka av hesum.
– Eg havi roynt at sleppa av við
hetta, men tað ber ikki til, sigur
David Beckham.
Stórskjúttar upp á spæl
Longu í fyrsta umfari vóru stór
skjúttar upp á spæla í næstbestu
deildini. Á Sandi van B71 7-0 á KÍ,
og har skoraði Clayton Soares fýra
av málunum. Soleiðis var eisini í
Gundadali, har Heini Gaard skoraði
fýra av teimum sjey málunum hjá
HB í sigrinum á Sumba/VB. Á
Argjum var Allan Mørkøre stóri
maðurin, tí hann gjørdi trý av
teimum fýra málunum, sum AB
skoraði ímóti Royn.
Tríggir spælarar skoraðu tvey
mál í fyrsta dystinum í 1. deild
leygardagin – teir vóru Magnus
Olsen hjá B71, John Eystberg
hjá HB og Birgir Joensen hjá FS
Vágum 2004.
Beckham vil hava skil í
Annars haldi eg
Tað var samba-veður í Gundadali í dag, men fuglfirðingar høvdu ikki hug at dansa saman við hinum – Sofus Nolsøe, Hoyvík
ÍF
HB
HB-ÍF 5-1 (1-0):
Várhýrur
Sum vera man, so var lagið á
HB’arunum í toppi eftir dystin móti
ÍF. Eftir dystin fingu vit orðið á
Rasmus Nolsøe, sum í ár tykist fáa ein
enn meira týðandi leiklut á liðnum,
enn hann hevði tað í fjør.
– Tað var sjálvandi deiligt at vinna,
men ikki minst, so haldi eg tað vera
gott, at vit fáa somikið nógv mál
burtur úr yvirvágini.
Sjálvur skeytst tú enn einaferð
mál við beinleiðis frísparki. Hesa
ferð úr 35 metrum. Er tað vanligt,
at tú skjýtur eftir málinum úr slíkari
fjarstøðu?
– Í øllum førum, sum liðið hjá
okkum er nú. Vit hava fáar spælarar,
sum veruliga kunnu hótt við deyðbólt
um, og tí ræður bara um at knalla
til.
Og er tað nakað, sum tú venur
serliga nógv?
– Tað veit eg ikki. Um veðrið er gott,
so kann eg væl standa eina løtu eftir
venjingina, men tað er ikki nakað,
sum eg havi lagt í nakra serliga fasta
legu, sigur skotsterki tvøramaðurin at
enda.
-mørk
Sparki altíð eftir málinum
Jákup á Borg var sera
vælupplagdur, tá HB
sunnudagin legði frá landi
í Formula-deildini við
trivaligum stórsigri