mánadagur 3. apríl 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 3. apríl 2006
27
B68 var um reppið at
fáa úrtøku, eftir at teir
í fyrra umfarinum
og undan vindinum
høvdu verið undir
rættuliga stórum
trýsti
EB/STREYMUR-B68
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í sannari høkjuútgávu vóru
uppflytararnir av Toftum
á Mølini, har tað við B68
fyritreytunum í huga kundi
hugsast, at stórfavorittarnir
í EB/Streymi fóru at hava
vinnaraliðið úr næstbestu
deildini í fjør sum kanón
føði.
Fyrra umfarið boðaði
frá hesum. Heimamenninir
høvdu fríska høgættarlotið
undan, og teir vóru støðugt
omaná. Tað mesta gekk
fyri seg á B68 hálvuni, og
gestirnir á Mølini, sum bara
høvdu Jóhan Dáva Højgaard,
heilt frammi á toppinum,
meðan Súni Fríði Barbá var
eitt sindur aftanfyri hann,
høvdu ilt við at spæla seg
nakran møguleika.
EB/Streyma málverjin,
René Tórgarð, hevði lítið
ella rættari einki at gera. Í
hinum endanum vóru fleiri
ferðir boð eftir nýggja B68
málverjanum, Tórða Thom
sen, sum stóð seg rættuliga
væl.
Heimaliðið var í 4-5-1
útgangsstøðu, og Bárður
Olsen var serliga eyðsýndur
á miðvøllinum, tí tað var
hann, sum átti næstsíðsta
fótin á báðum málunum.
Tað fyrra var Sorin Anghel
meistari fyri. Hann var í mál
teiginum, tá ið hann fekk
sendingina frá Bárða Olsen
og legði bóltin inn undir
málverjan. Hetta var í 19.
minutti, og tjúgu minuttir
seinni økti høvuðstinni
miðverjin Gert Hansen til
2-0, tá ið hann við høvdinum
stýrdi frísparksinnleggi frá
Bárði Olsen í málið.
EB/Streymur kundi undan
hvíldini og undan vindinum
havt staðfest trivaligan
sigur, men royndin hjá ytsta
miðvallaranum í vinstru,
Hans Paula Samuelsen, brast
í stólpan aftanfyri Tórða
Thomsen.
Komu fyri seg
Eftir steðgin hevði B68
vindin undan, og teir fótaðu
sær leikliga. Øssur Hansen,
sum hevði verið á vinstra
vongverja, varð fluttur fram á
miðjuna, og veteranurin fekk
tak á spælinum. 2. hálvleikur
var lítið korter gamalur, tá
ið Súni Fríði Barbá, sum
var meiri framrættaður
eftir steðgin, við høvdinum
sendi hornasparksinnlegg
frá Øssuri Hansen úr vinstru
í málið
B68 royndi at leggja trýst á
fyri at fáa útjavnandi málið.
Teir høvdu tveir møguleikar,
sum kundu havt givið mál.
Í fyrra førinum var EB/
Streyma málverjin ikki nóg
nærlagdur, tá ið hann misti
bóltin eftir Øssur Hansen
langskot á tvørtræið. Í seinna
førinum var um reppið, at
Jann Ingi Petersen var feldur,
áðrenn hann spældi upp á
tvørs, men bólturin var eitt
vet aftanfyri púra leysa Súna
Fríða Barbá.
Eisini í 2. hálvleiki hevði
heimaliðið, sum lá longri aftar
laga á vøllinum, møguleikar,
men Sorin Anghel, men eitt
nú Hans Pauli Samuelsen og
Arnbjørn Hansen misnýttu
úr góðum skotstøðum, og
tað eydnaðist heldur ikki
Sorini Anghel at fáa mál, tá
ið hann hevði møguleikan.
Annars haldi eg
Vit vóru í hørðum streymi á Eiði, men bíða bara til vit fáa vindmyllurnar í gongd – Toftamaður
EBS slapp óskalað undan trýstinum
B68
EB/Streymur
Ikki betri
enn næstbest
Egil á Bø er royndasti
EB/Streyma maðurin.
Hann er nøgdur við
at hava fingið stigini,
men hann heldur ikki,
at leikliga avrikið var
so gott, sum tað kundi
havt verið:
– Vit høvdu fult og
heilt takið í 1. hálvleiki.
Tá áttu vit at havt skorað
fleiri enn tvey mál. Vit
kundu eisini havt fingið
fleiri mál í 2. hálvleiki.
At vit ikki megnaðu at
fáa størri úrtøku kundi
havt kostað nógv. Teir
fingu eitt mál, og tað
hevði einki forgjørt
verið í tí, um dómarin
fram móti dystarenda
Tætt at
einum stigi
B68 formaðurin, Niclas
Davidsen, var ikki heilt
illa nøgdur við sínar
menn:
– 1. hálvleik eigur
heimaliðið. Eftir steðgin
saðlaðu vit eitt sindur
um. Tað hjálpti upp
á spælið, og okkara
menn sýndu hugburðin,
sum krevst hvørja ferð.
Um vit vóru hepnir, so
kundu vit havt javnað til
2-2. Tað gjørdu vit ikki,
og nú mugu vit taka 2.
hálvleik við okkum av
Mølini og nýta hann, nu
vit fara at fokusera uppá
fyrsta heimadystin, sum
verður móti GÍ sunnu
dagin, segði Niclas
Davidsen.
Seks manglaðu hjá B68
Hjá EB/Streymi kom tað næstan
óvart á, at pappírini hjá pólverksa
miðvallaranum, Rafal Kwiecinski,
komu upp á pláss undan fyrsta lands
kappingardystinum. Pólverjin var í
høgra borði, inntil Teitur Joensen
kom á vøllin fyri hann. Pólverjin
var einasti nýggi maðurin á liðnum
hjá EB/Streymi.
Hjá B68 restaðu seks av teimum,
ið verða roknaðir sum evni til besta
liðið. Umframt Julian Johnsson
og leikbannaðu Øssur Jacobsen
og Jóhan Petur Poulsen vóru teir
Kristian Anton Andreasen og
Magnus Jakobsen (skaddir) og Ralp
van Dooren (loyvi ikki komið upp
á pláss).
Hansmar Poulsen er fyri stuttum
fluttur úr AB – saman við Jóannesi
Jakobsen, Magnusi Jakobsen og
Súna Fríða Barbá – og til B68, sum
hann er uppvaksin í. Niklas Poulsen
og Niklas Joensen hava ikki áður
spælt á besta B68 liðnum í bestu
deildini. Jóhan Dávur Højgaard, sum
er sonur gamla B68 toppskjúttan
Aksel Højgaard, hevur ongantíð
áður verið fremsti maður á besta
B68 liðnum.