Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 66 - 3. apríl 2006 Sosialurin fer at løna liðunum í Formuladeildini fyri at spæla undir­ haldandi fótbólt. Aftan á hvønn dyst verða liðini vigað og mett, og tá ið kappingarárið er av, verður mest undirhaldandi liðið kosið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hvat kemur fyrst, úrslitini ella undirhald? Spyrt tú teir 10 venjar­ arnar í Formula­deildini, ivast teir neyvan í at siga, at úrslitið hevur størri týdning enn undirhaldandi fót­ bóltsspæl. Og tað munnu flestu spæl­ararnir eisini halda – teir vilja heldur vinna enn undirhalda áskoð­ararnar. Men kanska ber tað til at fáa nakað av báð­ um, og helst er tað júst hetta, sum bæði venjarar og spælarar miðja eftir. Samstundis sum teir vilja hava síni lið at vinna dystir, vóna teir eisini, at liðið kann spæla væl. Sosialurin heldur í øllum førum, at undirhaldið í fót­ bóltsspælinum hevur stór­an týdning, og tí ætlar blaðið sær undir ein nýggjan tátt, at tey væl spælandi liðini verða lønt fyri síni avrik. Vinnarin fær 20 bóltar Eftir hvønn dyst í Formula­ deildini lata vit liðunum stig eftir eini skipan, har ein bóltur er tað minsta, og seks bóltar eru tað mesta. Tá stigini verða latin, hevur úrslitið mini týdning enn spælið hjá liðnum, og tí kann tað saktans koma fyri, at eitt lið, sum hevur tapt ein dyst, fær fleiri bóltar enn mót­støðu­liðið, um tað hevur spælt góðan fótbólt. Og hvat er so góður fót­­ bóltur? Ja, fleiri hugsa­nir eru um tað, men vit fara løna liðum, har áskoð­arar­nir fáa nakað fyri peng­arnar – um tað so er polerað k o m b i n a t i ó n s s p æ l , málsøkjandi álopsspæl ella framúr einstaklingaavrik. Gjøgnum kappingarárið verða stigini hjá teimum ymsu feløgunum tald saman, og eftir kappingina verður vinnarin funnin. Vinnandi felagið fær 20 spildurnýggjar Puma- bóltar frá Thomas Dam Ítrótti, og hesir bóltar eru ætlaðir felagnum at lata sum persónlig gáva til ungdómsspælarar, sum hava uppiborið eitt herða­klapp. Tað kann verða eitt smápiltalið, sum hevur verið áhaldandi ígjøgnum eitt ár, ella eitt gentulið, sum hevur spælt væl. Hvør fær bóltarnar?