Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 3. apríl 2006 29 UTTAN ÚR HEIMI Í mong ár hava kinesisk sjúkra­hús forvunnið væl av peningi burtur úr at selja gøgn av avrættaðum fang­ um, men nú hevur stjórnin í Beijing sett forboð fyri slíkum handli, skrivar AP. Sambært heimsheilsu­ stovn­­inum WHO eru tað serliga útlendingar, sum keypa ymisk gøgn frá teimum kinesisku sjúkrahúsunum, men sambært WHO verða fangarnir ikki spurdir, um teir vilja lata lata øðrum gøgnini. Eingin veit við vissu, hvussu nógvir fangar verða av­rættaðir í Kina um árið, men mannarættindafelagsskapir vilja vera við, at talið er onkunstaðni ímillum 5.000 og 12.000. Tað er nógv meiri enn í nøkrum øðrum landi, og áhaldandi atfinningar hava nú fingið myndugleikarnar at mæla dómstólunum til at avmarka deyðadómarnar, skriv­ar AP úr Beijing. Nýggj hagtøl vísa, at talið á krabbameinstilburðum í Noregi veksur altsamt, og at í 2004 vórðu 24.434 nýggir tilburðir staðfestir. Tað merkir, at talið á krabbameinstilburðum er vaksið heili 80 prosent síðani 1953, tá farð varð undir at skráseta tilburðirnar. Tølini vísa, at allir aldursbólkar fáa krabbamein, men at tey flestu kortini eru eldri fólk. Av monnunum, sum fáa krabbamein, eru 86 prosent eldri enn 55 ár, og hjá kvinnunum er talið 78 prosent. Samstundis vísir tað seg, at krabbamein gerst alt meiri vanligt hjá børnum, og nú fáa umleið 150 norsk børn krabbamein um árið. Hagtølini frá 2004 vísa, at rættiliga nógv fólk fáa krabbamein í tjúkk­tarminum ella enda­tarminum. Tað árið fingu 3.482 norðmenn krabba­mein í tarmunum. Sangarin og friðarmaðurin Bono harmast um, at hann verður misbrúktur í val­stríðn­ um upp undir tað komandi tjóðartingsvalið í Italia. Í einum bóklingi, sum flokkurin hjá Silvio Berlu­ s­coni, forsætis­ráð­harra fer at senda í hvørt hús í næstum, skrivar Berlus­ coni, at Bono hevur takkað sær fyri ta hjálp, sum Italia hevur veitt teimum fátæku londunum. – Fyri meg er tað als eing­ in æra at fáa pláss í hansara valstríði, og har­afturat kenni eg meg mis­brúktan, sigur Bono við italska blaðið Corriera della Sera. Sambært Bono hevur Berlusconi heldur ikki so nógv at rósa sær av, tá tað snýr seg um at hjálpa teimum fátæku londunum. – Síðani Berlusconi gjørd­­ist forsætisráðharri, er italski stuðulin til tey fátæku londini minkaður, so nú er landið niðast av teimum 22 londunum, sum geva mest eftir fólkatalinum, sigur Bono við Corriera della Sera. Tey seinastu árini er Kina farið at innflyta nógv ólógligt timbur úr teimum tropisku økjunum, og sambært um­hvørvisfelagsskapinum Greenpeace kann tað enda við, at frumskógurin í Ind­on­ esia verður oyddur um eini tíggju ár. Greenpeace sigur, at Kina keypir serliga nógvan tropiskan við úr Indonesia og Papua Ný Guinea, og at 90 prosent av innflutninginum er ólógligur, tí talan er um hótt trø. Kinesiska stjórnin royn­ir at forða tí ólógliga handl­in­ um, og fyri nøkrum døgum síðani skrivaðu Kina og Burma undir ein sáttmála, sum skal forða kinesiskum fyritøkum at keypa frum­ skógarvið úr Burma. Green­ peace og aðrir umhvørv­is­ felagsskapir hava víst á, at umleið 70 prosent av viðinum, sum Kina fær úr teimum tropisku økj­ un­um, verður brúktur til vørur, sum verða seldar av landinum. Tí royna fel­ags­ skapirnir at fáa onnur lond at gevast við at keypa tær kinesisku vørurnar. Á einari ST-ráðstevnu í Brasil í síðstu viku kom fram, at um tíggju ár verð­ ur eingin frumskógur eft­ ir í Indonesia, og at tað sama fer at henda í Papua Ný Guinea um eini 15 ár, verður einki gjørt fyri at bjarga frumskóginum. Oyða frumskógin Kennir seg misbrúktan Fleiri fáa krabbamein Bannað at selja gøgn Fyrrverandi liberiski forsetin Charles Taylor situr nú í varðhaldi í Haag skuldsettur fyri krígsbrotsverk. Rættarmál Árni Joensen fartekst@mail.dk Minni enn ein mánað eftir at Slobodan Milosevic tók lívið av sær í einum kliva í Haag, hava starvsfólk hjá krígsbrotsmanna­dóm­ stól­inum gjørt ein annan kliva kláran til fyrrverandi lib­eriska forsetin Charles Taylor. Eins og Milosevic er hann skuldsettur fyri krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini. Upprunaliga skuldi Charles Taylor koma fyri ein ST-dómstól í Sierra Leone, men myndugleikarnir har bóru ótta fyri ófriði í sam­ bandi við málið, sum tí bleiv flutt til Haag. Charles Taylor kom til Haag í dag. Tann 58 ára gamli fyrrverandi forsetin er skuldsettur fyri rllivu ymisk krígsbrotsverk í Liberia og grannalandinum Sierra Leone tíðliga í áttatiárunum. Hann er eisini skuldsettur fyri at hava byrjað borgara­ kríggj í Liberia í 1989 og fyri at hava verið virkin í borgarakrígnum í Sierra Leone. Her skal hann hava medvirkað til fleiri grov krígsbrotsverk, eins og hann er skuldsettur fyri at hava brúkt børn sum hermenn. Kanska bara tann fyrsti Mannarættindafelagsskapir eru sera fegnir um, at Char­les Taylor kemur fyri ein dómstól hjá ST, tí teir halda, at tað kann fáa aðrar afrikanskar leiðarar at hugsa seg um, áðrenn teir bróta altjóða lóg. Tað er heldur ikki vist, at málið ímóti Charles Taylor verður tað seinasta av sínum slagi, tí dómstólurin er longu í ferð við at kanna viðurskiftini í Kongo, Sudan og Uganda, har áhaldandi ófriður hevur kostað fleiri milliónir mannalív. Fyri fjúrtan døgum síð­ ani sat Charles Taylor í mar­ glætis­húsum sínum í Nigeria, har hann hevur búð, síðani hann noyddist at fara frá. Í síðstu viku varð hann tikin á markinum ímillum Nigeria og Kamerun, og í dag kom hann til Haag. Steðgurin har kann gerast drúgvur. Bretar vilja ikki bíða eftir, at viðurskiftini í Irak koma í rættlag. Hermenninir skulu heimaftur sum skjótast Bretland Árni Joensen fartekst@mail.dk Í Bretlandi hevur mótstøðan ímóti krígnum í Irak ongan­tíð verið so stór sum nú, og flestu bretar vilja hava her­menninar heimaftur, sama hvussu støðan í Irak er, skrivar The Daily Tele­graph. Tað sæst í einari kanning, sum YouGov hevur gjørt fyri The Daily Telegraph. Har siga 57 prosent av teimum spurdu, at tað var skeivt av George W. Bush og Tony Blair at fara í kríggj fyri Irak, og 55 pro­ sent krevja, at teir bretsku her­menninir verða tiknir úr Ir­ak beinanvegin ella innan eitt ár. 39 prosent halda, at her­­menninir skulu verða ver­ andi har, til irakar sjálvir eru førir fyri at tryggja lóg og landaskil. Tony Blair kann sambært kanningini ugga seg við, at hansara veljarar taka undir við avgerð hansara at leypa á Irak. 54 prosent av teimum spurdu veljarunum hjá Ar­­beið­ ar­a­flokkinum siga, at Blair gjørdi tað rætta. Tað halda bara 30 prosent av teimum kon­servativu velj­arunum. Aftur ein forseti fyri rættin í Haag Hermenninir skulu úr Irak Bretskir hermenn á varðhaldi í Basra har suðuri í Irak