mánadagur 3. apríl 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 66 - 3. apríl 2006
Símun
Absalonsen
Sum
aðrar
verksmiður
framleiða fjølmiðlar eisini
sína vøru. Tá miðlarnir líða
av rávørutroti verður hetta
stundum rópt agurkutrupul-
leiki. Tann til tíðir so soltni
miðlaheimurin í Føroyum
hevur funnið eina nýggja
rávøru - ein samkoma í ein-
um kjallara í Klakksvík.
Hetta nýggja fundið og
frambrotið í nýføroyskum
tabloidjournalistikki hevur
gjørt
"erkabiskuppin"
André Matas til samrøðu-
evni um alt landið.
Tað byrjaði í Dimmu og
helt fram í "Góðan morgun
Føroyar". Kjallarin í Klaks-
vík fylti síðani nógv í ein-
um óvanliga subjektivum
innslagi í prime time send-
ingini "Dagur og vika".
Sosialurin vil nú eisini hava
sín part av kjallarakvotuni,
hóast blaðið samanborið
við hinar miðlarnar er nak-
að seint á sjóvarfallinum.
Men tað sum er mist við at
koma ov seint, kann vinnast
aftur við at rópa hart. Og
tað ger Sosialurin í ólukku-
mát tá forsíðan verður
ruddað og sálarfrøðingurin
Eyðun Joensen trínur fram.
Spennandi
verður
at
síggja hvør miðil man eiga
næsta boðið. Nú útlend-
ingar leggja so nógv undir
seg í Føroyum, kunnu vit
kanska vænta BBC ella
CNN at gera innrás í kjall-
aran í Klakksvík?
Pastorurin á Oyri
Nú havi eg ongantíð verið í
nógv umrødda kjallara,
men eg kenni eitt sindur
skyldmannin André Matras
á Norðoyri. Og oyramaður-
in man helst standa eitt
sindur spyrjandi, nú miðlar-
nir eftir fáum vikum hava
gjørt hann til almennan
persón í Føroyum.
Orsakað av øllum miðla-
rokinum er André eftir
hondini vorðin ímyndin av
bæði einum og øðrum. Tað
sveiggjar heilt frá dema-
gogum sum Adolf Hitler og
Jim Jones til imamar, refor-
matorar og guruar. Og sál-
arfrøðingar í Havn tykjast
nú so dugnaligir, at teir
kunnu fjardiagnosera ment-
alu støðuna hjá pastorinum
á Oyri.
Sjálvur haldi eg at André
er bæði undir og yvirmett-
ur. Hann er treyðugt nakar
erkabiskupur ella partisan-
ur, men ein miðal hampa
oyramaður við báðum bein-
um á jørðini, men ber
kanska høvdið hægri enn
jantelógin her á landi kann
loyva.
Tað sum pressan serliga
hevur funnist at er, at nøkur
menniskju hava funnið
nøkur virði, sum tey meta
hava týdning, og hava tí
valt at raðfest øðrvísi. Og
júst her lúrir tann stóri
vandin og pressan ber ótta
fyri sálarligu vælferðini hjá
ungum klakksvíkingum.
Nú eri eg sjálvur klakks-
víkingur við stórum K, sum
hevur búð meira enn 25 ár í
høvuðsstaðnum. Tað undrar
meg ikki sørt at høvuðs-
staðarpressan, hvørs heim-
ur ofta er avmarkaður til
tað, sum rørir seg ímillum
Hoyvíkshagan og Glyvurs-
nes, brádliga hevur fingið
so stóran áhuga fyri einum
kjallara í Klakksvík. Ikki
minst undrar hetta tá havt
verður í huga, at í her í høv-
uðsstaðnum liggur partur
av okkara vakra ungdómi
hvørt vikuskifti og rullar í
gøtunum til ljósan morgun,
stundum ávirkaður av harð-
ari evnum enn rúsdrekka,
og uttan at hetta tykist at
vekja stórvegis ans hjá
miðlum, sosialum myndug-
leikum ella sálarfrøðingum.
Tað er gott at høvuðsstaðu-
in er vorðin góður við
Klakksvíkina, men eg vóni
ikki, at Havnin gloymir at
sópa fyri egnum durum.
Fløgubrenning - hvat
er tað?
Hetta gandaorð hevur nú
fingið dupultan týdning. At
brenna fløgur kann nú ann-
aðhvørt merkja at avrita
ella beina fyri, og hesi sam-
anblanding hava klakksvík-
ingar fingið mikið skemt
burturúr.
Tað sum er minni skemt-
iligt er, at hugurin at beina
fyri ávísum lutum verður
tikið sum tekin um sálarliga
ørsku. Um so er, so hava
mangir frægir mentamenn í
Føroyum gjøgnum tíðirnar
verið sálarliga ørir. Eg
loyvi mær tí at tríva eitt
sindur í søguna og nevna
onkran teirra.
Jóhann við Sjógv
Sjóvarættin í Kollafirði
hevur fostrað nøkur av
mætastu skøldum føroying-
a. Millum teirra kann nevn-
ast gamli sjóvarbóndin,
Jens C. Djurhuus (1773-
1853), Jens Hendrik Djur-
huus, T. N. Djurhuus og
ikki minst áarstovubrøður-
nir í Havn, Janus og Hans
Andrias. Eitt minni kent
skald úr ættini er Jóhan
Dam (1863-1925), ið var
bóndi við Sjógv.
Í Úrvali 1967 er prentað-
ur áhugaverdur fyrilestur,
ið táverandi løgmaður P.M.
Dam helt í Útvarp Føroya
um tann minni kenda yrkj-
aran í ættini - farbróðurin
Jóhan við Sjógv. P. M. Dam
var sum nevnt av sjóvar-
ættini og hevði góðar
skaldagávur. Hann yrkti
bæði í bundnum og óbund-
num máli. Í Varðanum nr.
37 lýsir hann við skalds-
ligum hegni farbróðurin
soleiðis:
Eitt andagos úr ævunum,
tú søgu sóma bar.
Um firrað ferð av bævrunum,
tó flogið fagrast var.
Leggjast kann aftrat, at í
"Heimamissiónssangbók-
ini" eigur P.M. Dam fleiri
sálmar - bæði upprunaligar
og týddar.
Í áðurnevnda útvarpsfyri-
lestri metir P.M.Dam, at
skyldmaðurin Jóhann, við
sínum skaldagávum, kem-
ur upp á síðuna av mætastu
skøldunum í ættini. Tað
sigur ikki so lítið tá ein er í
kapping við t.d. áarstovu-
brøðurnar.
Jóhann lærdi seg týskt og
franskt, og serliga væl
enskt og fornnørrønt. Hann
bardi seg eisini fram til at
lesa bíbliuna á frummáli-
num. Slík málslig avrik
munnu vera eindømi í Før-
oyum í seinna helmingi av
1800talinum. Jóhann sat
somuleiðis á Føroya Løg-
tingi í 20 ár.
P.M. Dam, ið ofta vitjaði
sjóvargarðin á ungum aldri,
viðgerð tann mentanarliga
tvídráttin ið farbróðurin
drógst við, og fyrrverandi
løgmaður hevur størstu
virðing fyri tí raðfesting og
lívskós, ið Jóhann valdi.
Í ævisøguni eftir J.H.O.
Djurhuus viðgerð Hanus
Kamban tey ymisku sjóv-
arskøldini og um Jóhann
sigur Hanus soleiðis:
"Klovningur kom í sinni
hansara, eitt stríð millum ta
norrønu dýrdina og tann
evangeliska kristindómin.
End-in var, at Óðin mátti
lúta, og skaldið brendi at
kalla alt, hann hevði yrkt.
Jóhann er eitt merkisvert
dømi um, hvussu tað kundi
gangast einum viðkvømum
andsmenni í broytingar-
tíðini aftan á 1856."
Vicor Danielsen
Tað er neyvan neyðugt her
at geva eina nærri lýsing av
Victori sum skald. Danski
heimamissiónstrúðboðarin
Ryving Jensen hevði stóra
ávirkan á Victor, og hetta
førdi til eina grundleggj-
andi broyting í 1913. Ein
avleiðing av hesum var, at
Victor ruddaði upp í ment-
anararvinum og brendi hóp
av bókum. Hann plagdi at
taka til, at seinasta bókin
sum
fór
í
eldin
var
"Holbergs Comet".
Eg skal vera tann fyrsti at
viðganga, at eg skilji ikki til
fulnar víðgongdu framferð-
ina hjá mæta sjóvarskaldi-
num og Victor. Men eg ætli
mær at vera tann seinasti at
fella dóm yvir teirra av-
gerðir. Teir høvdu avgjørt
verið førir fyri at svara fyri
seg. Best dámar mær hug-
burðin hjá P. M. Dam, har
tú velur umhugsni og virð-
ing, heldur enn bráðar nið-
urstøður.
Ótespiligt
tekstinnihald
Jóhan við Sjógv og Victor
áttu hvørki fløgur ella
MP3, ið man vera høvuðs-
andskelda hjá føroyska
ungdóminum nú á døgum.
Eg kenni ung her á landi ið
hava ruddað upp í pørtum
av sínari fløgugoymslu. Ein
av orsøkunum er, at tekst-
innihaldið kann vera av
slíkum slag, at tað er ótesp-
ilig føði fyri sálina: Harð-
skapur, ótrúskapur, morð,
neyðtøka, satanisma osfr.
eru ikki óvanlig fyribrigdi í
teksthøpi. Summar av hes-
um tekstum troysti eg mær
heilt einfalt ikki at seta á
prent her. Á heimasíðuni
www.goodfight.org verður
varpað ljós á vandan í hesi
sálarføði.
Tað sum Jóhann við
Sjógv og Victor beindu
fyri, mundi vera harmleyst
samanborið við nógv av tí
eitri, ið føroyska ungdóms-
sálin drekkur í seg í dag.
Sálarfrøðingar
VIÐMERKINGAR
Nakrir tankar um Getsemane
Jóhann við Sjógv. Av átrúnaðarligum orsøkum beindi
sjóvarbóndin fyri meginpartinum av sínum skaldskapi
Kristina í Vátutoft