Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 3. apríl 2006 31 Eg havi altíð havt virðing fyri Eyðuni Joensen. Henda virðing stavar heilt aftur frá 1963 tá eg fór í 1. flokk í Klakksvíkar skúla, og hevði Eyðun í rokning í eitt ár. Eyðun lærdi meg at skriva tølini og síðani hava tøl fylt nógv í mínum lívi. Frá mínum fyrsta skúlaári havi eg mong og bert góð minni frá Eyðuni. Men eg standi eitt sindur spyrjandi tá EJ, í blaðsamrøðu við Sosialin, einvíst viðgerð evnið bólkatrýst og øsing í samband við trúarlív. Bólkatrýst og øsing kann sum kunnugt venda báðar vegir, men EJ dregur bert ta einu síðuna fram - nevniliga at fólk kunnu koma undir trýst av ávísari trúarrørslu. Men man fulli sannleikin um bólkatrýst ikki vera tann, at fólk mangan hava ynskt at valt ávísa trúarleið, men at bólkatrýstið noyddi tey at vraka tað, ið tey innast inni ynsktu? Er hetta ikki eisini sálarligur harðskapur? Og man hetta slag av bólkatrýsti ikki vera meira vanligt enn tann fyrri? Og tá vit nevna orðing øsing, man tað so ikki venda báðar vegir? Man øsingin móti trúarlívinum ikki mangan vera størri enn tann øsing, ið trúarlív verður lagt undir at skapa. EJ er merkiliga tigandi um hetta slag av sálarligum harðskapi. Tá Eyðun óbeinleiðis leggur kjallarasamkomuna í Klakksvík undir at vera óskipaða einmanssam- komu, og samanber hetta við tey meiri skipaðu viður- skiftini í t.d. brøðrasam- komuni so er hetta ikki rætt. Brøðrarsamkoman hevur hesi 125 árini hon hevur virkað í Føroyum ikki havt nakað elstaráð. Onkur einstøk hevur kortini innan fyri seinastu árini fingið meiri skipaða leiðslu. Getsemane hinvegin hev- ur eitt elstaráð. Hetta er ikki sagt fyri at viðmæla, ella finnast at ávísum leiðsluhátti, men fyri at staðfesta veruleikan. Eg vóni at fakligu met- ingarnar hjá Eyðuni eru meira eftirfarandi enn slík- ar faktuellar villur um før- oyskt trúarlív. At religiónin hann vera eitt vandamikið amboð og mangan hevur verið nýtt sum kontrollapparat hjá fólkum, ið hvørki kenna mørk ella vísa fyrilit, er eingin loyna. Alt sum menniskjað fæst við verður misnýtt. Men at nýta slík dømi at gereralisera yvir ein bólk í Klakksvík er lítið sømiligt. Ímynda tær ein ungan norð- ing, sum við trúnni hevur fingið frið í sálina, er sloppin úr leinkjum sum hash og øðrum rúsevnum og velur av heilum huga at raðfesta onnur virði sum t. d. "kjallaran". Um hann lesur um lemjandi dómin frá EJ, har morgunbønin verður skírd seanca osfr., kann norðingurin tá ikki av røttum sita eftir við tí fatan, at sálarrøktarin fremur sál- arligan harðskap? Det sunde sind Norski professarin Tollak Sirnes var í mong ár ein av kendastu serfrøðingum í Noreg innan psykiatri, og skrivaði fleiri bøkur um evnið. Í bókini "Det sunde sind" tekur hann soleiðis til: Vi kan fastslå, at der ikke er ført beviser for, at en kristen påvirkning skulle indebære nogen fare for den sjælelige sundhed. En sådan påstand er ikke andet end en løs antagelse, men den bliver som regel frem- sat med en så subjektiv overbevisning, at den synes at være en nødvendig livs- løgn for dem, der har brug for at tro på den. Men når en sådan påstand bruges til påvirkning av den al- mindelige mening, må der råbes vagt i gevær. "Einki nýtt er undir sólini" Soleiðis tekur vísmaðurin Salomon til. Klakksvíkin, sum so mong onnur pláss her á landi, hevur gjøgnum árini upplivað eitt sindur av hvørjum - eisini av religi- ónsforfylging. Tá brøðra- samkoman doypti sínar fyrstu "proselyttar" undir nótaneystinum á Vánni í 1917 var ikki besta skilið. Kristina í Vátutoft, vanliga nevnd Stina varð doypt. Hetta gav afturljóð í bygd- ini. Søgurnar vóru nógvar og tann eina fjøðurin bleiv skjótt til ein høsnagarð. Táttur varð yrktur van- liga nevndur "Stinutáttur- in", og hann varð sungin um alla bygdina og javnan kvøddur í dansistovuni. Niðurlagið hevði tað ikki sørt blasfemiska innihald- ið: "Det er fuldbragt, det er fuldbragt." Einkið annað fekk Stina sagt. Hvussu man Stina hava havt tað, í hesum sonevnda kristna landi, har trúar- frælsi skuldi eitast at vera grundlógartryggjaður rættur? Og troystar nakar sær at nevna orðið bólka- trýst ella øsing? Hvat høvdu sálarfrøðing- ar fingið burturúr, um teir høvdu mentalkannað "øru- Stinu". Ella hvussu hevði eitt innslag um Stinu í "Degi og viku" sæð út, eftir at hava verið ígjøgnum sub- jektivu kvørnina hjá Bar- baru Samuelsen. Men framgongd var kanska í tolsemi føroyinga um hetta mundið. 40 ár frammanundan varð fyrsti dópur av hesum slag fram- dur á Eystaruvág í Havn. Tá tveitti ein havnamaður ein haka eftir Sloan, men rakti ikki. Sloan var bókstaviliga í lívsvanda og flutti tá til Miðvágs í 1/2 ár. Stina í Vátutoft var kort- ini ongantíð í lívsvanda, og lagnunar speisemi lagaði tað so, at 1/3 av íbúgvunum í landsins næststørstu kommunu hoyra í dag til ta samkomu, ið Stina var við til at leggja lunnar undir. Eg loyvi mær kortini at ivast í, um religiónsforfylg- ing í Føroyum hoyrir eini farnari tíð til. Atsóknirnar hava kanska latið seg í ann- an ham, men eru helst líka ómentaðar sum tær vóru fyri 100 árum síðani. VIÐMERKINGAR og fløgubrenning Petur M. Dam. Helt í sekstiárinum fyrilestur í Útvarp Føroya um farbróðurin Jóhann við Sjógv. P. M. Dam hámetti skyldmannin bæði sum menniskja og skald Ryving Jensen. Virkaði í Føroyum sum heimamissiónstrúboð- ari og sjómansskúlalærari. Hann hevði helst størri ávirkan á føroyskt andslív enn flest geva sær far um Victor Danielsen. Vegna átrúnaðarliga sannføringar ruddaði hann upp í mentanararvinum