Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 67 - 4. apríl 2006 PAM Offshore Service P/F er dóttirfelag hjá Tórshavnar Skipasmiðju P/F og veitir tænastur til frálandavinnuna. Í løtuni starvast yvir 30 fólk hjá okkum í hesi vinnu. Av tí at eftirspurningurin eftir dugnaligum elektrikarum til arbeiði í Norra økist, hava vit brúk fyri fleiri fólki. Talan er um útbygging av gass- verkætlanini “Snøhvit”, ið Statoil letur byggja á oynni Melkøya uttanfyri Hammerfest, og “Ormen Lange”, sum Hydro letur byggja á Aukra uttanfyri Molde. Arbeitt verður tvær vikur, og frítíðin er tríggjar vikur. Hevur tú áhuga í hesum starvi og uppfyllir nevndu krøv: PAM søkir elektrikarar til arbeiði í Norra  Tú ert elektrikari, helst við 3 ára royndum  Dugur at samskifta á norðurlendskum máli  Ert álítandi, ágrýtin og samvitskufullur vilja vit fegin hoyra frá tær. Ring og hoyr nærri hjá: PAM Offshore Service Anju Jacobsen á telefon 30 11 39; fartelefon 50 11 39 ella á telduposti: anja.jacobsen@faroeyard.fo PAM Offshore Service J.C. Svabosgøta 31 Postboks 65 110 Tórshavn Tel 30 11 39 Fax 30 11 01 pam@faroeyard.fo www.faroeyard.fo Ein grind á umleið 170 hval legði beinini á Syðrugøtusandi í morgun. Grindin varð sædd av landi, og grindaformaðurin var sjálvur annar fyrstur hjá grindini GRIND Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Einir 170 hval løgdu bein- ini á Syðrugøtusandi í morgun. Tað var sjálvur grinda- formaðurin, Martin Juul Jarnskor, sum saman við Andras Hansen fann grind- ina. – Andras koyrdi konuna til Gøtugjógv, tá hann ringdi til mín - hann helt seg síggja okkurt úti á vík- ini. Vit fóru í bátin og funnu grindina, greiðir Martin Juul Jarnskor frá. Hann sigur eisini, at hetta var væntandi. – Vit hava sæð so nógvan bak á víkini seinastu tvær vikurnar. Tað hevur verið vársildin, og so er grindin komin aftaná, sigur Martin Juul Jarnskor. Drápið gekk væl. Hóast grindin ikki gjørdi land- gongd, so gekk væl at hála hvalirnar upp á sandi við nýggja sóknaronglinum, greiðir grindaformaðurin frá. – Vit hava talt oman fyri 150 nú, og eg haldi eini 20 munnu vera eftir, sigur hann. Martin Juul Jarnskor veit ikki, hvussu grindin verður býtt. Bert 17 bátar vóru við í drápinum, og grindafor- maðurin vónar, at gridin verður býtt til tær bygdir- nar, sum vanliga ikki fáa grind so ofta, eitt nú Gjógv, Funningur og Hellurnar, sigur hann. Finningarhvalurin er ein 25 skinshvalur, sum Martin Juul Jarnskor og Andras Hansen býta sínamillum. Grindaformaður fann sjálvur grindina Umleið 170 hval løgdu beinini á Syðrugøtusandi í morgun Mynd: Sólvá Olsen