Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 4. apríl 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Jóhan Mørkøre, Hósvík, andaðist í heiminum sunnudagin 2. apríl, 88 ára gamal. Arne Tausen, ættaður úr Hovi, búsitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 3. apríl, 83 ára gamal. . Stig Jacobsen, ættaður av Glyvrum, búsitandi í Julianehaab, andaðist leygardagin 1. apríl, 56 ára gamal. John Apol, Tórs­havn, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum fríggja­ dagin 31. mars, 56 ára gamal. Osvald Hansen, fyrrverandi verkmeistari, ættaður frá Gjógv, búsitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 1. apríl, 68 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Dagurin í morgin 5. apríl. Irene, deyð umleið ár 300. Tikin av døgum saman við tveimum systrum. Navnið merkir friður. Konfirmantarnir 1. okto­ber 1905. Tað blivu 26 kon­fir­ mantar fermdir í Havnar kirkju tann 1. okto­ber 1905, 9 gentur og 17 dreingir. Á myndini eru 9 gentur og 16 dreingir, t.v.s. at ein drongur hevur ikki verið hjá fotografi saman við hin­ um konfirmantunum tann dagin. Verri er, at vit bert kenna nøvnini á tveimum av konfirmantunum, teir eru: næstfremsta rað, nr. 3 f.v.: Else Frederikke Danielsen (Hestur), og so kenna vit gentu nr. 2 f.v. í fremstu røð, hon er Sigrid Marie Simonsen (Norðradalur). Vónandi kunnu lesararnir hjálp okkum við at navngeva restina av konfirmantunum. Tey, sum ikki eru navngivin á myndini eru: Cathrine Sofie Petersen, Christian Dam, Peter Edvard Arge, Peter Vilhelm Jørgensen, Joen Andreas Rasmussen og Axel Henriksen, hesi vóru øll úr Havn. Aðrir konfirmantar vóru: Johanne Malene Jacobine Joensen, Anna Margrethe Dagmar Ejde, Ole Cornelius Christian Hansen og Johannes Ferdinand Poulsen, øll úr Nólsoy og hini vóru: Peter Jacob Sivart Petersen (Hestur), Thomas Martin Zakariasen (Hestur), Henriette Susanne Jacobsen (Kaldbak), Else Cathrine Niclasen (Velbastaður), Johanne Thomeline Marie Frederikke Nybo (Hvítanes), Andrea Sofie Mortensen (Argir), Andreas Vilhelm Sofus Nybo (Hvítanes), Mikkel Johannes Michelsen (Velbastaður). Og so eru tað nakrir konfir­ mantar, sum ongan bústað hava, teir vóru: Christian Mourits Edvard Jacobsen, Mikkel Pauli Jacobsen, Peter Johannes Niclasen, Johan Pauli Samuelsen, Daniel Danielsen og Jacob Hans Jacobsen. Tey sum kenna konfir­mant­ ar á myndini ella liggja inni við øðrum upplýsingumí hesum sambandi vera vinarliga biðin um at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon 214647 ella 314647. Fríggjadagin 30. mars hevði Magni Joensen á FT- Samskifti 30 ára starvsdag hjá Føroya Tele, har hann arbeiðir við viðlíkhaldi av allari telefoni, bæði mobil og fastnet. Magni er 51 ára gamal og ættaður av Sandi. Hann lærdi til elektrikara hjá P/F Leif Mohr. Eftir at hann varð útlærdur í 1974, arbeiddi hann sum elektrikari eina tíð, til hann kom í starv hjá Føroya Tele í 1976. Foreldrini hjá Magna eru: Poulina, f. Augustinussen, ættað úr Vági, og Hans Vil­ helm Joensen (1927-2004), ættaður úr Hvalvík og vaks upp á Sandi. Magni eigur eina yngri systir, Sól­gerð, (g. á Bakkanum), sum eisini býr í Havn. Tá Magni byrjaði hjá Tele­ fonverki Føroya Løgtings, var tað við Tinghúsvegnum, og útgerðin var tann sama, ið varð sett upp, tá telefonin í Havn varð automatiserað í 1953. Magni hevur verið við í allari broytingini frá ana­ logum skipanum til talgildar skipanir. Hann trívsist væl í hesum starvi við nógvum nýggjum avbjóðingum, og nógv nýtt er á veg. Hann arbeiddi á Tinghúsegnum øll árini til Føroya Tele flutti í nýggja bygningin í Hoyvík. Mánadagin 10. apríl letur Harald Dirks upp lista­ framsýning í Andr­ass­arstovu á Argjum. Opið er fram til páskaaftan 15. apríl. Tó er stongt langafríggjadag. Harald Dirks er dani, sum hevur verið nógv í Føroyum, og eru myndir hansara, máln­ ingar og tekningar, eisini merktar av Føroyum. Konfirmantarnir í oktober 1905 Listaframsýning á Argjum Magni Joensen, Tórshavn: 30 ára starvsdag hjá Føroya Tele Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Sonja Mortensen Tórshavn andaðist og varð jarðað. Ein serlig tøkk til starvsfólkið á deild 7 á Landssjúkrahúsinum. Tøkk til Sverra Steinhólm, prest, og øll tykkum, ið á annan hátt hjálptu til. Familjunnar vegna Johanna og Elsa