týsdagur 4. apríl 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 67 - 4. apríl 2006
Dámar tær at hava ábyrgd og at arbeiða sjálvstøðugt?
Hevur tú áræði og hug at læra meira?
Dugir tú at menna og læra frá tær?
Dámar tær eins væl arkitektur og teknik?
Kennir tú væl .NET ?
Hevur tú royndir við C#, Visual Basic ella Java?
Og royndir við menning av WEB-skipanum?
Hevur tú holla útbúgving innan kunningartøkni?
Svarar tú ja til nakrar av hesum spurningum, ert tú møguliga tann, vit hava
brúk fyri á Elektron!
Tú skalt arbeiða í ymiskum verkætlanum og luttaka í okkara .Net-
menningarbólki. Bólkurin hevur m.a. ábyrgd av menningartólunum, menn-
ingarumhvørvinum, arkitekturi og standardum.
Umhvørvið er heterogent, og vit eru í holt við at byggja nýmótans loysnir -
ið byggja á SOA-arkitektur, har .NET er ein av okkara strategisku platfor-
mum. Arbeiðsumhvørvið er líkatil, innovativt, hjálpsamt, krevjandi og við
hvørt rokaligt. Kortini er pláss fyri persónligari og fakligari menning.
Fleiri upplýsingar:
Ring til Robert Vilhelmsen á telefon 345100 ella 545108 og fáa meira at vita
um tínar møguleikar á Elektron.
Send skrivliga umsókn til P/F Elektron ella við telduposti til
ulla@elektron.fo, innan 18. apríl.
Vit gleða okkum at frætta frá tær!
.Net-menningarfólk
Staravegur 9 · P.O. BOX 3219
FO-110 Tórshavn
Tel.: +298 34 51 00 · fax: +298 34 51 01
e-mail: info@elektron.fo
Stephanssons Hús
Alt er ikki teknikkur!
Kauphting er ein av norður
evropeisku
bankunum,
sum bjóðar eina fjøltáttaða
fíggjarliga tænastu til fyri
tøkur, íverksetarar og ein
staklingar. Kaupthing virkar
í 10 ymiskum londum, m.a.
øllum teimum norðurlendsku
londunum, Luksenburg,
Sveis, Onglandi og USA.
Bankin hevur høvuðssæti í
Íslandi. Í løtuni er Kaupthing
Bankin er tann 8. størsti í
norðanlondum, og hevur
umleið 2400 starvsfólk runt
um í heiminum. Javnin hjá
Kaupthing javnvigar við £34
milliardum.
Kaupthing Virðisbræva
meklarafelag pf. er í dag á
odda innan fyri ráðgeving
og handil við virðisbrøvum
í Føroyum. Kaupthing var
ein av teimum, ið stovn
aðu føroyska virðisbræva
marknaðin, sum síðan
stovnan hevur staðið aftan
fyri nógv ymisk frambrot í
føroyska fíggjarheiminum.
Kaupthing tók somuleiðis
stig til at stovna fyrsta privata
framtaksfelagið í Føroyum,
Notio Framtaksfelag pf.,
sum Kaupthing umsitur. Har
umframt tók Kaupthing stig
til at stovna pf. Fastogn.
Í dag virkað Kaupthing
innan hesi øki:
• Vinnutænastur
• Vinnulán
• Ognarrøkt
• Virðisbrævahandil
Vinnuráðstevnan
Í samband við vinnuráð
stevnuna, sum verður í døg
unum 5. til 7. apríl, fingu
vit eitt prát við Petur Holm,
stjóra á Kauthing Føroyar.
“Kaupthing Føroyar er
ein partur av einari stórari
fyritøku, og hetta gevur okk
um eina stóra fíggjarliga
orku”, sigur Petur Holm.
“Vit eru før fyri at luttaka
í stórum verkætlanum, tí at
vit hava hesa stóra fyritøku
í rygginum. Tað sæst eisini
aftur, tí um vit hyggja eftir
teimum stóru transaktiónum
sum hava verið í seinastuni,
sæst at vit hava verið við í
teimum flestu. T.d. vóru vit
við í sølunum av Vesturvón,
Fiskavirking, Tórshavnar
Skipasmiðju og Kall”, sigur
Petur Holm.
Eisini hava Kaupthing
verið at síggja í smærri
verkætlanum. So sum við
sponsoravtaluna við Helga
Dam Ziska. “Tað passar
ógvuliga væl inn í politikkin
hjá okkum at gera eina slíka
avtalu við Helga. Vit meta,
at hann er størsta talentið í
føroyskum ítrótti í løtuni,
og hann er ein ógvuliga
miðvísur ungur maður, ið
satsar upp á sína ítrótt”,
segði Petur í samband við
hesa sponsoravtalu.
Ein globalan hugburð
“Her í Kaupthing Føroyar
leggja vit okkum at hava ein
globalan hugburð. Vit eru
partur av eini størri fyritøku
sum arbeiðir í 10 londum”.
“Á komandi vinnuráð
stevnuni vilja vit gjarna
hitta møguligar kundar.
Vit vilja hitta fyritøkur
sum vit kunnu samstarva
við – bæði her í Føroyum
og í Íslandi”, greiður Petur
Holm frá. “Hetta er eitt upp
lagt høvið at hitta umboð
fyri tílíkar fyritøkur, og tí
vilja vit sjálvandi luttaka á
ráðstevnuni”.
Kaupthing – ein altjóða
fyritøka í Føroyum
Petur Holm, stjóri í Kaupthing Føroyum