týsdagur 4. apríl 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 67 - 4. apríl 2006
Tað er onki samsvar
ímillum tað, sum
Løgmaður og
samgongan vilja
og okkara veruligu
støðu, sigur Høgni
Hoydal
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit taka fult undir við
Løgmanni, tá ið hann
sigur, at tað ber ikki til hjá
Føroyingum at isolera seg
her úti í Norðuratlantshavi,
men at vit mugu taka lut í
altjóða samfelagnum
Tað sigur Høgni Hoydal,
formaður tjóðveldisfloks
ins.
Og á flokstinginum hjá
tjóðveldisflokkinum um
vikuskiftið, segði hann, at
løgmaður skuldi takast upp
á orðið.
Men samstundis staðfestir
formaður tjóðveldisfloksins,
at fyri hvønn dag, sum gong
ur, verður tað sjónskari og
sjónskari, at onki samsvar er
ímillum tað, sum løgmaður
og samgongan sigur seg vilja
og ta politisku støðu og tey
politisku amboð, vit hava
til taks at menna okkum í
heiminum.
– Løgmaður segði, at
uttanríkispolitiska heimild
arlógin fór at geva okkum
møguleikan at undirskriva
nýggju handilsavtaluna við
Ísland. Men tað var beint
øvugt. Hevði Íslandssáttmálin
ikki longu verið á borðinum,
áðrenn nýggja lógin kom
í gildi, hevði hann als ikki
kunnað verið staðfestur.
– Somuleiðis segði løg
maður, at uttanríkispolit
iska lógin fór at geva okk
um limaskap í EFTA og í
Norðurlandaráðnum uttan
at tað var neyðugt at spyrja
danir eftir. Eisini hetta var
tað bera bluff og nú, eitt ár
seinni, sigur løgmaður, at
hann hevur biðið danska
uttanríkisráðharran arbeiða
við onkrari loysn um EFTA
– og í Norðurlandamálinum
hevur landsstýrið ongi stig
tikið.
Mangla atgongu
merkið út í heim
Høgni Hoydal sigur, at
Tjóðveldisflokkurin vil
eisini hava limaskap í
EFTA.
– Men forðingin er, at vit
eru ikki eitt sjálvstøðugt
land tí kunnu vit heldur ikki
verða sjálvstøðugur limur í
EFTA og øðrum altjóða
felagsskapum.
Høgni Hoydal staðfestir
nevniliga, at fullveldið
er sjálvur lykilin til ta
altjóðagerð, sum føroyingar
sóknast eftir.
– Tað er okkara atgongu
merki til tað altjóða sam
felagið.
Hann sigur, at sjálvandi ber
tað til at finna onkrar serligar
loysnir mótvegis EFTA og
øðrum felagsskapum.
– Men nú verður tað Dan
mark, sum skal vera limur í
EFTA vegna Føroyar. Men
hetta fer politiska skipanin
í Danmark ikki at góðtaka,
tí danskir politikarar meta
tað sum heilt ómøguligt, at
Danmark bæði verur limur í
EFTA og í ES fyri síðani at
gera av avtalu við seg sjálvt
um EBS.
– Høgni Hoydal sigur, at
tað einasta, hetta førir til,
er at vit noyðast at brúka
eina ófatiliga orku upp á
eina loysn, sum í besta føri
eru sera torførar at umsita
og ikki serliga góðar fyri
Føroyar.
Løgmaður má tora
Hann heldur, at hetta er
at fara yvir um ánna eftir
vatnið.
– Vil løgmaður veruliga
gera Føroyar til ein part í
altjóða sáttmálanum, eigur
hann eisini at tora at taka
tað neyðuga stigið og tað
er at taka fullveldið, tí tað
er okkara atgongumerki út
í heim.
Formaður tjóðveldisfloks
ins staðfestir nevniliga, at
tað er ikki fullveldi, sum fer
at isolera seg.
– Fullveldið er júst tað
øvugta. Tað er okkara ríkis
sættarliga støða, sum útihýsir
okkum frá øllum altjóða fel
agsskapum. Verða Føroyar
eitt sjálvstøðugt land, kunnu
vit samstarva, har vit vilja.
OG vil Løgmaður veruliga
gera Føroyar til ein part í
altjóða samfelagnum, má
hann eisini tora at avgreiða
ríkisrættarligu støðuna, sigur
Høgni Hoydal.
– Men sum støðan er nú,
hevur meirlutin í Løgting
inum samtykt, at nú kunnu vit
onki gera uttan í samráð við
Danmark so í veruleikanum
eru vit enn meiri avmarkað
nú, enn vit hava verið, tí
fyrr hava vit kunnað sprongt
heimastýriskarmin, men tað
hava vit frásagt okkum.
Høgni Hoydal leggur
kortini afturat, at tjóðveldis
flokkurin er sinnaður at lata
tað standa sína roynd og tí
hevur flokkurin lagt uppskot
fyri Løgtingið um at søkja
um limaskap í EFTA.
– So fáa vit at síggja,
hvørju krøv EFTA setir og,
hvat úrslitið av tí verður,
sigur formaður tjóðveldis
floksins.
Karsten
vann á
Annitu
Fríggjakvøldið
vórðu Heini
O. Hein esen
og Tórbjørn
Jacobsen valdir í
starvsnevndina
í Tjóðveldis
flokkinum
Politikkur
DagfinnOlsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tað eydnaðist ikki Annitu
á Fríðriksmørk at vinna
á Karsteni Hansen í
kappingini um at verða
politiskur næstformaður
í Tjóðveldisflokkinum.
Á flokstinginum hjá
tjóðveldisflokkinum um
vikuskiftið, stillaði Annita
á Fríðriksmørk upp ímóti
Karsteni Hansen tá ið
politiskur næstformaður
skuldi veljast.
Ment á ið avtornaði,
fekk Karsten Hansen
24 atkvøður, og Annita
á Fríðriksmørk fekk 19
atkvøður.
Undan flokstinginum
var Heidi Petersen umboð
fyri tingmanningina í
starvsnevndini. Nú hev
ur tingmanningin valt
Tórbjørn Jacobsen í
henda sessin. Heini O.
Heinesen er nývaldur í
starvsnevndini, sum er
víðkað við einum limi.
Hallur Ellingsgaard, for
maður í aðalstjórnini er
organisatoriskur næst
formaður. Áki Jacobsen
er kassameistari, og Áki
Andreassen er skrivari.
Formaðurin í Tjóðveld
isflokkinum eitur fram
vegis Høgni Hoydal.
Karsten Hansen er
framvegis næstformaður í
tjóðveldisflokkinum
Løgmaður skal takast
upp á orðið
Løgmaður hevur stórar ætlanir, men torir ikki at taka neyðuga stigið, halda tjóðveldisfólk