Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 67 - 4. apríl 2006 15 Inntøkurnar av skatt­inum skulu býtast javnaður sundur ímillum kommunurnar og somuleiðis skal skuld hjá teimum ringast staddu kommununum avskrivast, fyri at tær kunnu koma uppundan aftur, heldur Høgni Hoydal Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað verður neyðugt at gera ein útjavningarskipan, har tær kommunur, sum eru illa fyri, fáa ein part av inntøkunum frá teimum kommununum, sum eru betri fyri. – Og eg haldi eisini, at tað er rætt at avskriva skuld hjá teimum kommununum, sum eru ringast fyri. Tað sigur Høgni Hoy­dal, formaður tjóðveldis­floks­ ins. Á flokstingunum hjá tjóð­ veldinum um vikuskiftið segði hann at endamálið við politikkinum eigur at vera at skapa einar størri og eina javnaðari Føroyar, har øll hava somu rættindi. Hann sigur, at jálvandi fara tað at vera ávís vakstr­ ar­økir í landinum og ein høv­uðsstaður, sum dregur at sær. – Men at sleppa øllum hug­sjónum um einar størri og javnari Føroyar, er bæði visjónsleyst og hug­ sjónarleyst, leggur hann afturat. Júst tað heldur hann, at Løgmaður og samgongan hava gjørt, fyrst við at lýsa, at stættarstríðið er av og síðani við at siga at hann trúði ikki upp á møguleikarnar hjá útjaðaranum. – At kapitalurin verður miðsavnaður, har kapitalur er frammanundan, er nakað, sum hendir av sær sjálvum og tað er sostatt ikki neyðugt við politiskum tiltøkum fyri at fáa hetta at henda. Sanering og útjavning Hann heldurs sostatt, at hetta er at geva skarvin yvir og tað er tjóðveldisflokkurin ikki sinnaður til. Høgni Hoydal minnir á, at floksfelagið hansara, Páll á Reynatúgvu, hevur víst á, at tað snýr seg um at skapa eina nýggja byrjan og at skapa nakrar fortreytir hjá teimum økjunum og kommunum í landinum, sum eru dottin burturímillum í skuldarfellum og sum hava skerdar møguleikar fyri at draga íløgur til sín í mentan og skúlar og trivnaðarmál. – Og tað snýr seg eisini um at fáa javnbjóðis fíggingar­ møguleikar og fortreytir fyri vinnuligum virksemi, sum annars verður sogið úr økjunum. Høgni Hoydal heldur so­statt, at tað er eitt gott hug­skot at sanera skuldina hjá teimum kommunum, sum eru harðast tyngdar av skuld. – Men treytin skal vera, at kommunur leggja saman og at eitt nýtt uppgávubýti verður gjørt ímillum landið og kommunurnar. Kortini ásannar Høgni Hoydal, at tað er ikki semja í tjóðveldisflokkinum um hesa ætlanina. Hinvegin staðfestur tjóð­ veldisflokkurin, at tað er neyðugt at gera eina útjavningarskipan ímill­ um kommunurnar, so at skattainntøkur verða býtt­ ar javnari ímillum komm­ unurnar. - Summar kommunur eru so illa fyri fíggjarliga, at tað hevur skapt ein beinleiðis stættarmun ímillum før­oy­ ingar við tað, at tær al­samt noyðast at hækka skatta­ prosentið fyri at hava ráð at veita tær tænastur, sum er álgt teimum at hava. Formaður tjóðveldis­floks­ ins ásannar, at hetta er sera torført, men tað má gerast. Hann sigur, at ein máti er at gera eina útjavning eftir inntøkunum og útreiðsl­un­ um í teimum ymsu komm­ ununum. Tað merkir, at allar út­reiðslur til eldri verða koyrdar í eina pulju og hvør kommuna fær so útgoldið eftir, hvussu nógv eldri eru í kommununu. – Tað merkir, at kommunur við fáum eldri, koma at betala til kommunur við nógv­um eldri. Tað sama kann gerast við barnaansing, so at kommunur, sum hava fá nógv fáa útjavning frá teimum kommunum, sum hava fá børn, sigur Høgni Hoydal. Yvirlýsing frá floks­tingi Tjóð­veld­ is­floksins í Suður­ streymoy 2006: Flokstingið staðfestir: • at sitandi samgonga hevur sett allan politikk, hugsjónir og framtíðarvisjónir handan politisku leiktjøldini í Tinga­ nesi og uttan fyri ávirkan hjá vanligum fólki. • at ABC-samgongan hevur bundið føroysku tjóðina niður mótvegis umheiminum við at samtykkja danska lóggávu, ið setur okkum aftur um heimastýrislógina og forðar føroyingum at mennast í altjóða samfelagnum. • at sitandi samgonga økir um stættamunin millum fólk­ ið og millum ymsu økini í Før­oyum við asosialum skatta- og avgjaldspolitikki og vantandi rættartrygd hjá førleikaskerdum fólki, út­­lendingum og øðrum, ið ikki fáa vart seg mótvegis myndugleikum. • at ABC-flokkarnir hava ongan sosialpolitikk ella økismenningarpolitikk, ið kann minka um stættamunin í Føroyum. • at Tjóðveldisflokkurin fram­­vegis skal standa á varð­haldi og tryggja, at sit­ andi samgonga ikki selir almennar ognir uttan nakra greiða ætlan um, hvussu før­oyska samfelagið og fjøld­in fær virðisøking og gagn burtur úr sølunum - og tryggja eina ætlan fyri, hvussu peningur frá ein­ skiljingum skal nýtast Flokstingið fegnast um, at føroyska vinnan og før­ oyska mentanarlívið kort­ ini gongur beint ímóti pol­ it­isku ómegdini og roynir at spreingja teir trongu politisku karmarnar og skapa bæði virðisøking og menning í Føroyum. Flokstingið vil: • at Tjóðveldi sflokkurin vinnur seg aftur í landsins leiðslu sum skjótast og vinnur á pol­itisku líkasæluni • at Tjóðveldisflokkurin roynir at fáa mest møguliga ávirkan á tey uppskot, ið landsstýrið leggur fram um einskiljingar, so at endamálini um ein sjálv­berandi búskap, virðis­øking í Føroyum og eitt kapp­ingarført vinnulív í Føroyum, verða rokkin • at inntøkur frá einskiljingum verða settar í Búskapargrunn og nýttar til íløgur í út­búgv­ ing, mentan og gransking • at Tjóðveldisflokkurin í andstøðu heldur fram at leggja síni alternativu upp­ skot fram og tryggjar, at tjóð­veldispolitikkur setur dagsskránna í Føroyum, m.a. við uppskotum um: útbúgving til ófaklærd • útjavningarskipan millum kommunur • almennan fiskidaga- og loyvis­banka, ið kann støðga spekulasjón í fiskivinnuni • pensiónsskipan fyri øll á arbeiðsmarknaðinum og bøtta fyritíðarpensjón • sosialpolitisk framtøk fyri førleikaskerd í Føroyum • rættvísan skatta- og av­gjalds­politikk • føroyska løgreglu, rætt­ar­ skipan, útlendingapolitikk og familjurættarlóggávu • íløgur í miðnámsskúla- og hægri útbúgvingar • íløgur í mentan og ung­ dómspolitisk tilboð Tórshavn hin 31. mars og 1. apríl 2006 Tjóðveldisflokkurin Inntøkurnar skulu býtast javnari Inntøkur og útreiðslur skulu býtast javnari ímillum tær ymsu kommunurnar, var boðskapurin hjá Høgna Hoydal á flokstinginum um vikuskiftið Einar javnar, kappingarførar og frælsar Føroyar Tjóðveldisfólk hava sett sær nógv politisk mál, bæði stór og smá