Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 67 - 4. apríl 2006 – Vit hava ein hóp av vørum, sum vit halda, at føroyingar kunnu hava áhuga fyri, og vit síggja við spenningi fram til vitjanina í Føroyum, sigur forstjórin í Sportís í Íslandi, Skúli J. Bjørnsson Íslendskt átak Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyritøkan, Sportís ltd., tel­ist millum fremstu innflyt­arar og útbjóðarar av merkja­ vørum innan ítrótt og út­gerð í Íslandi. Vørurnar, sum felagið umboðar – og vørurnar sum felagið sjálvt framleiðir, eru at fáa í mongum handlum, sum selja klædnavørur og ítróttarklæði í Íslandi. Umframt at umboða ein hóp av útlendskum merkja­ vørur, framleiðir Sportís eisini Cinta­mani-klæði, bæði til uttan­duranýtslu og ítrótt­ar­klæði. Felagið selir eisini brey­tir til vatnskreiðing, fim­leika­ útbúnað til hallir og klintri­ veggir. Við frá byrjan Sportís byrjaði sítt virksemi í 1983, og Skúli J. Bjørnsson, forstjóri í felagnum, hevur verið við frá fyrsta degi. Hann sigur við Sosialin, at málið hjá fyritøkuni, nú vinnuligt íslendskt átak verð­ ur í Føroyum, er at leggja lunnar undir framtíðar sam­ band við føroyskt felag, sum kann umboða vørurnar hjá Sportís í Føroyum. – Vit hava ein hóp av vør­um, sum vit halda, at før­oyingar kunnu hava áhuga fyri, og vit síggja við spenn­ingi fram til vitjanina í Føroyum. Sera gott átak Forstjórin hevur sjálvur verið í Føroyum tvær ferðir áður, men tað eru longu fleiri ár síðan seinast. – Eg var hugtikin av sam­ felagnum, og nú skipað verð­ ur fyri hesum átaki, haldi eg, at hetta er eitt sera gott tiltak, sum vónandi kann vera gev­ andi báðar vegir millum londini. Hann sigur, at Sportís fegið vil hava ein distributør – ella útbýtara, í Føroyum, og tað verður hetta, sum felagið í fyrsta lagi fer at stevna fram ímóti. Saman við Skúla á Føroya- ferðini verður eisini kona hansara. Á fyritøkuni hjá honum í Íslandi starvast tilsamans 12 fólk. 40 milliónir Skúli J. Bjørnsson sigur, at fyritøkan, Sportís ltd., sum er ein kend fyritøka í Íslandi, er vaksin rættiliga nógv seinastu árini og hevur í løtuni ein umsetning upp á einar 40 mió krónur um árið. Í virkislýsingini av fyri­ tøkuni verður sagt, at felagið hevur uttanduraklæði og ítrótt­arklæði av merkinum Cintamani í Føroyum, men ongan innflutning úr Før­ oyum. Sportís til Føroya við merkjavørum Vørur frá Sportís