Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 67 - 4. apríl 2006 Í gjáramorgunin læt Suðuroyar Sparikassi upp í nýggjum hølum í miðbýnum í Havn Nýggj høli Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nýggja adressan hjá Suð­ur­ oyar Sparikassa í Havn er nú Niels Finsensgøta 31. Hetta er bygningurin beint yvir av bilstøðini Auto, har Mina Wilhelm áður hevði sína hattaforrætning. Nýggju hølini hjá Suð­ ur­oyar Sparikassa eru ljós og nútímans. Tey eru sett í stand til endamálið í einum spennandi byggisniði. Betri umstøður Nýggju hølini skapa betri umstøður fyri við­skifta­fólkini, tá ið hesi vitja á deildini, eins og ar­beiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum eisini eru betri. – Hetta fegnast vit um, siga tey í Suðuroyar Sparikassa. Við nýggju hølunum verður deildin hjá Suðuroyar Spari­ kassa í miðbýnum meira sjón­ lig, samstundis sum bygn­ ingurin eisini setir sín dám á miðbýarumhvørvið í ovara partinum á gongugøtuni. Fimm starvsfólk Hølini í Niels Finsensgøtu eru í trimum hæddum við kunda­avgreiðslu beint inn frá gøtuni og kundaráðgeving í miðhæddini. Á deildini hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn arbeiða í dag 5 starvsfólk. Suðuroyar Sparikassi nýggj og snotulig høli í miðbýnum Í Suðuroyar Sparikassa eru tey væl nøgd við nýggju hølini, fv. stjórin, Søren og Rúni, deildarleiðari í Havn Mynd: Jens Kr. Vang Bygningurin, har Suðuroyar Sparikassi nú húsast í ovara parti av miðbýnum, setir sín dám á miðbýarumhvørvið Mynd: Jens Kr. Vang Felagið Vársól, sum Hans Petur Ellings­ gaard hevur átt í fleiri ár, er nú selt. Nýggir eigarar eru Kristian Súni (Bassi) Jensen og Hallur O. Gunnarsson Søla/keyp Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sp/f Vársól v/ Hans Peturi Ellingsgaard hevur átt og rikið kioskirnar, Vár í Salt­ ang­ará, Vár í Klaksvík og skógvahandilin, Pattino í Klaksvík. Nú hava hesar kioskir og handlar fingið nýggjar eig­ arar, sum eru Kristian Súni (Bassi) Jensen og Hallur O. Gunnarsson. Við í keypinum er ikki nýggi bygningurin, sum Hans Petur Ellingsgaard nýliga hevur bygt í Saltangará. Tað er bara sjálvt handilsvirksemið, sum er selt – og keypt. Kioskirnar og handilin halda fram í somu hølum sum higartil, bæði í Saltangará og í Klaksvík. Hans Petur og Paula Vár í Saltangará varð sett á stovn fyri 22 árum síðan, og virksemið í Klaksvík byrjaði fyri fimm árum síðan. Hans Petur Ellingsgaard hevur verið stjóri í felagnum øll árini, og seinastu nógvu árini hevur hann saman við konuni, Paulu Ellingsgaard, rikið virksemið. Móttøka Í samband við, at nýggju eig­ararnir yvirtaka virk­sem­ ið hjá Sp/f Vársól, verður móttøka í Klaksvík í dag frá klokkan 14-17 og í Salt­ angará í morgin, 5. apríl, frá klokkan 14-17. Seljari og keyparar siga, at øll eru vælkomin til mót­ tøkurnar. Hans Petur selir sínar handlar Við í keypinum hjá Bassa og Halli er ikki bygningurin hjá Hans Peturi Ellingsgaard í Saltangará, men Kiosk Vár kemur vera í somu hølum sum higartil Mynd: Vilmund Jacobsen Seljarar og keyparar, fv. Hans Petur Ellingsggaard, Paula Ellingsgaard, Hallur Gunnarsson og Kristian (Bassi) Jensen