týsdagur 4. apríl 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 • týsdagur • 4. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Ahmed Davy Sylla
hevur spæliloyvi frá
Fótbólts samband
inum, men B36
álopsspælarin hevur
sambært Lands
fólkayvirlitinum
ikki fastan bústað í
Føroyum, og tað er
neyðugt fyri at fáa
spæliloyvi frá FSF.
Kappingarnevndin
hjá FSF fer at umrøða
málið í dag
B36 IVAMÁL
Eyðun Klakstein/
Terji Nielsen
Kappingarnevndin hjá Fót
bóltssambandinum fer á
fundi í dag at umrøða eitt
mál um B36-spælaran
Ahmed Davy Sylla.
Sylla, sum er ættaður av
Fílabeinsstrondini, er framúr
góður fótbóltsspælari, og í
fjør var hann profilur á lið
num hjá ÍF. Í vetur hevur
hann gjørt avtalu við B36
um, at hann skal spæla fyri
teir í ár.
Sunnudagin var B36
á Skála, og tá eydnaðist
at fáa fulla úrtøku. B36
vann 1-0. Ahmed Davy
Sylla vísti longu í hesum
fyrsta landskappingardysti
sítt virði fyri B36, tí hann
skoraði einasta málið í dyst
inum og tryggjaði harvið før
oyameistarunum trý stig.
Spurningurin er nú, um
øll viðurskifti hjá Sylla eru
í lagi fyri at spæla fótbólt í
Føroyum. B36 sigur, at øll
viðurskifti eru komin upp
á pláss, men Landsfólka
yvirlitið váttar, at Sylla hev
ur ikki fastan bústað í Før
oyum, og tað er ein fortreyt
fyri at fáa spæliloyvi frá Fót
bóltssambandinum.
Greiðar treytir til
útlendskar spælarar
Tá ið ein útlendskur spælari
skal til føroyskt felag at spæla,
skal hann hava spæliloyvi
frá FSF. Fyri at hetta loyvis
bræv kann útskrivast, krevur
FSF eina váttan frá Lands
fólkayvirlitinum um, at tann
útlendski spælari hevur fast
an bústað í Føroyum.
Fyri at fáa fastan bústað
í Føroyum skal ein útlend
ingur hava uppihalds- og
arbeiðsloyvi frá fútanum.
Søkt verður um hetta loyvi
hjá fútanum, sum síðani
sendir málið víðari til Inn
lendismálaráðið. Haðani
verður málið sent til danska
Udlændingestyrelsen, sum
viðger málið, sendir tað
aftur til Innlendismálaráðið,
sum síðani avgreiðir málið
til fútan.
Tá ið øll viðurskifti mill
um persónin og myndug
leikarnar eru í lagi, skrásetir
Landsfólkayvirlitið persónin
sum búgvandi í Føroyum,
og tástani kann FSF eisini
skráseta hann í einum før
oyskum felag.
Sambært Landsfólkayvir
litinum er Ahmed Davy
Sylla ikki skrásettur sum
búgvandi í Føroyum.
Hann hevur áður verið
búsitandi í Fuglafirði, men
uppihalds- og arbeiðsloyvið
hjá honum fór úr gildi 30.
november í fjør, og síðani
hevur Sylla formliga búð
uttanlands.
Fyrrapartin í dag váttaði
Landsfólkayvirlitið,
at
Ahmed Davy Sylla, sum er
føddur 4. oktober 1982, er
búsitandi uttanlands. Lands
fólkayvirlitið kann ikki
upplýsa, nær Sylla flutti av
landinum, ella hvar hann nú
býr.
FSF tekur málið upp
Støðan er tí tann, at Sylla í
løtuni ikki lýkur treytirnar
fyri at fáa spæliloyvi frá
FSF, men tað spæliloyvið,
sum hann fekk, tá ið hann av
fyrstan tíð flutti til Føroya,
er framvegis galdandi, hóast
fortreytirnar fyri slíkum
loyvi eru burtur.
FSF hevur tann politikk
in, at teir kanna ikki viður
skiftini hjá útlendskum
spælarum, eftir at teir hava
fingið spæliloyvi av fyrstan
tíð, men roknað hann sum
skrásettan spælara hjá sær
til annað verður fráboðað.
Tá ið ein slíkur spælir skiftir
millum tvey føroysk feløg,
verður ikk biðið um nýggja
váttan fyri føstum bústaði í
Føroyum.
Tí hevði Sylla spæliloyvið
frá FSF, tá ið B36 spældi
ímóti Skála sunnudagin,
hóast hann ikki lýkur treyt
irnar, sum FSF setir fyri at
útskriva spæliloyvi.
– Eg kann bara siga, at
í høvuðsheitinum er spæli
loyvið hjá Sylla í lagi, tí tað
liggur í B36. Uppihaldsloyvi
og arbeiðsloyvi hava vit
einki við at gera, men kapp
ingarnevndin hevur fund
í dag, og tá kemur málið
ivaleyst upp at venda,
sigur Høgni í Stórustovu,
nýggjur formaður í Kapp
ingarnevndini hjá Fótbólts
sambandinum.
Spurningurin, sum Kapp
ingarnevndin nú skal taka
støðu til, er, um nakað
skal viðgera hesa óvanligu
støðu, og um hon skal fáa
nakrar ítróttarligar fylgj
ur. Spæliloyvið hjá Sylla
liggur í B36, men formligu
viðurskiftini, sum eru grund
arlagið undir spæliloyvinum,
eru ikki í lagi.
Ivi er um spæliloyvið hjá Sylla
B36 sigur at
alt er í lagi
B36 sigur seg ikki verða
vitandi um, at nakað
skal verða galið við loyv
unum hjá Ahmed Davy
Sylla at spæla fótbólt í
Føroyum.
– Vit hava koyrt
Sylla ígjøgnum vanligu
mylluna hjá myndug
leikunum, og vit hava
fingið øll pappírini aft
ur. Okkum vitandi er
hann eisini skrásettur hjá
Landsfólkayvirlitinum,
sigur Kristian á Neysta
bø, stjóri í FC Tórshavn,
sum B36 eisini kallar
seg.
Landsfólkayvirlitið
sigur í dag, at Sylla býr
uttanlands og ikki er
skrásettur í Føroyum?
– Tað kenna vit einki
til. Okkum vitandi
eru øll loyvi hjá Sylla
í lagi, og um hann
ikki er skrásettur hjá
Landsfólkayvirlitinum,
má tað vera eitt mistak
av onkrum slagi. Okk
ara viðurskifti við uppi
halds- og arbeiðsloyvum
eru øll í lagi, vit vita ikki
um nakað annað.
Fleiri bíða
eftir loyvum
Meðan Ahmed Davy
Sylla sunnudagin spældi
fyri B36 ímóti Skála,
vóru aðrir spælarar
í líknandi støðu sum
hann, ið ikki spældu fyri
feløgini, teir væntandi
skulu umboða í ár
Argentinski spælarin
Gunnar Nielsen kom
saman við Sylla til Før
oya fyri tveimum árum
síðani, og hann skal
spæla fyri GÍ í ár, men
nýggja arbeiðs- og uppi
haldsloyvið hjá honum
er ikki komið upp á
pláss enn, og tí valdi GÍ
ikki at brúka hann sunnu
dagin.
Støðan er tann sama
við øðrum spælarum. GÍ
hevur havt ein útlendsk
an málverja uttan fyri, tí
loyvini ikki vóru í lagi,
og EB/Streymur hevur
eisini bíðað við einum
álopsspælara. Hesi loyvi
komu upp á pláss undan
vikuskiftinum.
B68 bíðar eftir loyvi
til ein hollendskan
spælara, KÍ skal hava
loyvi til ein serbiskan
spælara, og HB skal
væntandi hava loyvi til
ein nýggjan serbiskan
spælara.
HB og Skála mistu
Skála misti í vetur mið
vallarspælaran Nenad
Stankovic, tí hann fekk
ikki sítt uppihalds- og
arbeiðsloyvi longt, og
tað sama er við Milan
Kuljic, sum skuldi spæla
fyri HB, hann fær heldur
ikki sítt arbeiðs- og
uppihaldsloyvið longt.
HB og Skála mugu tí
klára seg uttan hesar
profilar í ár, hóast teir í
grundini hava standandi
spæliloyvi frá FSF.
FSF hevur havt tann
politikkin, at teir kanna
ikki viðurskiftini hjá ein
um útlendskum spælara,
eftir at hann av fyrstan
tíð hevur fingið spæli
loyvi frá teimum.
Einki mál um ein
útlendskan spælara,
sum hevur spæliloyvi í
einum føroyskum felag,
men hevur mist fortreyt
irnar fyri hesum spæli
loyvi, er áður roynt í
Dómsnevndini hjá FSF.
Spæliloyvið hjá Sylla liggur í B36, men formligu viðurskiftini, sum eru grundarlagið undir
spæliloyvinum, eru ikki í lagi. Kappingarnevndin fer at umrøða málið í dag