Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 67 - 4. apríl 2006 Íslendska KT- fyri­ tøkan, Skyrr, er far­in í samstarv við Elektron um eina nýggja telduskipan til føroysku pen­inga­ stovnarnar. Hetta er ein skipan, sum allar fyritøkur og stovnar, yvir eina ávísa stødd, kunnu hava fyrimun av Á øllum økjum í vinnulívin­ um herðist kappingin og samstundis herðast krøvini til leiðslu og starvsfólk. Skulu starvsfólk lúka tey krøv, sum í dag verða sett til eina nýmótans fyritøku og til kundarøktina, krevst eisini støðug, nágreinilig og áhaldandi kunning. Og tað er her at eitt telduforrit, sum eitur Business Objects kemur inn í myndina. Business Objects er eitt tað fremsta forritið í heiminum innan Business Intelligence. Business Intellegence er felags hugtak fyri amboð, ið hjálpir fyritøkum at savna, analýsera og gangnýta dáta til tess at taka vælgrundaðar avgerðir. Tað er KT-fyritøkan Skyrr, sum umboðar Business Objects bæði í Føroyum og í Íslandi. Skyrr hevur ikki verið so sjónligt á føroyska markn­ aðinum higartil, men tað kann skjótt broytast. Fyrsta stigið er longu tik­­ið, tí nú hevur fyritøkan tikið upp samstarv við før­ oysku KT-fyritøkuna, Elek­ tron um eina nýggja teldu­ skipan til føroysku pen­inga­ stovnarnar. – Tað eru nógvir veitarar á hesum øki, men tá ið før­ oysku peningastovnarnir skuldu hava eina nýggja skip­ an, gjørdu vit eina met­­ing saman við pen­inga­stovn­un­ um, fyri at vita, hvør skipan kundi tæna okkum best sam­ anlagt, sigur Fróði Hansen á Elektron, sum stendur á odda fyri hesi verkætlan. Hann sigur, at Business Objects varð valt tí tað er so nógv útbreitt um allan heim og m.a. gera nógvir peningastovnar nýtslu av tí. Samstundis tað ikki er tøkni­liga heft av nøkrum av teim­um heilt stóru KT- veitarunum. Fróði Hansen sigur, at enda­­mál­ið hjá pen­inga­ stovn­un­um við at útvega sær hesa skip­an­ina, er at fáa gagn­nýtt upp­lýsingar, so­leið­is at ein breið­ari skari av starvsfólkinum í pen­ inga­stovninum – á ein ein­ faldan, lættan og smidligan hátt – hevur betri grundalag at veita góða tæn­astu og at taka skjótar vælgrundaðar avgerðir á. Fróði Hansen sigur, at sam­starvið við Skyrr hevur virkað væl og hann kann saktans ímynda sær, at sam­ starvið fer at halda fram, eftir at hendan verkætlanin er liðug. – Tá ið hendan verkætlanin hjá peningastovunum er lið­ ug, er ætl­an­in at fara víð­ari. Vit hava longu stað­fest áhuga frá øðrum fyri­­tøk­­um, tí  hetta er ikki bara ein skipan, sum kann brúkast í pen­inga­stov­ un­um men flest allar fyri­ tøkur og stovnar kunnu fáa gagn av hesi skipan, eisini lutfalsliga lítlar fyritøkur, sigur Fróði Hansen. Hjálpir fyritøkum at gagnnýta upp­lýsingar til Stutt um Business Objects: ■ Business Objects er ein heimsumfatandi KT- fyritøka, sum ger “business intelligence” telduforrit og fyritøkan hevur yvir 35.000 viðskiftafólk í yvir 80 londum, umframt eitt netverk við yvir 3.000 samstarvsfeløgum og umboðum. ■ Viðskiftafólkini røkka frá smáum fyritøkum til stórar altjóða fyritøkur í øllum vinnugreinum FAKTA – Tá ið hendan verkætlanin er liðug, er ætlanin at fara víðari, tí hetta er ikki ein skipan, sum bara kann brúkast í peningastovnum. Tvørturímóti kunnu flest allar fyritøkur og stovnar fáa gagn av henni, sigur Fróði Hansen á Elektron