Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 67 - 4. apríl 2006 ] Sosialurin mannar vikulið Sosialurin fer í ár at manna eitt lið við spælarum, sum hava staðið seg væl í teimum ymsu dystunum í Formuladeildini. Spælarar, sum gera vart við seg í teimum ymsu dystunum, spæla væl, gera mál, forða málum ella eru eyðsýndir á annan hátt, kunnu koma á vikuliðið hjá Sosialinum. Stundum verða fleiri kandidatar til ymsu plássini, men her fara ítróttarskrivararnir hjá Sosialinum og onnur, sum fylgja dystunum, at velja ímillum spælararnar. Fyrsta vikuliðið er mannað, og høvuðsstaðarfeløgini, sum fingu góð úrslit um vikuskiftið, hava fleiri spælarar við. Eisini okkurt av tapandi liðunm er sloppið upp í part. Altjóða talvratinglistin varð kunngjørdur 1. apríl. Garry Kasparov er nú skrásettur sum passivur og er tí ikki á listanum. Veselin Topalov er nýggjur eittari. John Arni Nilssen (2356) er fremsti føroyingur, eins og hann er á heimliga ratinglistanum. Helgi Dam Ziska er fimtfremstur við 2306, men úrslit hansara frá Reykjavík Open eru ikki tikið við enn. Tað kemur við á næsta ratinglista, ið verður kunngjørdur 1. juli. Reelt hevur Helgi umleið 2340. Á páskum skal nýggjur føroya­ meistari í talvi finnast í Klaksvík, men landsliðsbólkurin tykist ikki at verða so sterkur í ár, sum hann hevur verið undanfarin ár Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Carl_eli@hotmail.com Seinast FM var í Klaksvík, var í 1999. Tá vann Heini Olsen rættiliga sannførandi. Landsliðsbólkurin var væl mannaður hetta árið við millum annað John Arna Nielsen, John Rødgaard og Flóvini Tór Næs. Samlaða luttakaratalið var tó soltið, umleið 35-40 telvarar. Spell at Norðoyartunnilin ikki er latin upp áðrenn FM- startskotið. Nógvir telvarar setast helst aftur orsakað av ferðasambandinum. Tað eru bert tey fægstu, sum hava møguleika at gista hjá familju. Í 2002 varð FM telvað á Giljanesi, bert átta mánaðir áðrenn Vágatunnilin lat upp. Hóast luttakaratalið hetta árið var á heilt góðari leið, kundi tað ivaleyst verið væl hægri um bíðað var eitt ella tvey ár. Marknaðarføringin við­ víkj­andi FM í ár er enn ikki komin úr fyrsta geari. Kapp­ingin byrjar komandi leygardag og higartil hava ræðandi fáir telvarar teknað seg. Føroyingar flest hava tann óvana at tekna seg í seinastu løtu, og tí ber væl til framvegis at liva í vónini um at síggja fleiri telvarar í Klaksvík í døgunum 08-15. apríl. Freistin at tekna seg er – ífylgju lýsingini á www. faroechess.com – í dag, 4. apríl. Helgi ikki við Tíverri er líkt til, at lands­ liðsbólkurin verður heldur veikur í ár, í mun til undan­ farin ár. Væntandi verður einans Martin Poulsen í topp 5 við og annars fáir í topp 15. Martin, ið vann FM í 2003 og 2004, hevur ikki teknað seg enn, men hann hevur fyrr nevnt, at hann ætlar sær við. Verandi føroyameistarin fer at royna at verja heitið. Luttøkan í almenna bólk­ in verður valla stór, men tað sær frægari út hjá ung­ lingunum. Gleðilig tíðindi frættust í seinastu viku, tá Helgi Dam Ziska skrivaði undir tvey ára sam­starvssáttmála við Kaupthing. Hvussu nógvar krónur talan er um, varð ikki upplýst. Helgi fær nú møguleikan at telva fleiri kappingar uttanlands, umframt at hann fer at gagn­ nýta peningastuðulin til talv­ venjara. Hesin útviklingur hevur alstóran týdning fyri før­ oyska telving og sjálvandi eisini fyri Helga og hansara ætlanum um at røkka per­ sónliga málinum, sum er at verða stórmeistari. Helgi er júst farin til Turka­lands, har hann 03- 17. apríl luttekur í Evropa­ meistaraskapinum. Helgi sleppur at royna seg ímóti onkrum av teimum 70 stór­ meistarar og umleið 50 altjóða meistarum, ið eru við í EM. Eini 150 telvarar taka lut og Helgi er styrkismettur sum nummar 132. Fylgið við gongdini hjá Helga á www.faroechess.com. Orsaka av EM-luttøkuni, verður Helgi ikki at síggja í Klaksvík um páskini. Føroyameistarar seinastu 5 árini: John Arni er ovast Danmarksmeistarin Herborg Hansen verður væntandi við í FM-kappingini hjá unglingum Teir sterku svíkja FM í Klaksvík 2001: John Rødgaard 2002: Hans Kristian Simonsen 2003: Martin Poulsen 2004: Martin Poulsen 2005: Carl Eli N. Samuelsen