týsdagur 4. apríl 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Nr. 67 - 4. apríl 2006
Marorka Føroya
er ein nýstovnað
føroysk fyritøka,
sum íslendska fyri
tøkan Marorka og
Lands-byggifelagið
p/f hava sett á stovn.
Eigaralutfallið er
50/50%
Endamálið við Marorka Før
oya er at granska, menna og
selja orkusparandi tøkni til
skip. Tøkniliga grundarlagið
er ein orkusparandi skipan,
sum íslendaska fyritøkan
Marorka hevur ment. Hend
an skipanin, sum verður kall
að Maren, stýrir og avmarkar
oljunýtsluna umborð á skip
um.
Í løtuni starvast ein veik
streymsverkfrøðingur og
ein verkfrøðingur í kunning
artøkni á Marorka Føroya, og
roknað verður við, at longu
í heyst verður ein nýggjur
maður settur í starv.
Maren
Maren skipan er í høvuðs
heitum ein skipan, sum boðar
skipara, maskinmeistara
og reiðara frá ovurnýtslu
umborð, og hvussu og hvar
sparast kann. Maren skipanin
er lutvíst automatisk.
Flest allir skiparir og
maskinmenn vita rættiliga
væl, hvussu tað er møguligt
at spara olju, men tað hevur
verið ein mangul uppá greið
virðir, fyri at kunna optimera
orkunýtsluna mest møguligt,
og her kemur Maren skip
anin inn og vísir á við
nágreiniligum tølum, hvat
gerast kann fyri at optimera
orkunýtsluna. Á summum
økjum fer skipanin inn sjálv
og stýrur fyri at lætta um hjá
yvirmonnum, t.d. hvussu
nógvar snúningar aksilin
skal hava, og hvat hallið á
skrúvuni skal verða fyri at
fáa størsta framdrátt fyri
minstu oljunýtsla. Skipanin
er væl móttikin í Íslandi, og
Marorka hevur eisini kundar
í Hollandi, Kanada, Dan
mark og USA.
Menning og gransking
Gransking og menning av
hátøkni er týdningarmikil
partur av nýggju fyritøkuni.
1. jan. varð ein granskingar/
menningarverkætlan sett í
gongd, ið kann gerast slóð
brótandi innan mátingar
umborð á skipum. Verk
ætlanin er mett at takað
2½ ár. Endamálið við
verkætlanini er at menna
eina skipan, sum veitir skip
aranum týdningarmiklar
upplýsningar um aldu rund
an um skipið, og hvussu
skipið liggur í sjónum.
Hetta verður gjørt við tillaga
radartøkni, ið longu er tøk,
soleiðis at hon kann brúkast
til at máta frá skipinum nið
ur á havyvirflatuna. Eisini
er ætlanin, at gera eitt stødd
frøðiligt modell av skipinum
og hydrodynamikkinum
rundan um skipið soleiðis,
at tú alla tíðina hevur virðir
fyri, hvussu mótstøðan er
í sjónum.Verkætlanin kann
sostatt býtast upp í tveir
høvuðspartar. Fyrsti parturin
fevnir um at gera mátingarnar
av, hvussu skipið liggur í
sjónum og at samantvinna
hesar við aðrar mátingar
sum t.d. snúningsferð, ferð
øking og GPS-positión.
Seinni parturin snýr seg
um at gera eitt modell fyri
hesi virðini, soleiðis at
mótstøðan í sjónum kann
roknast út. Nýggja skipanin
skal kunna virka og seljast
einsamøll, men skal eisini
kunna leggjast afturat
íslendsku Maren skipanini
sum eitt modul.
Eitt av grundsjónarmið
unum við nýggju fyritøkuni
er, at alneyðugt er við
einum tøttum samstarvi
millum vinnugransking
og tað granskingar- og vit
anarumhvørvi, sum annars
er í landinum, skal gransk
ingini í hátøkni verða lív
lagað. Granskingar/menn
ingarverkætlanin, sum er
farin í gongd, verður gjørd
í tøttum samstarvi við
Náttúruvísindadeildina á
Fróðskaparsetrið Føroya og
Marorka í Íslandi.
Marknaðurin
Marorka Føroya kemur at
hava einkarrættin til at selja
og installera Maren skipanina
á føroyska marknaðinum.
Tó er ikki óhugsandi, at
Marorka Føroya í framtíðini
eisini kann røkja aðrar mark
naðir. Ognarrætturin til ta
tøkni og tær skipanir, sum
verða mentar í Marorka
Føroya kemur at liggja í
fyritøkuni, men verða seldar
saman við Maren skipanini
á øllum marknaðum gjøg
num sølunetið hjá Marorka.
Marorka hevur longu skapt
góðar kontaktir á heims
marknaðinum, og tí er hetta
ein sera góður møguleiki hjá
Marorka Føroya at selja sína
vøru.
Máttarpeningur
frá stuðlum
Innlendismálaráðið hevur
játtað at stuðla við 100.000
kr. til at marknaðarføra ver
andi tøkni til tess at fáa
gongd á at installera orku
sparandi skipanir á føroyska
marknaðinum.
Eisini hevur Stranferðslan
víst vælvilja við at geva loyvi
til at royndarkoyra ymiska
radartøkni, sum skal brúkast
í sambandi við Granskingar/
menningarverkætlanina,
umborð á Smyrli.
Verkætlanin er mett at
kosta yvir 3. mió kr. og hevur
fingið dyggan stuðul frá:
Granskingarráðnum
1.200.000 Kr.
Amerada Hess:700.000 Kr.
Vinnuframagrunninum:
500.000 Kr.
Seyðahald er eins gamalt,
sum sjálv búsetingin í
Íslandi.
Íslendsk lomb verða
lembd um várið og ganga
alt summarið á biti høgt
uppi í fjøllunum í tí frísku
íslensku luftini. Lombini
eru uttandura alt árið, og
nátturliga føðin umfatar,
umframt øll vanligu grass
løgini, eisini mosa og ber.
Lambsframleiðslan er
heilt einfalt grundað á at
heysta burturav náttúrliga
yvirskotinum. Íslenska
veðrið, ódálkaða luftin og
nokk av reinum fjallavatni
ger, at tað er ikki neyðugt
at nýta skaðakyktaeitur
ella plantutýningargarevni.
Takka verið landafrøðiligari
avbyrging og strongu land
búnaðar reglugerðum, sum
stýra influtninginum av
livandi djórum, eru fleiri
av vanligu djórasjúkunum
enn ókendar í Íslandi.
Tessvegna er íslenskt
lambskjøt heimskent fyri
sermerkta smakkin og sum
sera góður heilsukostur.
Norðlendska
ehf.
er ein framleiðslu- og
marknaðarfyritøka inn
an landbúnað. Høvuðs
framleiðslan er seyða- og
lambsúrdráttir, oksa- og
svínakjøt. Norðlendska er
ein av fremstu fyritøkunum
í Íslandi, sum útflytur
seyða- og lambskjøt til høv
uðsmarknaðirnar í Skandi
navia og USA.
Í Føroyum selur NORD
LENSKA Íslenskt lambs
kjøt gjøgnum PM undir
Goði Brand
Marorka
Føroya
Eyðkennið hjá
íslendska lambinum
Verkfrøðingarnir hjá Marorka Føroya Jóan Petur Petersen og Ólavur Simonsen vísa her fram radartøkni, ið verður brúkt til
hæddarmátingar í skipanini
Gunnar Mohr, sølustjóri á Poul Michelsen, ið er umboð fyri Nordlendska í Føroyum