Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. apríl 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 67 - 4. apríl 2006 ] Flúgva tvær ferðir í dag Týsdagurin verður at kalla allur sum hann er nýttur til ferðing hjá landsliðshópinum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Keypmannahavn: Tær sóu fyri tað mesta frískar og væl upplagdar út, tá tær komu við bussi til flogvøllin í Kastrup. Føroyska kvinnu­lands­ liðið í hondbólti legði í dag leiðina úr danska høvuðsstaðnum – har tær hava verið á venjingarlegu – og til Bosnia. Flogið verður umvegis Wien í Eysturríki, og tí verður talan um ein hampuliga drúgvan dag hjá hópin­ um. Sum heild eru spæl­ ar­arnir væl fyri. Onkur ferðir av krími ger nakað um seg, men sum skilst, so er hetta tó ikki verri enn ilt. Og í øllum føurm er tað ikki so, at nøkur teirra er seingjarliggjandi. Umframt spælararnar sjálvar, telur landsliðs­ hóp­urin eisini venjararnar báðar, Flemming Raben og Svein Rógva Nielsen. Ferðaleiðarar eru Niels Petur Bech, Eirikur Magn­ us­sen og Jákup Dur­huus. Hartil er danska Tina Jacob­sen við sum fysio­ tera­peutur. Soleiðis verður spælt í Bosnia Keypmannahavn: Í bólki 2 eru saman við Føroyum Ongland, Albania og Georgia, og verður spælt dag um dag móti londum um í nevndu raðfylgju. Fyrsti dysturin er móti Onglandi mikudagin. Í bólki 1 eru londini Bosnia, Cypros, Estland og Armenia. Tey bæði bestu londini í hvørjum bólki spæla hálvfinalur og síðani finalu ella bronsudyst. Eisini verður spælt um lægri plaseringarnar, og eru øll liðini tí vís í at fáa fimm dystir í kappingini. Fríða Marjunardóttir heldur, at landsliðs­ ferðin í Bosnia skal nýtast sum eitt gott og virðiligt punktum á kappingarárinum. Føroysku spælararnir hava vant hart í Danmark og eru væl fyri til dystirnar í Challange Trophy Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Keypmannahavn: Sum partur av liðnum hjá VÍF, sum í ár flutti niður úr Sunset-deildini, hevur hondbóltsárið hjá Fríðu Marjunardóttir ikki verið akkurát tað, sum hon hevði vónir um. Nú farið verður til Bos­nia er hon eisini skjót at stað­ festa, at júst ein slík ferð hevur verið við til at hildið huginum til hondbóltin uppi. – Árið gjørdist jú slettis ikki so, sum vit høvdu vónað. Vit endaðu í niðara bólkinum, og tá tað so eisini gjørdist til niðurflyting, sigur tað seg sjálvt, at lagið fer nakað niður. Men júst í slíkum førum er ein túrur sum hesin ein sera góð gula­ rót at miða eftir, og tí gleði eg meg eisini til at enda árið væl, sigur hon. Styrkt á venjingar­ leguni Undan ferðini til Bosnia, hevur landsliðshópurin ver­ið í Danmark í nakrar dagar á venjingarlegu. Ein venjingarlega, sum Fríða held­ur hevur gagnað liðnum sera væl. – Vit hava vant rættiliga hart, og tað er í sjálvum sær í fínasta lagi. Men hartil, so gevur ein slík lega eisini eitt betri samanhald millum spælararnar, sum nú kenna hvørja aðrar nógv betur. Og við at spæla nakrar venj­ ingardystir, hava vit eisini kunnað roynt nøkur ting. Og hvussu heldur tú so sjálv, at liðið er fyri? – Vit eru væl fyri. Dystirnir hava gingið rættiliga væl, hóast hesir í ávísan mun eru nýttir at eksperimentera í. Og eg ivist ikki í, at vit fara at standa okkum væl í kappingini. Eins væl, sum liðið gjørdi tað fyri tveimum árum síð­ ani? – Tað er so í øllum førum ætlanin. Og helst enn betri, staðfestir Fríða at enda. Fríða væntar gott úrslit 15.000 krónur fyri yvirvekt Keypmannahavn: Tá ið føroyska hondbóltsferðalagið kekkaði inn í Kastrup fyrrapartin í dag, máttu tey ásanna, at øll eru ikki so lagalig, sum Atlantsflog er. Hondbóltssambandið hevur nógv klæði og útgerð við sær til kappingina í Bosnia, og neyðugt var at gjalda 15.000 krónur fyri yvirvekt á ferðini frá Kastrup til Sarajevo. Tey 150 kiloini, sum vóru ov nógv, hevði Atlantsflog tó flogið ókeypis til Danmarkar. Fríða Marjunardóttir staðfestir, at hópurin er sera væl fyri, og farið verður beina leið eftir gullinum í Challenge-Trophy kappingini